Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-16, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. desember 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. desember 2019 · Nr. 145 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sjúrður Hildarson Hoydal Stigatalvurnar síggja snøggar út nú. Bæði í SMS-deildini og Okkaradeildini hava øll liðini spælt 12 dystir – júst tveir triðingar av grundspælinum. Komandi leygardag verður far­ið undir seinasta triðingin, men so fer Okkaradeildin í steðg. Fyrst skal steypa­kapp­ ingin avgreiðast eftir nýggjár. Vit byrja eisini at fáa greiðar ábendingar um hvørji fýra lið vit skulu rokna við at síggja í FM-hálvfinalunum eftir tey 18 um­førini í grundspælinum. Í SMS-deildini skal ganga heilt galið hjá onkrum av ov­ astu fýra liðunum, sum hava eina fjarstøðu upp á minst seks stig niður til Stjørnuna á fimta plássi. Í Okkaradeildini er spenn­ ing­ur­in fyrst og fremst um KÍF kann stjala sær eitt pláss ímillum fýra tey fremstu. Okkaradeildin: KÍF reisti seg Vit vóru nærum vís í, at KÍF fór at spæla hálvfinalur í Okkara­ deildini í vár, tá ið fyrsti trið­ ingurin av grundspælinum var liðin. Men næstu seks dystirnir gingu onki serligt, og tá ið KÍF seinasta vikuskiftið tapti ímóti Kyndli, sá sera svart út. Ein ósigur ímóti StÍF sunnu­ dagin hevði verið dýrur, men KÍF noyddust ikki at gjalda. Í staðin fóru kollfirðingar inn á Skála við einari øgiligar verju og málverja. Lunnar vóru lagdir undir stóran sigur seinastu løtuna av fyrra hálvleiki, tá ið økt var upp í 14-10 til KÍF, og so aftur miðskeiðis í seinna hálvleiki tá ið KÍF skoraði seks ferðir á rað og nú var á odda við 11 málum. KÍF vann dystin við úrslitinum 26-18, og gjørdist harvið fyrsta liðið at vinna á StÍF í Ítrottarhøllini á Skála hetta kappingarárið. Koll­firð­ ing­ar hava nú seks dyst­ir at vinna seg upp aftur á hálv­finalu­plássini, og hóast har eru minst trý stig, sum skulu tak­ast aftur, mun­ nu koll­firð­ingar ken­na seg vón­rík­ ar eftir avrikið á Skála. Reyð kort settu dám á klassikaran VÍF var á vitjan hjá Kyndli í Havn í Okkara­deild­ini, og har vann VÍF ein rættiliga tryggan sigur, og sløktu ta vón, sum birtist hjá Kyndli seinasta leygar­dag. Í einum dysti, sum var merktur av krøvum um reyð kort, avgjørdi VÍF dystin tíð­liga í seinna hálvleiki, tá ið vest­menn­ingar, við Filip Jojic á odda, øktu upp í fimm mál á muni. Í fyrra hálvleiki tók ein støða seg upp, har Kyndilsmaðurin, Rógvi Dal Christiansen, sleit seg ígjøgnum verjuna og var takklaður ófantaliga í andlitið av Andriasi Eriksen. Brotskast og útvísing – sum onkur vildi vera við skuldi vera reytt kort - til vestmenningin, sum tóktist at vilja biða um umbering hjá kyndilsmanninum, sum lá á gólvinum. Kyndilsmaðurin var sintur, og tóktist at skumpa vestmenningin, sum fór um koll. Dómararnir valdu at geva Kyndilsmanninum tveir minutt­ir útvísing, og hesum vóru vestmenningar als ikki nøgdir við. Teir kravdu reytt kort, men fingu ikki viðhald – fyrr enn tíðliga í seinna hálv­ leiki. Tá fór Jákup Andreas Joensen í skjótálop fyri VÍF. Anders Risdal var runn­in aftur at verja fyri, og strikuleikarin hjá VÍF royndi í ráðaloysi at skjóta eitt hoppi­skot fram við sterka bakki­num hjá Kyndli. Vest­menn­ingurin fekk flog á lopið hjá sær, og so tóktist hann at fáa hendurnar hjá Kyndilsmanninum í kropp­in, misti javnvágina og lendi hart á gólvinum – við høvdi­num fyrst. Dómararnir revsaðu við reyðum og bláum korti. Vestmenningurin kom fyri seg, men dysturin dysturin dovnaði nakað. Hýrurin í høll­ ini var einki serligur, og VÍF hevði ongar trupulleikar av at føra sigurin til Vestmannar. SMS-deildin: Kyndil heldur jól á ovastu rók Tað var toppdystur í SMS- deild­ini á skránni sunnudagin, tá ið VÍF vitjaði á Hálsi. Bæði liðini skulu venja seg við at spæla kapp­ingar­ár­ ið liðugt uttan ein av trúgv­ astu málskjúttunum, tí Liljan Müller hjá VÍF og Turið Arge Samuelsen hjá Kyndli eru báð­ ar við barn, og vera í fyrsta lagi aftur á vøllinum næsta kapp­ ingarár. Toppdysturin gav spenning fyrstu 50 minuttirnar av dysti­ num. Kyndil hevði gaman í hug at vera á odda við einum og tveimum málum, men VÍF hótti altíð við at javna. VÍF tók við dystarbyrjan eina avgerð um, at mansverja Súnu Krossteig Hansen. Kyndils­profilurin lat tí ábyrgd­ina upp í hendurnar á eldru systrini Báru Krossteig Han­sen, sum gekk undan við bæði málskjóting, og serliga uppleggum inn á strikuna, tá ið tað eydnaðist Kyndli sera væl at spæla fimm ímóti fimm í álopi­num. Yngra systirin kundi so skjóta brotskøst í netið, og so finta seg VÍF-verjuna, tær fáu ferðir, tá ið hon slapp at nerta bóltin. VB fekk tvey stig til jólar Á Skála kom størsti skelkurin í kvinnudystinum, tá ið tað HONDBÓLTUR Fyri júst einari viku síðani viðgjørdi Ítrottarsosialurin stóru skelkirnar á Skála, tá ið tað eydnaðist StÍF at vinna bæði kvinnu- og mansdystin ímóti H71. Hesaferð vóru stóru skelkirnir at bæði KÍF og VB fóru við øllum á Skála sunnudagin FLEIRI SKELKIR FLEIRI SKELKIR Á SKÁLA Á SKÁLA