Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. desember 2019síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 16. desember 2019 · Nr. 145 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 eydn­aðist VB at vinna ársins fyrstu stig. StÍF mundi vera favorittur ímóti VB á Skála í dag. Ser­liga tá ið hugsað verður um, at VB hevði ikki vunnið sær nakað stig hetta kappingarárið, meðan StÍF vann sera góðan sig­ur á H71 fyri viku síðani. Men hendan sunnu­dagin bragdaði hjá VB, sum tvær ferðir kláraði at halda høvdið kalt og taka tamar­haldið á dystinum aftur. Fyrru ferð eftir at StÍF tók fýra mál aftur í fyrra hálvleiki, og aðru ferð við dystarenda, tá ið StÍF javnaði eftir at VB hevði verið á odda við seks málum. Men í evstu løtunum eydnaðist tað VB at avgera dystin til 28-26, og fer í jólafrí við tveimum sera kærkomnum stigum í skjáttuni. HONDBÓLTUR Úrslit í vikuni: Kyndil – VÍF 23-28, StÍF – KÍF 18- 26, Team Klaksvík – H71 17-30 Komandi dystir: KÍF – Team Klaksvík, StÍF – VÍF, H71 - Neistin Máltindurin Filip Jojic VÍF 120 Nicklas Selvig KÍF 84 Dánjal Ragnarsson Neistin 77 Hjalti Mohr Jacobsen Kyndil 76 Peter Krogh H71 71 Kaito Nakahodo Team Klaksvík 68 Tróndur Mikkelsen Neistin 65 Rasmus Søby Neistin 63 Hans Eli Sigurbjørnsson KÍF 63 Ivan Mrdalo StÍF 60 Úrslit í vikuni: StÍF-VB 26-28, Kyndil – VÍF 32- 27, Stjørnan – H71 17-31 Komandi dystir: H71 – Neistin, StÍF – VÍF Máltindurin Marita Mortensen H71 90 Haruka Gima StÍF 82 Ingunn Kristina Persson Neistin 79 Súna Krossteig Hansen Kyndil 74 Maria Halsdóttir Weyhe H71 67 Turið Arge Samuelsen Kyndil 65 Tóra Eliasen Stjørnan 65 Agnas Olsen VÍF 65 Mina Lava Sirdal Stjørnan 56 Liljan Müller VÍF 56 SMS-deildin støðan NUMMAR LIÐ DYSTIR V.M. T.M. MUNUR STIG 1 Kyndil 12 332 238 94 20 2 VÍF 12 332 273 59 18 3 H71 12 334 276 58 16 4 Neistin 12 299 263 36 14 5 Stjørnan 12 286 334 -48 8 6 StÍF 12 266 353 -87 6 7 VB 12 257 369 -112 2 Okkaradeildin støðan NUMMAR LIÐ DYSTIR V.M. T.M. MUNUR STIG 1 H71 12 350 277 73 20 2 Neistin 12 327 291 36 16 3 StÍF 12 334 332 2 15 4 VÍF 12 334 319 15 14 5 KÍF 12 321 307 14 11 6 Kyndil 12 306 320 -14 8 7 Team Klaksvík 12 256 382 -126 0 Hygg at máltindinum her á síðuni og tú sært at Filip Jojic er skrásettur fyri eitt runt tal av málum. 120 mál eftir 12 dystir. Tíggju mál í miðal. Ábyrgdin hjá toppskjúttanum í VÍF kann ikki undirmetast, og í sigrinum á Kyndli sunnu­ dagin, skorar bakkurin júst helvtina av teimum 28 málunum hjá VÍF. 14 mál, 12 úr opnum spæli. Sjey mál í fyrra hálvleiki og sjey í sein­ na hálv­leiki. Tað, sum er ser­ stakt er, at eingin tóktist at geva sær gætur hvussu væl tað lá fyri hjá Filipi aftur hesa­ferð. Onkursvegna sat ein við kensluni av, at stór­skjúttin tók sær nakað av løttum, meðan málini støðugt hildu VÍF á odda. Vit eru vorðin so vand við at síggja stóru avrikini frá besta álopsleikaranum í Før­oy­um, og onkuntíð vísa vit ikki avrikunum nóg stóra virðing. Hetta er aðru ferð í ár at vit velja Filip Jojic at vera leikaran hesa vikuna, og kanska hevði hann uppi­ borið tað enn oftari. Filip Jojic hevur spælt í Føroyum í skjótt níggju ár, men hann er framvegis bert 31 ára gamal, og um hann hevur hug og ikki verður óheppin við skað­ um, kann hann eiga topp­ skjúttaheiðurin í Okkara­ deildini í níggju ár afturat. Vit bíða í spenningi eftir boðum frá myndug­leik­ unum um ríkisrættin hjá Filipi. Hann er út­tik­in til landsliðshópin, sum fer at venja ímóti undan­kapp­ ingini í januar, og fær Filip passið hjá sær nóg skjótt, so kann væntast at hann spælir fyri Føroyar ímóti Litava 10. januar. Líka so nógv sum tey uttan­ veltaðu fegnaðust seinasta vikuskiftið um, at StÍF vann á H71, líka so nógv fegnast vit nú um at VB vinn­ur á StÍF. VB hevur havt tað sera tungt fyrstu tveir triðingarnar av hesum fyrsta kappingarárinum aft­ ur í bestu kvinnudeildini, og tað hevur ongantíð veru­liga verið nær við, at stigini fóru til Vágs. Men loksins eydnaðist tað, og tað kravdi styrki og royndir, og teimum stóð Bára Krosslá Mortensen ser­ liga fyri. VB mundi tveitt sig­ urin frá sær, tá ið StÍF upp á tíggju minuttir skoraði seks ferðir á rað, og gjørdi støðu­na til 25-25. Góð ráð vóru dýr hjá VB, men Bára hevði ráðini og royndirnar. Hon skoraði til 26-25 og set­ ti í evstu løtu punktum tá ið hon gjørdi støðuna til 28- 26 til VB við sínum sjeynda máli í dystinum. Okkaradeildin: Filip Jojic – VÍF SMS-deildin: Bára Krosslá Mortensen – VB Leikarin hesa vikuna: Leikarin hesa vikuna: