mánadagur 16. desember 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. desember 2019 · Nr. 145
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
Vikan ið fór
HB-bakkurin,
Magnus Egilsson,
skiftir til íslendska
Val, har Heimir
Guðjónsson er
venjari.
TB skrivar undir
sáttmálar við donsku
verjuleikararnar,
Rasmus Møller og
Sebastian Kroner.
Jákup Martin Joensen
leingir um sáttmálan
við EB/Streym
og heldur harvið
fram sum venjari í
Sundalagnum.
HB ger sáttmála við
24 ára gamla danska
miðvallaran, Mathias
Nygaard, sum kemur
til úr FC Fredericia.
Menninir hjá Mjølni
tapa óvæntað sín
fyrsta dyst í ár eftir
3-2-tap fyri einum
blaðungum SÍ-liði í
Sørvági.
Danski verjuleikarin,
Jesper Brinck, leingir
um sáttmálan við
føroyameistararnar
úr KÍ.
Holland gerst
á fyrsta sinni
heimsmeistari í
kvinnuhondbólti eftir
30-29-finalusigur á
Spania.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Andras Nolsøe
Yrki: Ítróttarráðgevi í ÍSF
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. Seks
2. NSÍ
3. Kurvabólti
4. 7. plássi
5. Bogaskjóting
6. HB
7. 180
8. Fríða Petersen
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1
Hvussu nógvir leikarar eru á vøllinum í senn á hvørjum liði
í flogbólti?
2 Hvat felag eru Sevdal-systrarnar Heidi og Ansy júst
skiftar til?
3 Í hvørjum ítrótti er Pól Jakobsen føroyskur
landsliðsvenjari í?
4 Á hvørjum plássi endaði AB í júst farna kappingarári í
Betrideildini hjá monnum?
5 Frá hvørjum ítrótti kenna vit felagið Tambar?
6 Hvat lið vann steypakappingina í kvinnufótbólti 2019?
7 Hvat er hægsta talið av stigum tú kanst fáa við trimum
pílum í dart?
8 Hvussu eitur VÍF-málverjin á myndini?
Hvussu hevur tíðin verið
sum formaður í Borð
tennissambandi Føroya?
- Hetta hevur verið ein sera
góð og spennandi tíð. Tað
hevur verið nógvur aktivitet
ur í føroyskum borðtennis,
og tað tað er at gleðast um.
Eg havi eisini fingið mógvar
góðar upplivingar hesi tvey
árini. Eg havi vitjað fleiri lond,
sum eg ikki áður hevði verið.
Eitt nú Gibraltar, Grønland og
Letland fyri at nevna nøkur.
Eg havi eisini verið við til
bæði HM og EM í borðtennis
og havi umboðað BTSF á al
tjóða fundum ymsastaðni.
Eisni gleðist eg um at føroyskt
borðtennis sær út til at vera í
stórari menning.
Hvussu sær framtíðin í
føroyskum borðtennis út?
Eg haldi at framtíðin sær bjørt
út. Tað er nógvur aktivitetur
í
føroyskum
borðtennis,
leikaratalið er økt munandi,
vit útbúgva venjarar og hava
eitt sera vælskipað ungdóms-
og menningararbeiði. Tá eg
tók við sum formaður gjørdu
vit beinanvegin eina menn
igarætlan fyri føroyskt borð
tennis. Og tað er eftir hesi
ætlan at vit skipa virksemi
innan BTSF. Tó hevði eg eg
ynskt at vit høvdu megnað at
fingið fleiri feløg rumt um í
landinum, men tíðin og orkan
hevur ikki verið til tað enn.
Hetta meti eg avgjørt vera eitt
av høvuðspunktunum, sum
nýggja nevndin skal fara at
arbeiða við.
Hvussu dámar tær í
nýggja starvinum sum
ítróttarráðgevi hjá ÍSF?
- Mær dámar sera væl í
starvinum. Tað hevur sjálv
andi verið nógv at seta seg
inn í, og tað hava eisini verið
langir dagar. Men uppgáv
urnar eru sera fjølbroyttar,
og eg arbeiði eisini nógv út
av húsinum, har eg komi út
til ítróttafeløg og ymiskar
felagsskapir, og tann vegin
vegleiða teimum í teirra
arbeiði.
Hvat er serliga spennandi
við hesum starvinum?
- Tað at kunna vera ein partur
av ovasta felagskpinum í før
oyska ítrótttarheiminum, og
harvið at kunna vegleiða og
gera sína ávirkan galdandi í
vissan mun, tað haldi eg vera
tað mest spennandi við hes
um starvinum.
"Vit byrja at tora betur og betur. Vit
ætla okkum at fáa meira stig í ár
enn í fjør, tí vit hava tað í okkum."
- Rannvá Berg í Heiðunum, leikari hjá TB, eftir ársins
fyrsta TB-sigur
"Eg hati sosialu miðlarnar. Hvør leggur í
2000 dáma frá fólki, tú ikki kennir? Tað eru
53 mans í skiftirúminum, og tað er hesar
53 menninar tað snýr seg um."
Bill Belichick, venjari hjá New England Patriots
Hetta er bókin hjá Nicklas
Bendtner um Nicklas Bendt
ner, fortalt av Nicklas Bendt
ner og bara Nicklas Bendtner.
Hetta er tann nýggjan “Sorte
Svin”, sum David Nielsen lat
skrivað fyri nøkrum árum
síðani. Bersøgin!
Í
bókini
letur
Nicklas
Bendtner upp fyri hvør hann
veruliga er, og hvussu hann
sær fleiri av teimum støð
unum, ið eru endaðar á for
síðuni í bæði donskum og al
tjóða miðlum. EM-gølan við
Paddy Power, myndir har
hann verður borin út av nátt
klubbum og hendingin við
hýruvongsføraranum, ið fekk
nógv uppmerksemi.
Danski áleyparin er huð-
erligur og bersøgin, og tað
gongur útyvir alt frá Jon Dahl
Thomassen til fyrrverandi
damuna, sum hann hevur
barn saman við, baronessan
Caroline Flemming.
Men hetta er eisini ein bók,
har Nicklas Bendtner ásannar
at hann ikki fekk eins nógv
burturúr sínum gávum, sum
eitt nú grannin úr Svøriki,
Zlatan
Ibrahimovic.
Tú
svingar eitt stað í millum at
hava samhuga við umstrídda
áleyparanum, ið sum ungur
hevði heimin fyri sínar føtur,
tá hann spældi við Arsenal.
Hinvegin, so eru eisini
støður, har tú skal taka støðu
til umberingar, um hví onkur
annar hevur skyldina av, at
hann ikki blívur so góður,
sum hann vil. Hann tosar ikki
við pápa sín longur, er óklárur
við mammuna av sínum barni
(kanska eisini fair nokk)
og tekur ikki av óteljandi
møguleikunum, sum Arsene
Wenger og Steve Bruce geva
honum. Eitt mynstur?
Hendan bólkin er sum
Nicklas Bendtner sjálvur.
Spennandi, bersøgin, litrík,
eitt sindur offside og at enda
eitt sindur av frustratión. Tí
maðurin hevur also tveitt
eitt guðdámligt talent og
hevur tveitt yvir 50 milliónir
krónur vekk, men ikki meir
vekk enn at han hevur
upplivað eitt lív, ið nógv
høvdu vilja roynt.
LES HANA UM: Tú ert til
røvarasøgur av tí ólógliga
slagnum og annars kennir
til Nicklas Bendtner
IKKI LESA HANA UM: Tú
ætlar at geva onkrum ov
ungum hava í jólagávu, tí her
burdi verið aldursmark á!
HVUSSU
ER
AT
LESA:
Bókin er væl skrivað og
fangandi, tí tað er hent so
nógv spennandi og øðrvísi í
lívinum hjá Nicklas Bendtner
HVAT SIGUR TÚ: Hendan má
lesast, men hon er nógv meiri
ólóglig enn eitt nú bókin “Eg
eri Zlatan”
FAKTA: Nicklas Bendtner
spælir í dag við FCK og er
aldrin langt frá at fara avstað
við yvirskriftini.
Ummælið:
Nicklas Bendtner: Begge sider