mánadagur 16. desember 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 16. desember 2019 · Nr. 145
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KLUMMAN
Sjúrður sigur sína hugsan...
Føroyskur manshondbóltur sleppur at
royna seg næstu vikurnar. Fyrst fara
gulldreingirnir á U17-landsliðnum, at
royna seg ímóti stórtjóðum í innbodnari
kapping í Týsklandi. Hetta er millum jól
og nýggjár.
10. 11 og 12. januar skal føroyska
manslandsliðið so í eldin. Mótstøðan
er Litava, Slovakia og Luksemburg
og dystirnir vera spældir dag um dag
í Luksemburg. Hetta er fyrsti liður í
undankapping til HM, og serliga Litava
og Slovakia kunnu væntast at vera stór
mótstøða. Tað er eingin ivi um, at litavar
og slovakar krevja ein sigur á Føroyum.
Tað stuttliga er bara, at føroyingar
munnu næstan krevja ein sigur eisini.
Vónirnar eru óvanliga høgar
Litava og Slovakia eru ikki stórtjóðir í
hondbólti, men framvegis sterkar tjóðir
við stórum profilum og yrkisleikarum á
øllum plássum.
Men undanfarna undankapping hevur
skrúvað vónirnar hjá okkum, sum
fylgja við føroyska landsliðnum upp á
óvanliga høgar tindar.
Vit kunnu í øllum førum siga, at í mun
til Ukraina og Montenegro, sum Føroyar
spældu fult upp við, so eiga Litava
og Slovakia at vera eitt lítið vet lægri
styrkismett.
Kunnu vit so siga, at Føroyar eiga at
fáa úrslit ímóti hesum liðum? Tað er
freistandi at siga ja. Men veruleikin er
neyvan so. Serfrøðin sigur at Føroyar
fara at fáa triðja plássi í hesi kappingini,
og sleppur ikki víðari í undankappingini
til HM.
Leikararnir menna seg við
landsliðnum sum gularót
Men Føroysku landsliðsleikararnir
tykjast at vera sera væl fyri, og har er
nógv fólk at taka av.
Eftir eitt sovorðnan dag, sum vit sóu frá
føroysku útisetunum leygardagin, røkka
vónirnar allan vegin.
At spæla við landsliðnum ímóti stóru
leikarunum í Evropa tykist at hava verið
ein gularót fyri nógvar leikarar. Føroyar
hava í løtuni einar 20 ella 24 leikarar,
sum kappast um tey 16 plássini. Og teir
avrika og menna seg hareftir hvønn
tann einasta dyst. Um tað er í Føroyum
ella í grannalondunum.
Vit eru bjartskygd um føroyska
landsliðið í løtuni. Og tað verða vit heilt
til landsdystirnar 10. 11. og 12. januar
sjurdur@sosialurin.fo
FLEIRI FRÁLÍK FØROYSK
HONDBÓLTSAVRIK
Vit vænta (ov)
nógv næsta
mánaðin
Føroysku hondbóltsútisetarnir hjá
monnum gjørdu um seg í granna
londunum í vikuskiftinum.
Í Norra stevna teir báðir før
oyingarnir,
Kjartan
Johansen
og Helgi Hildarson Hoydal beint
ímóti fremstu norsku deildini
við felagnum, Viking. Føroysku
landsliðsleikararnir
bera
stóra
ábyrgd á liðnum, har Kjartan
Johansen er fastur brotskasts
skjútti og toppskjútti, meðan Helgi
H. Hoydal er liðskipari og spælir
fast á strikuni og í miðverjuni.
Ein toppskjútti og hin
dagsins leikari
Og leygardagin vóru teir báðir aftur
í brennideplinum. Í einum trupu
lum dysti ímóti Sandefjord, sum
lá á triðja plássið, eydnaðist tað
føroyingunum og Viking at vinna
24-23, eftir at Kjartan Johansen
skoraði avgerandi málið. Kjartan
Johansen gjørdist enn einaferð
toppskjútti við sjey málum, meðan
Helgi H. Hoydal skoraði seks mál
og var kosin dagsins leikari hjá
Viking.
Jónas dagsins leikari
í umráðandi sigri
Og í Danmark var eisini ein før
oyingur kosin dagsins leikari.
Tað var Jónas Gunnarsson Djur
huus, sum var avgerandi fyri, at
føroyingafelagið FIF vann um
ráðandi sigur á Roskilde, og fór upp
um niðurflytingarstrikuna. Rói
Berg Hansen og Jónas G. Djurhuus
vóru einastu føroyingarnir á FIF-
liðnum leygardagin, men teir um
boðaðu Føroyar. Rói Berg Han
sen skoraði trý mál og Jónas G.
Djurhuus
skoraði
seks
ferðir.
Millum annað seinasta málið í
dystinum, sum gjørdi úrslitið til
29-28 til FIF.
Teis og Brandur eisini
góð avrik og sigrar
FIF er í niðurflytingarstríði við eitt
annað føroyingafelag. HEI Skær
ing hevur bæði Teis Horn Ras
mussen og Rók Akralíð á liðnum,
og teir báðir vunnu eisini týdn
ingarmiklan dyst ímóti HØJ. Teis
Horn Rasmussen skoraði fýra mál,
tá ið HEI Skæring vann stórsigur
við úrslitinum 28-19.
Føroyingafelagið
Ajax,
var
eisini í dysti leygardagin, og her
gjørdist tað ein sera kærkomin
sigur til landsliðsleikaran, Brand
Halgirsson og landsliðsvenjaran,
Sonna Larsen ímóti Skive, sum
stríðist fyri uppflyting í fremstu
donsku deildina. Tað ger Ajax eisini
í ein mun, og í løtuni eru trý stig
upp til Skive og triðja plássið.
Allan skoraði fimm í sigri
Í Íslandi er KA darvað av, at Áki
Egilsnes er skaddur. Hann verður
í fyrsta lagi tøkur aftur eftir
landsliðssteðgin í januar. Men
Allan Norðberg lyfti um viku
skiftið nakað av ábyrgdini hjá lið
felaganum, tá ið strandingurin
skoraði fimm mál ímóti Fjølni og
lyfti KA longur burtur frá niður
flytingarstrikuni.
Øll føroysku feløgini
vunnu og tveir
føroyingar vóru
kosnir dagsins
leikarar leygardagin