Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. desember 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. desember 2019 · Nr. 146 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Fíggjarnevdin hevur lagt álit fram í sambandi við upp­skotið til fíggjarlóg fyri komandi ár. Nakrar broytingar eru gjørdar í mun til framskrivaðu fíggjar­ lógina, sum lands­stýris­ maðurin við fíggjar­ málum, Jørgen Niclasen, legði fram seinast í sep­ tem­ber. -Eg má siga, at eg haldi tað er rættuliga ábyrgd­arleyst at lata útreiðslurnar vaksa við sels prosentum og lata avlopið á fíggjarlógina bert vera 220 milljónir krón­ur, sigur Aksel V. Johanne­sen, formaður í Javnaðar­flokkinum. Í minnilutaálitinum siga Aksel V. Johannesen og Kristina Háfoss úr Tjóð­veldi: -Rakstrarvøksturin er tví­faldaður úr 3,5 prosent upp í sjey prosent og avlop landskassans er skert við nærum 300 mió. kr. í mun til játtan­ar­ karm­ar­nar fyri 2020. -Tað er farið úr 501 mió. kr. niður í 224 mió. kr. Orsøkin er, at lands­ stýrið hevur lagt lógar­ upp­skot, ið bera við sær fleiri hundrað milljón­ um krónum. í øktum út­reiðslum og færri inn­tøkum hjá landi og kommunum fyri Løg­ tingið, uttan eitt tað einasta uppskot, ið skal fíggja hetta. - Fyri fyrstu ferð í mong, mong ár, er rakstrarvøksturin nú mun­andi hægri enn inn­ tøku­vøksturin. Heldur hetta áfram fær lands­ kassin aftur hall longu um eitt til tvey ár, siga tey bæði. Broytingar Í mun til framskrivaðu fíggjarlógina, so hevur meirlutin í fíggjar­nevnd­ ini gjørt nakrar broyt­ ingar. Peningur er settur av til at fara undir tunlarnar Norður um Fjall í 2020. Tað hevur ala tíðina ligið í kortunum, at hesir tunlar stóðu næst á skrá eftir at tunnilin til Hvalba er liðugt gjørdur. Eftir ætlan koma tey ígjøgnum millum Hvalba og Trongisvág í summar og eftir sum tað sær út í álitinum hjá meirlutanum í fíggjar­ nevndini, so skal bori­ út­gerðin beinleiðis úr Suður­oy og í Norðoyggjar. Í álitinum mæl­ir meir­ lutin í fíggjar­nevnd­in­i til, at 15 milljónir verða sett­ ar avá figgjarlógini fyri næsta ár til tunlar í Norð­ oyggjum. Ein onnur broyting á samferðsluøkinum er, at meirlutin eisini mælir til at seta pening av til forkanningar í sambandi við Suðuroyartunnilin. Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum segði annars, at rúm var ikki fyri at brúka pen­ing til forkanningar í kom­ andi fíggjarári, men nú mælir meirlutin í fíggjar­ nevndini til at fimm milljónir verða settar av til endamálið í 2020. Kristin Michelsen, sum annars er partur av meirlutanum í fíggjar­ nevndini, mælir til at fram­skunda at gera tunnil til Fámjins. Minka útreiðslurnar Framskrivaða fíggjar­ lógaruppskotið hevði ein vøkstur í útreiðslunum uppá 6,6 prosent, men eftir at hava verið við­ gjørt í fíggjarnevndini, er útriðsluvøksturin mink­ aður niður í 5,9 prosent. Avlopið á fíggjarlógini kom­andi ár verður 220 milljónir, sum uppskotið sær út nú. Hetta er mun­ andi minni enn fram­ skrivaða uppskotið vísti. Tað vísti eitt avlop uppá 500 milljónir krónur. Síðani sjálvt uppskotið var lagt fram, eru nýggjar inn­tøkumetingar gjørdar, um­framt at broytingar, sum til dømis meira pen­ ing­ur til pensjonistar og skattalætti til lærlingar, inn­roknað í uppskotið. -Tíðin hevur verið knøpp, síðan sitandi lands­stýrið tók við. Meiri­lutin harmast um, at tíð ikki hevur verið til neyvari greiningar á fleiri útreiðsluøkingum, so­leiðis at rakstrar­vøkst­ urin kundi verið mink­ aður nakað afturat. -Men samstundis gleðist meirilutin um, at landsstýrimaðurin í fíggjarmálum hevur boð­að frá, at fyrst í kom­ andi ári ætlar lands­ stýrið undir eina til­gongd at fremja til­lag­ingar av rakstrinum, sigur meirlutin í fíggjar­nevnd­ ini í álitinum. Útreiðslurnar eru alt ov stórar á fíggjarlógini Andstøðan finst hvassliga at uppskotinum til fíggjarlóg fyri komandi ár og at útreiðslurnar vaksa við sløkum seks prosentum Hóast tíðin hjá fíggjar­ nevndini at arbeiða, hevur verið stutt, so er for­maðurin rímuliga nøgdur við áltið frá fíggjar­nevndini. Magnus Rasmussen, Sam­bandsflokkurin, vísir greitt á, at heilsu­ver­kið er raðfest høgt og at eisini er í samsvar við tað, sum lovað var undan valinum. Hann vísir eisini á, at peningur er settur av til verkætlanir á sam­ ferðslu­økinum og at pen­ingur ersettur av til at hjálpa fleirmæltum í Før­oyum. Magnus Rasmussen vísir eisini á, at peningur er settur av til at hjálpa børn­um og ungum, sum hava sálarligar av­bjóð­ ingar. -Tíðin hev ur sjálvandi veriðð avmarka, men vit hava skert rakstr­ar­ út­reiðslunar nakað og flutt tær sparingarnar til íløgur, sigur formaðurin í fíggjarnevndini. Nú skal tingið hava aðru viðgerð av upp­skoti­ num til fíggjar­lóg fyri 2020 áðrenn hon verður endaliga samtykt. Raðfesting av Heilsuverkinum Nakrar broytingar eru gjørdar og sparing í rakstri flutt til íløgur Magnus Rasmussen, Sambandsflokkurin, er formaður í fíggjarnevndini Aksel V. Johannesen er formaður í Javnaðarflokkinum