týsdagur 17. desember 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 18. desember 2019 · Nr. 146
Starvsfólkaleiðara
p/f SMS søkir
Samtakið SMS er ein av føroya størstu fyritøkum
við yvir 650 starvsfólkum á lønarlistanum og við
fleiri ymiskum fakbólkum.
Í samtakinum eru SMS, Bónus, Mylnan, og
matar støðini í SMS. Tað eru 13 Bónus og Mylnu-
handlar í alt. SMS er eitt samtak í støðugari
menning, har ongin dagur er líka. Her er høgt til
loftið og møguleikarnir nógvir. SMS leggur dent
á góða tænastu og at hava bestu starvsfólkini til
at røkja mongu uppgávurnar í alsamt vaksandi
virkseminum.
Tín vangamynd
· Tú hevur viðkomandi útbúgving, førleikar og royndir
við fyrisitingarligum uppgávum
· Tú hevur vitan um lógir og reglur á starvsfólkaøkinum,
umframt innlit í sáttmálaviðurskifti
· Tú dugir at halda høvdið kalt undir trýsti og at luttaka í
avgerðargongdum og at finna loysnir
· Tú leggur dent á góða tænastu og kennir týdningin av
at halda tíðarfreistir og avtalur
· Tú hevur eitt jaligt sinnalag, ert fleksibul og dugir at
arbeiða sjálvstøðugt og skipað
· Tú hevur góðan kunnleika til føroyskt, danskt og enskt
í skrift og talu
Høvuðsuppgávurnar eru hesar:
· Leiða og menna HR-økið
· Stuðla og ráðgeva í sáttmála- og starvsfólkaviðurskiftum
· Umsita og avgreiða starvsfólkasáttmálar
· Arbeiða við politikkum og mannagongdum á
starvsfólkaøkinum
· Menna og stimbra starvsfólkini í fyritøkuni til at
røkka okkara málum
· Vera við til at skapa trivnað og arbeiðsnøgdsemi
· Útvega starvsfólk til ymisku arbeiðsplássini í fyritøkuni
Umsókn
Umsókn við lívsrensli (CV), avriti av prógvum og
viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til
starv@sms.fo í seinasta lagi 1. januar 2020.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Vilt tú hava meira at vita?
Set teg í samband við Niels Mortensen, stjóra,
á tel 341900.
Sum starvsfólkaleiðari fært tú eitt fjøl-
broytt og avbjóðandi starv í eini vinnu í
menning.
Vit vænta, at tú dugir at arbeiða yvir-
skipað og at samstarva við nógv ymisk
starvsfólk og ymsar fakbólkar. Hjá p/f
SMS hava leiðararnir dagligu starvsfól-
kaábyrgdina, og tú skalt kunnað veita
ráðgeving innan HR og leiðslu, umframt
at tryggja vælvirkandi fyrisitingarligar
mannagongdir og skipanir. Starvsfólka-
leiðarin vísir til leiðsluna.
Vit bjóða
Eitt áhugavert og fjølbroytt starv í eini dyna-
miskari fyritøku í støðugari menning, har nógv
hendir og ferðin ofta er høg. Starvið inniber
spennandi, fakligar avbjóðingar, har tú fert at
standa á odda fyri at stimbra og menna starvs-
fólkaøkið í p/f SMS tvørtur um allar handlarnar
í samtakinum. Tú fært møguleika at seta tín
dám á starvsfólkaøkið.
Løn- og setanartreytir
Løn og treytir eru sambært avtalu. Starvs-
staðurin er á skrivstovu okkara á Trapputrøð í
Tórshavn.
Kundi tú hugsa tær at staðið á odda fyri starvsfólkaøkinum í eini av
Føroya størstu fyritøkum? So er tað kanska tær, vit leita eftir.