Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-17, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. desember 2019síða 30

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. desember 2019 · Nr. 146 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sjúrður Hildarson Hoydal Mánadagin klokkan tólv av­dúk­ ar Fótbóltssambandið nýggja før­oyska landsliðsvenjaran. Hann er úr Svøríki og eitur Håkan Ericson. Miðlarnir, ið eru møttir til fundin siga ikki nógv. Umboðini fyri Sosialin kenn­ast so ikki við andlitið ella navn­ið í fyrstu atløgu, men vit hava sæð andlitið fyrr kortini. Tað gerst greitt, tá ið Fót­ bóltssambandið setur eitt sjón­ brot á stórskýggjan. Tað er av finaluni við EM fyri U21-lands­ lið í 2015. Hetta minnast vit. Vit síggja William Carvalho úr Portugal skjóta brotsspark, sum svenski málverjin, Patrik Carl­gren bjargar. Vit hoyra svenskar frásøgumenn geyla í ov­farakæti, tí Svøríki er Evropa­meistari. Leikararnir tveita seg um hvønn annan í ein­um stórum trunka á miðum vølli. Har eru nakrar av svensku stjørnunum, sum vóru á Tórsvølli fyri trim­ um mánaðum síðani. Vit kenna aftur Victor Lindelöf, John Guidetti og so mannin í klædn­inginum sum tveitir seg í trunkan við leikarunum: Håkan Ericson, ið er venjarin, sum hevur fingið størsta svenska úrslitið í nýggjari tíð. Nú skal hann standa á odda fyri føroyska landsliðnum. Vit skulu venja okkum við svenskt Eftir sjónbrotið tekur Håkan Eric­son orðið. Hann tosar á svenskum, og ger greitt, at so­ leiðis fer tað at vera á kom­ andi tíðindafundum. - Tit siga bara til, um tað er okkurt tit ikki skilja, men eg havi frætt, at tit duga væl svenskt, sigur ein brosandi Håkan Eric­son, áðrenn hann greiðir frá hvussu væl honum hevur dámt hetta fyrsta samdøgri av mongum í Føroyum. Hann fer fram­ haldandi at vera búsitandi í Svøríki, men ætlar sær kortini at verða nógv í Føroyum. Góð avbjóðing og góðir møguleikar Hann er komin til Føroya eftir at umboð frá FSF fyrstu ferð hittu venjaran í Stokkhólmi fyri einum tveimum vikum síða­ni, og venjarin fekk alt fyri eitt áhuga fyri starvinum. - Eftir tann fundin fekk eg eina fatan av einum fót­bólts­ sam­bandið, sum arbeiðir við skili og vil flyta seg fram, hóast fáar pengar, sigur venjarin og leggur afturat: - Mær dámar avbjóðingar og verkætlanir, ið hava góðar menn­ingarmøguleikar, sigur nýsetti venjarin, áðrenn hann hug­leiðir um vónirnar við fyndar­orðum: Hittinorðaður venjari - At vænta at vit skulu til eitt endaspæl, haldi eg er ørt. Men eg haldi at tað er eins ørt at siga tað vera ógjørligt, tekur lands­ liðsvenjarin til. Tað er einki at ivast í, at venjarin heldur sinnalag og hug­burð vera umráðandi dygd­ ir. Og Håkan Ericson leggur stóran dent á sálarligu venj­ing, sum hann hevur lært frá góð­ um fólki. - Eg havi ein gubba, ið eg havi lært frá. Hann eitur Lars-Eric Uneståhl, er kendur svenskur sálarfrøðingur og undan­ gongumaður í sálarligari venj­ ing í øllum heiminum og hann plagar at siga soleiðis: - Tað, einasta, sum er ógjør­ ligt at siga um framtíðina er, at nakað er ógjørligt. - Teimum orðunum livdu vit eftir á U21-landsliðnum, tá ið vit vunnu EM, sigur Håkan Eric­son, sum leggur dent á nógv annað enn sjálv úrslitini. Vil nýta nýmótans greiningar Venjarin arbeiðir við nógv­ um tølum. Hann hevur verið í starvi, sum greinari av hag­ tølum í svenska fót­bólts­sam­ bandinum áðrenn hann gjørd­ ist venjari, og slíka greining brúkar venjarin nógv í sínum virk­semi. - Eg arbeiði nógv við metur- tølum, lyklatølum og ”key per­ formance index”, og tað vóni eg at kunna nýta her í Føroyum, sigur venjarin og leggur aftur­ at, at tá fær hann serliga máta um landsliðið mennir seg rætta vegin, uttan at hugsa um úrs­ litið hevur verið 1-0 sigur ella 1-0 tap. Góð góðska í Føroyum - Vit skulu spæla seks lands­ dyst­ir í næstum, og eg eg haldi at nógv sær gott út. Eg síggi at leikararnir hava sum heild fína tekniska góðsku, og hjá fleiri leikarunum er hon sera góð. Teir hava góða skipan, góð­an aga og ein vilja at spæla álops­fótbólt, sigur venjarin, ið heldur at ein veikleiki í dystum er, at avgerðir í trýstum støðum ov ofta verða tiknar í iva, uttan at hava tamarhald á støðuni. Nógv gott at arbeiða við - Kanska skulu vit hækka okk­ ara støðið, tá ið tað kemur til at skapa málmøguleikar, hava bóltin á hálvuni hjá mót­støðu­ ni, og verða tryggari í upp­ spælinum, hugleiðir venjarin um avbjóðingarnar fyri framm­ an. Og her er gott grundarlag, heldur venjarin. - Føroyar skapa tríggjar risa­ stórar møguleikar ímóti Svøríki seinast, og áttu í roynd og veru at vera á odda í dystinum, stað­ festir venjarin, sum tá kundi fegnast um, at Svøríki vann 3-0 á heimavølli. Gleðir seg at uppliva Tórsvøll og Skansan Håkon Ericson hevur serliga fing­ið innlit í føroyskan fót­ bólt ígjøgnum hesar dystir ímóti Svøríki seinastu árini, og hann heldur nógv um føroyska heima­vøllin, fjeppararnar og hug­burðin. Venjarin fær eitt sælt bros um andlitið og minnist aftur á seinasta dystin ímillum Før­ oyar og Svøríki á Tórsvølli. - Fjeppararnir, sum trumma hóast liðið er aftanfyri 4-0, og sum syngja í 94 minuttir, teir vísa rætta hjartað, sigur venj­ arin meðan hann slær hond­ina á bringuna á sær, og røddin FÓTBÓLTUR Nýggi føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, er bjartskygdur maður, sum ikki vil hoyra talan um at nakað skal vera ógjørligt. Sosialurin hitti føroyska landsliðsvenjaran mánadagin HÅKAN: HÅKAN: -TAÐ -TAÐ ER ØRT AT SIGA ER ØRT AT SIGA NAKAÐ VERA NAKAÐ VERA ÓGJØRLIGT ÓGJØRLIGT