týsdagur 17. desember 2019síða 31
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 18. desember 2019 · Nr. 146
FÓTBÓLTUR
skelvir eitt vet. Hann gleðir seg
heilt vist til sín fyrsta heima
dyst í Føroyum. Tað sleppur
hann í september, tá ið næsta
Nations
League
kappingin
byrjar. Áðrenn tað hevur hann
nógv at fyrireika.
Hevur nógv at læra
- Nú snýr tað seg um hjá mær,
at seta meg inn í føroysku
mentanina og serliga fótbóltin.
- Eg havi sjálvandi eina
ímynd av hvussu eg vil spæla
fótbólt, men nógv snýr seg um
hvørjar møguleikar vit hava, og
eg fari nú undir at heilsa upp á
og frætta sjónarmiðini hjá fyrst
og fremst leikarum og venj
arum. Men eisini tykkum tykk
um í miðlunum, sigur venjarin..
- Mær tørvar hjálp, og eg
vóni eg fái tað hjálp hesa
fyrstu tíðina – og gjarna alt
tíðarskeiðið eisini, sigur Håkon
Ericson áðrenn hann at enda
greiðir frá hvat hann veit um
føroyska landsliðið.
- Eg veit at tit høvdu eina frá
líka undankapping til HM í 2018
og fingu átta stig. Og eg veit
um sigrarnar á Grikkalandi. -
Sterkt, staðfestir venjarin og
leggur afturat at hann veit um
nakrar leikarar, men at hann
vónar at vita nógv meira um
nakrar mánaðar.
At Håkan Ericson skuldi ger
ast venjari, var ikki óvæntað
fyri fólk í Norrköping og
Svøríki.. Tí í Svøríki minnast
tey minnast tey pápa før
oyska landsliðsvenjaran við
stórari gleði.
Georg ”Åby” Ericson var
leikari í IFK Norrköping í
fýrati- og fimmtiárunum,
har hann vann tvey meist
araheiti. Frá 1958 til 1966 var
hann so venjari hjá barn
dómsfelagnum, sum hann
førdi til fimm meistaraheiti
afturat.
Síðani var gjørdist hann
triði landsliðsvenjarin hjá
Svøríki og tann fyrsti at vera
settur í fulla tíð.
Hetta starvið røkti hann
frá 1970 til 1979, og tað eydn
aðist at føra Svøríki til tvey
HM-endaspøl.
Serliga kappingin í 1974 er
minnilig í Svøríki. Tá endaði
Svøríki sum nummar fimm
í heiminum, eftir sigrar á
Jugoslavia og Uruguay, og
javnleikum ímóti Bulgaria
og finalistunum úr Niður
londum.
HM í 1978 byrjaði sera
væl fyri Svøríki, ið legði seg
á Svøríki á odda ímóti Bra
sil í fyrsta dystinum. Bra
sil svaraði kortini aftur
og dysturin endaði 1-1. Tað
gjørdust einastu svensku
stigini í kappingini, og Georg
Åby Ericson gavst sum venj
ari á hægsta støði.
Georg
Åby
Ericson
andaðist í 2002, 82 ára gamal.
Seinni sama árið tók sonurin
við sum venjari í IFK Norr
köping.
Pápin er fótbólts
ímynd í Svøríki
Verður hugt eftir úrslitunum
hjá nýggja føroyska lands
liðsvenjaranum er eitt úrslit
sum lýsur nógv sterkast:
Evropameistaraheitið
fyri
U21-landslið.
Håkan Ericson var settur
sum venjari á svenska U21-
landsliðnum
saman
við
Tommy Söderberg í 2011. Í
2014 gjørdist Håkan Ericson
einsamallur høvuðsvenjari,
og eitt ár seinni kom størsta
svenska úrslitið í nýggjari
tíð.
Í undankappingini eydn
aðist tað at basa Fraklandi
í dysti, har fraklendingar
hildu seg hava avgjørt dystin
í 88. minutti, og háðaðu sviar
við einari heilsan. Hendan
heilsan var beind beint aftur
til fraklendingar minuttin
seinni, tá ið Svøríki skoraði
avgerandi málið. Heilsanin,
sum
mundi
ímynda,
at
hitt liðið er langt burturi,
gjørdist síðani ímyndin av
svenska EM-gullinum, sum
var vunnið eftir dystir ímóti
Portugal, Italia, Onglandi,
Danmark og so Portugal
aftur í finaluni, har Svøríki
vann eftir brotssparkskapp
ing.
Tvey
ár
seinni
førdi
Håkan Ericson aftur U21-
landsliðið til EM og endaði
frammanfyri eitt nú Spania
og Kroatia í undankapp
ingini. Men í endaspælið
gekk ikki eins væl og Svøríki
vann ongan dyst. Samstarvið
millum Håkan Ericson og
svenska fótbóltssambandið
endaði stutt eftir.
Håkan førdi
Svøríki til EM-gull
59 ára gamal úr Norrköping í
Svøríki
Giftur við Lottu í 28 ár
Børn: Jacob og Lovisa
ROYNDIR SUM VENJARI:
FK Kick (1983-85)
Råsunda IS (1987)
Väsby IK(1990-91 og 1993-95)
Vasalunds IF (1992)
Motala AIF (1997-98)
Nacka FF (1999)
IFK Norrköping (2002-03)
Svøríki U21 (2011-2017)
Føroyar (2019-)
HEIÐRAR OG AVRIK:
Evropameistari við U21-
landsliðnum í 2015.
Ársins venjari í Svøríki í 2015
HÅKAN GEORG
ERICSON