Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. desember 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 241 - 16. desember 2004 Eivind av Reyni, Reyni Service: – Vit umhugsa at byggja á økinum – Vit hava keypt økið sunnanfyri P/F Mein- hardt Arge, tí vit vildu tryggja okkum eitt sentralt pláss í høvuðsstaðnum, men enn hava vit ikki tikið endaliga avgerð um, hvussu økið skal nýt- ast. Tað verður so í øllum førum til bila- endamál, sigur Eivind av Reyni, stjóri KEYP Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað kann kanska tykjast eitt sindur undarligt, at ein bilasøla selir eitt gott og sjónligt grundøki, har teir sjálvir sýna sínar bilar fram, til ein av sínum kappingar- neytum. Men hetta hevur so P/F Meinhardt Arge, sum hevur bilasølu við Oyggjar- vegin, valt at gera. Finnbogi Arge, stjóri, segði við ÚF týsdagin, at teir høvdu fingið eitt gott tilboð frá bilasøluni, P/F Reyni Service, sum teir hava tikið av. Hann helt, at tað kann vera ein fyrimunur fyri bilasøluna hjá honum, at ein onnur bilasøla verður næsti granni. Orðini hjá Finnboga Sosialurin hevur spurt stjóran hjá Reyni Service, Eivind av Reyni, hvussu nógv teir hava goldið fyri nevnda grundøkið, sum er einar 2.600 fermetrar stórt. – Partarnir eru samdir um ikki at upplýsa prísin, men eg vil vísa til tað, sum Finnbogi sigur, at vit góvu teimum eitt gott tilboð upp á hetta økið, sum annars ikki hevur verið lýst til sølu í bløðunum. Eivind er annars samdur við stjóranum hjá Mein- hardt Arge um, at tvær bila- sølur á økinum kunnu skapa ein enn størri skara av viðskiftafólki, enn tann eina bilasølan skapar einsa- møll. Spurdur, hvat Reyni Service ætlar sær at brúka økið til, sigur hann: – Nú hava vit júst keypt hetta økið, og tí hava vit enn ikki tikið nakra enda- liga avgerð um, hvussu tað skal brúkast. Men greitt er, at vit í øllum førum fara at sýna okkara bilar fram á økinum. Eivind sigur, at enn er óvist, hvørjar bilar, teir fara at hava standandi við Oyggjarvegin. Annað bilamerki? – Sum er, selja vit bara Toyota-bilarnar og onkran Iveco-bil, sum eru smáir lastbilar. Tað verður so ikki Iveco-bilarnar, sum vit fara at sýna fram við Oyggjar- vegin, tí vit selja bert nakrar heilt fáar av hesum slagnum. Spurdur, um talan kann blíva um onnur bilamerki, sum ikki eru umboðað í Føroyum í dag, sigur hann, at tað verður tað neyvan. Tað liggur kortini í luft- ini, tá ið tú tosar við Eivind, at teir hava okkurt annað bilamerki, sum er í Føroy- um í dag, í kvittanum. Men hann vil í løtuni ikki siga nakað ítøkiligt um tað. – Tað er ikki vist, at vit keypa hetta økið til Toyota- bilarnar. Talan kann gerast um annað bilamerki. Allir møguleikar eru opnir, er tað, sum Eivindur vil siga um hetta. Hinvegin sigur hann, at tað er heldur trongligt við bilasøluna í Hoyvík, og tí er tað ikki óhugsandi, at nakr- ir bilar í fyrstu syfti verða settir oman á nýggja økið. Umhugsa at byggja Eivind av Reyni vísir á, at bilasølan í Føroyum hevur verið minkandi seinastu árini, men kortini útilokar hann ikki, at Reyni Service fer at byggja ein bygning á økinum, áðrenn langt um líður. – Men tað er ikki hetta, sum liggur fremst í hugan- um beint nú. Vit hava í fyrstu syfti viljað tryggjað okkum ein sjónligt øki, sum liggur væl fyri í Havn- ini. Síðan mugu vit síggja, hvat framtíðin býðir okk- um. Økið liggur við ferðsluríkan veg, har bilar- nir, sum koma at standa á økinum, eru sjónligir. Vit síggja hetta økið sum ein stóran fyrimun í okkara virksemi. Eivind av Reyni sigur, at teir eru rættiliga væl út- gjørdir á verkstaðnum í Hoyvík, og tí er væl hugs- andi, at ein møguligur nýggjur bygningur á økin- um við Oyggjarvegin í fyrsta lagi verður nýttur til framsýning av bilum. Hetta er grundøkið, sum bilasølan, P/F Meinhardt Arge, nú hevur selt bilasøluni, P/F Reyni Service. – Vit vilja tryggja okkum eitt sjónligt øki, sum liggur væl fyri í høvuðsstaðnum, sigur Eivind av Reyni Mynd: Álvur Haraldsen - Sølan av bilum minkaði eini 20% í fjør, og alt bendir á, at minkingin í ár verður 20% aftrat, sigur Eivind av Reyni, stjóri BILASØLA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er ikki ein rúkandi bilasøla í løtuni, sum hevur fingið P/F Reyni Service at keypa økið sunnanfyri bilasøluna hjá P/F Meinhardti Arge við Oyggjarvegin. Eivind av Reyni, stjóri, sigur, at bilasølan í fjør minkaði við umleið 20%, og tey vænta, at minking- in í ár eisini fer at verða eini 20%. Spurdur, hvussu gingist hevur við bilasøluni hjá Reyni Service, sigur hann, at minkingin hjá teimum hevur fylgt mið- altalinum, t.v.s. at sølan er minkað við umleið nevndu 20% um árið - seinastu tvey árini. – Hetta er ein rættiliga stór minking, og vit mugu bara ásanna, at vit hava mist sama marknaðarpart sum hinir, ið selja bilar. Vit teljast millum tær stóru bilasølurnar í land- inum, og tí er ikki undar- ligt, at vit eisini missa sama marknaðarpart sum hinir. Eivind sigur, at summar bilasølur hava havt eina minni minking – og aðrar eina uppaftur størri enn hesi 20% seinastu tvey árini. Flestar bilar Stjórin fegnast tó um, at Toyota-bilarnir, sum P/F Reyni Service selir, eftir øllum at døma verða mest seldu bilar í ár. – Tann 1. november lógu vit einar 70 bilar frammanfyri Mazda-bil- arnar, sum lógu á øðrum plássi. Í fjør vórðu nakrir fleiri Mazda-bilar seldir enn Toyota-bilar, sigur Eivind av Reyni at enda. Reyni Service merkir eisini minkingina – Tað er ikki ein rúkandi bilasøla í løtuni, sum ger, at vit hava keypt økið sunnanfyri bilasøluna hjá P/F Meinhardt Arge, sigur Eivind av Reyni, stjóri