Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. desember 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 241 - 16. desember 2004 9 Einki at finnast at í starvs- setan Løgtingsins Umboðs- maður hevur viðgjørt eina klagu um starvsset- an av yvirportøri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, men hevur einki at finn- ast at. Í klaguni var millum annað ført fram, at eing- in verulig setanarnevnd hevði viðgjørt umsókn- irnar, at einki skrivligt tilfar var frá hesari við- gerðini, at setanar- nevndin ikki hevði havt fakligan førleika til at meta um umsøkjararnar, at ongar starvssamrøður høvdu verið við um- søkjararnar, at grund- gevingarnar til vrakaðu umsøkjararnar ikki vóru nøktandi, og at setanin átti at ganga umaftur. Umboðsmaðurin kom til ta niðurstøðu, at ein setanarbólkur hevði við- gjørt málið. Hann helt ikki grundarlag vera fyri at finnast at manna- gongdini hjá setanar- bólkinum og dugdi ikki at síggja, at avgerðin bygdi á ósaklig fyrilit. Umboðsmaðurin hevði tí ongar viðmerkingar til sjálva avgerðina, eins og hann ongar viðmerking- ar hevði til, at setanar- samrøður bert høvdu verið við setta umsøkj- aran. Umboðsmaðurin stað- festi, at grundgevingin, sum var givin vrakaðu umsøkjarunum í fyrra umfari, ikki var nøkt- andi. Av tí, at nýggj skriv við nøktandi grundgevingum vóru latin hesum umsøkjar- unum, gjørdi umboðs- maðurin ikki meira við hendan spurningin. Umboðsmaðurin varn- aðist, at hóast vrakaðu umsøkjararnir høvdu biðið Klaksvíkar Sjúkrahús um innlit í øll skjølini, høvdu teir ikki fingið innlit í upplýs- ingar í nøkrum innan- hýsis skjølum, sum við- víktu teimum. Umboðs- maðurin valdi at taka hendan spurningin upp til viðgerðar, og hann gav Klaksvíkar Sjúkra- húsi eina átalu fyri handfaringina av hesari umbønini um innlit. Lekar settu ferðina niður Arbeiðið at gera Norðoyatunnilin er ikki longur framman- fyri tíðarætlanina, tí tað gekk so seint í eina tíð. Nógvir lekar seinkaðu arbeiðnum Klaksvíksmegin, men nú gongur betur aftur TUNNIL Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo November mánaði var ein strævin mánaði í Norðoya- tunnlinum, men nú gongur aftur frægari. Arbeiðið Klaksvíksmeg- in gekk sera seint í eina tíð, tí tað vóru so nógvir lekar, og tíðin, sum arbeiðið var frammanfyri tíðarætlanina, varð etin upp eftir fáum vikum. – Vit vóru eitt skifti tríggjar vikur frammanfyri tíðarætlanina, men nú fylgja vit aftur tíðarætlan- ini. Tað kom væl við, at vit vóru frammanfyri tíðina, tá vit rendu okkum í lekarnar, sigur Dávur Reinert Han- sen, stjóri í Norðoyatunnl- inum. Seinasta uppgerðin hjá Norðoyatunnlinum vísir, at arbeiðið er komið umleið 1500 metrar Klaksvíks- megin og góðar 2200 metr- ar Leirvíksmegin. Saman- lagt eru arbeiðsfólkini og maskinur komnar ígjøgn- um eini 60 prosent av tunnlinum. Høvdu roknað við trupulleikum Tað var roknað við, at tað kundu koma lekar undir Háfjalli, og so varð eisini. Tað gekk í grundin betur enn væntað í eina tíð, men so kom vatnið. – Borðoyarmegin fara vit niður ígjøgnum fláirnar, og tí vistu vit, at tað kundi verða ótætt í støðum. Har- afturat er vatntrýstið undir Háfjalli so stórt, at lekarnir gerast stórir, og tað krevur nógv at tetta teir, sigur Dávur Reinert Hansen. Leirvíksmegin hava tað ikki verið líknandi lekar, og tað kemst av, at har fer tunnilin við fláini niðureftir. Klaksvíksmegin ganga flá- irnar øvugtan veg av bor- ingini, og tí er tað meira óvist við arbeiðnum har. Hava sproytað alt Tá ið lekarnir gerast so um- fatandi, sum teir vóru í Norðoyatunnlinum einu tíðina, verður nógv sement brúkt til at tetta við. Sem- entið verður sprænt inn sprekkurnar, og nýtslan av hesum sementi hevur verið so stór, at tey 1100 tonsini, sum vóru við í avtaluni at gera tunnilin, eru brúkt. Avtalan er tann, at byggi- harrin skal gjalda fyri tey fyrstu 1100 tonsini, og verður nýtslan av sementi meira enn tað, skal p/f Norðoyatunnilin gjalda helvtina av kostnaðinum fyri restina. – Vit hava brúkt øll tey 1100 tonsini, og vit hava sett á meira, men tað er lítið brúkt út yvir tað, sigur Dávur Reinert Hansen. Vóna at sleppa undan Hvørja ferð eitt tons verður brúkt av sementinum, kost- ar tað millum trý og fýra túsund krónur. – Hvussu stórur eyka- kostnaðurin av hesum verð- ur, veldst nógv um nøgdir- nar, sum vit koma at brúka. Vit hava fyrireikað okkum til, at tað kunnu koma lekar aftur, men vit vóna at sleppa undan fleiri stórum lekum, sigur Dávur Reinert Hansen. – Nú vóna vit, at arbeiðið fer at ganga væl í eina tíð, so at vit kunnu vinna fram um tíðarætlanina aftur. Jarðfrøðisliga skuldu vit nú gjarna nærkast einum parti, sum skuldi verið betur at arbeitt í, sigur hann. Jólafrí Arbeiðið við Norðoya- tunnlinum heldur fram í eina slaka viku afturat, og tann 22. desember verður farið í jólafrí. Einki arbeiðið verður millum jólanna, men mána- dagin 3. januar 2005 verður lagt til brots aftur. Æltanin er framvegis, at Norðoyatunnilin skal verða skotin ígjøgnum næsta summar – helst í juni mán- aði næsta ár.å Norðoya-tunnilin Arbeiðið at gera Norðoyatunnilin byrjaði í Leirvík í desember mánaði 2003. Í apríl 2004 var farið undir arbeiðið Klaksvíksmegin. Tunnlin verður 6,3 kilometrar til longdar, og góðir 3,7 kilometrar eru nú borðaðir. Ætlanin er, at tunnilin skal verða skotin ígjøgnum í juni mánaði 2005. Koyrandi skal verða undir Leirvíksfjørð miðskeiðis í 2006. Norðoyatunnilin er mettur at kosta umleið 355 milliónir krónur. Landið rindar 235 milliónir við partapeningi, og restin skal fíggjast við nýtslugjaldi. P/F Norðoyatunnilin eigur og rekur tunnilin,til hann er goldin,Tá fellur hann aftur til landið. – Vit vóru eitt skifti tríggjar vikur frammanfyri tíðarætlanina, men nú fylgja vit aftur tíðarætlanini. Tað kom væl við, at vit vóru frammanfyri tíðina, tá vit rendu okkum í lekarnar, sigur Dávur Reinert Hansen, stjóri í Norðoyatunnlinum Mánakvøldið fer ný- valda býráðið í Klaks- víkar kommunu at skipa seg. Tjóðveldis- flokkurin og Fólka- flokkurin skulu stýra kommununi næstu fýra árini POLITIKKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Mánakvøldið var avtalan millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin um samstarv í Klaksvíkar bý- ráði næstu fýra árini stað- fest. Fáar dagar eftir valið funnu hesir flokkarnir sam- an, men teir hava ongantíð gjørt nakra endaliga avtalu. Samstundis hava flokkar- nir, sum endaðu uttanfyri, roynt av øllum alvi at sloppið upp í part, men tað hevur ikki eydnast. Fólkaflokkurin og Tjóð- veldisflokkurin halda fast um samstarvið teirra mill- um, og flokkarnir eru ikki sinnaðir at gera nakað breitt samstarv í býráðnum, so- leiðis sum flokkarnir í minnilutanum hava mælt til. Skipa seg mánakvøldið Nýggja býráðið skal form- liga skipa seg á fundi mánakvøldið, og tá skulu tær ymsu nevndirnar eisini veljast. Enn eru nøvnini á for- monnum og nevndarlimum ikki komin fram alment, men tað er greitt, at Fólka- flokkurin skal hava for- mannin í fýra nevndum – Havnanevndini, Teknisku nevnd, Byggi- og býarskip- anarnevndini og Mentanar- nevndini. Tjóðveldisflokkurin fær borgarstjóran og formenn- inar í trimum nevndum – Fíggjarnevndini, Sosialu nevnd og Heilsunevndini. Klaksvíkar býráð skal nú skipa seg