hósdagur 16. desember 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 241 - 16. desember 2004
Hetta er tann tíðin, tá tað alt ov oftani kemur
fyri, at vanlukkur henda í ferðuni, vanlukkur,
sum hava skaða ella deyða við sær. Einki kann
vera verri enn slíkar høpisleysar og meinings-
leysar vanlukkur í nógvu jólaferðsluni. Hvussu
oftani koma ikki deyðboðini frá einum ferðslu-
óhappi beint undan jólum. Hví eisini júst á
jólum plagar at verða tikið til, tá miðlarnir boða
frá hesum ótespiligu tíðindum.
Tað er greitt, at hetta er ein ring tíð til ferðslu.
Bæði tí at skjótt verður myrkt og tí sýnið er sera
ringt, tá myrkur og regn renna saman. Eru fólk
í svørtum klæðum og ikki brúka endurskin, so
er næstum ómøguligt hjá bilførarum at fáa
eygað á tey. Og tað er nettupp oftani undir slík-
um umstøðum, at jólaóhappini henda í ferðsl-
uni.
Heit verður her á øll, bæði bilførarar og fólk til
gongu, um at vanda sær eyka nógv í ferðsluni
hesa ársins tíð. Vit øll hava eina skyldu og
ábyrgd í hesum sambandi. Tað ræður um at seta
ferðina niður, tá koyrt verður í tættbygdum øki,
við gonguteigar og har skúlar liggja nær
vegnum.
Taka vit Havnina við síni nógvu ferðslu, so
finnast
her
mong
serliga
vandamikil
ferðslu"støð". Eitt teirra er uttan fyri handilin
hjá Gunleivi við Landavegin. Her verður
parkerað sum best ber til, tá farið verður til
handils. Koyringin til og frá er sera tilvildarlig,
og er nógv ferðsla og ringt sýni er ikki lukkuligt
at vera til gongu. Og soleiðis kunnu dømi
finnast kring allan býin.
Tó skal sigast, at myndugleikarnir hava gjørt
nógvar ábøtur seinastu árið, tó oftani fyrst eftir,
at óhapp og vanlukkur hava verið í teimum
vandamiklu plássunum. So løgið tað nú ljóðar,
so skulu tað oftani henda vanlukkur fyrst,
áðrenn neyðugu ábøturnar verða gjørdar.
Saknur er annars í einum føstum ferðslutátti í
okkara útvørpum, sum javnan sigur frá vand-
unum í ferðsluni. Hetta kundi so aftur verið
nakað, sum tryggingarstovnar á einhvønn hátt
stuðlaðu, tí tað má vera í teirra áhuga, at so fá
menniskju og bilar sum gjørligt og helst eingi,
koma til skaða.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Verið varin
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Jóannes Eidesgaard
løgmaður
Allar donsku lógaráseting-
arnar, ið nú eru kunngjørd-
ar, hava verið í Løgting-
inum, og kunngjørdu sátt-
málarnir vóru galdandi
frammanundan.
Løgmaður fer ikki at
biðja Løgtingið viðgera
lógir og sáttmálar, ið longu
eru í gildi.
Hergeir Nielsen, ting-
maður Tjóðveldisfloksins,
hevur í bløðunum 8. de-
sember sett mær nakrar
spurningar um kunngering
av ískoytum til NATO-sátt-
málan og av donskum
ríkislógum og kunngerðum
herfyri í Kunngerðablað-
num B. Høgni Hoydal
hevur tikið sama spurning
upp í fyrispurningi til
danska forsætisráðharran í
Fólkatinginum. Her sigur
hann, at ein røð av lógum
og altjóða sáttmálum, sum
Løgtingið ikki hevur við-
gjørt, eru kunngjørd í no-
vember 2004. Hetta er ikki
rætt.
Viðvíkjandi altjóða
krígsbrotsdómstólinum
Fyrst skal verða greitt frá,
at slíkar lógarkunngerðir,
sum her verður talað um,
eru samanskrivingar av
upprunalógini við øllum
broytingarlógum, sum eru
gjørdar seinni. Allar lógar-
broytingar, sum eru gjørdar
í upprunalógini eru form-
liga góðkendar av Løgting-
inum. Tí broytir saman-
skrivaða kunngeringin ikki
rættarstøðuna, men talan er
um eina pedagogiska hjálp
til borgarar og politikkarar
at fáa greiðari yvirlit yvir,
hvat er galdandi.
Kunngerðin av saman-
skrivaðu lógunum er gjørd
eftir føroyskum ynski, tí tað
ger, at borgarin fær betur
kunning um innihaldið í
lógunum.
Viðvíkjandi kunngering-
ini herfyri av donsku kunn-
gerðini um morarentusatsin
Í hesum hevur landsstýr-
ismaðurin í innlendismál-
um longu svarað. Her er
svarið, at hetta eisini er eftir
bókini, tí ásetingin hevur
heimild í danskari ríkislóg,
ið longu er sett í gildi her
eftir galdandi reglum.
Somuleiðis
svaraði
landsstýrismaðurin spurn-
inginum um lógarkunnger-
ingina av samanskrivaðu
lógini um dómstólin fyri
krígsbrotsverk. Lógin varð
sum ríkislógartilmæli løgd
fyri Løgtingið í 1996, og
uppskotið varð einmælt
samtykt. Talan er nú um
eina
samanskriving
av
lógini við seinni broyting-
um til tess á ein greiðari
hátt at kunna almenningin í
Føroyum um galdandi rætt-
arstøðuna.
Kunngering av altjóða
sáttmálum
Fyrst er at siga, at NATO-
limaskapurin hjá Kongsríki
Danmarkar fevnir eisini um
Føroyar. Hetta er ein veru-
leiki, antin einum dámar
tað ella ikki. Tá ið Dan-
mark staðfestir ein altjóða-
rættarligan sáttmála, eitt nú
NATO-sáttmálan frá 1949
og seinni sáttmálar (fylgi-
skjøl) um nýggjar NATO-
limir, verða eisini Føroyar
bundnar av hesum, uttan so
at umveldisfyrivarni verður
tikið fyri Føroyum. Tað er
ikki gjørt í hesum førinum.
Tað, at ein altjóðarættar-
ligur sáttmáli verður lýstur
í Føroyum, er at skilja sum
ein kunning til borgaran
her. Spurningurin, um ein
slíkur sáttmáli er galdandi
fyri Føroyar, er hafturímóti
púra óheftur av, um hann er
kunngjørdur her ella ikki.
Eitt nú er sáttmálin (fylgi-
skjalið)
frá
1955
um
NATO-limaskap
Vestur-
týsklands, sum landið æt tá,
longu galdandi í Føroyum,
hóast hann ikki er lýstur her
fyrr enn nú.
Soleiðis er við altjóða-
rættarligum
sáttmálum.
Øðrvísi er við lógum, tí tær
skulu harafturímóti verða
kunngjørdar í Føroyum fyri
at galda her, bæði tá ið
talan er um danskar ríkis-
lógir og lógir givnar av
Løgtinginum.
Eingin grund til stúran, alt er farið rætt fram
John S. Myllhamar
So fekk papparazzi liðið
aftur eina »góða søgu« at
endurtaka eina tíð frameftir
um ein løgreglumann, sum
er tikin við ov høgari pro-
millu. Nú skal so hendan
familjan seigpínast í tíð-
indasendingum fram móti
jólum. Fáur man verja tað,
tá ið vit stíga skeiv spor í
lívinum. Men slíkum mál-
um sum hesum, eiga politi
og dómsvaldið at taka sær
av og døma um, og ikki
nakrir sensatiónshungrandi
og kyniskir gøtudreingir í
Havn, sum einki duga at
takast við uttan at smíða
onkra gølu.
Tá ið útvarpið og sjón-
varpið endiliga skal leggja
seg eftir at jagstra hin ein-
staka føroyingin, hví so
ikki hava somu lóg gald-
andi fyri øll og viðgera
teirra egna starvsfólk á
jøvnum føti við øll onnur?
Um loftmiðlarnir endiliga
skulu fremja mannajagstr-
an, so er lívsførslan hjá
føroysku loftmiðlafólkun-
um og familjum teirra,
minni enn so fullkomin. So
har er eisini okkurt at fara
eftir. Ongantíð hava vit
hoyrt teir havt ein tíðinda-
stubba um, at starvsfelagar
teirra, dýrandi fullir hava
gjørt tónleikasendingar ella
lisið tíðindini í útvarpinum
og sjónvarpinum. Hetta er
hent meira enn einaferð.
Tað hevði eisini verið ein
yvirskrift at komið tivandi
og algoystir við. Men so
eigasørt. Ikki so mikið sum
ein umbering, tá ið menn
eru um at detta av framman
fyri mikrofonini. Útvarps-
fólkið er sostatt friðhalgað.
Nú hevur so Jógvan á
Lakjuni givið teimum enn
meira vald við at herða
monopolveldið við einum
starvsfólkahópi í útvarpi og
sjónvarpi
undir
einum
einaráðandi stjóra. Hetta
lítla einsporaða herliðið,
sum verður lønt við 3.500
krónum í tvingsulsgjaldi
frá hvørjum húsarhaldi í
landinum, eigur nú loft-
miðlarnar og kann við tess
tilkliptu og subjektivu tíð-
indum tyrannisera verju-
leys menniskju, sum ofta
ikki duga at verja seg, ella
ongan møguleika hava til
tess.
Ja, ikki ólíkt italienska
Berlusconi tilstandinum.
Familjur jagstraðar av loftmiðlafólki