hósdagur 16. desember 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 241 - 16. desember 2004
11
Skal avgjaldið á motor-
súkklum lækkast?
Svar til Kára P. Højgaard
Jón Kragesteen
Í grein í Sosialinum
týsdagin 14. desember
hevur Kári P. Højgaard
viðmerkingar til tað, sum
eg havi ført fram um
uppskotið at lækka av-
gjaldið á motorsúkklum.
Lat meg beinanvegin
vísa á, at høvuðsboð-
skapurin í viðmerking
mínari var, at tá ið vit nú
hava so nógvar trupul-
leikar í ferðsluni, sum vit
hava, so fyrikemur tað
løgið, at tað fyrsta, sum
hendir
viðvíkjandi
ferðslu, eftir at aðalorða-
skifti var um Nullhug-
sjónina í vár, at uppskot
verður lagt fram um at
lækka avgjaldið á motor-
súkklum, sum eru mill-
um vandamestu akfør.
Og fyri at seta hetta í per-
spektiv, vísti eg til lista
við tilmælum úr álitinum
um Nullhugsjónina.
Í greinini førir Kári P.
Højgaard fram, at upp-
skot hansara er ikki eitt
ferðslulógaruppskot sum
so. Og tað hevur hann
hava rætt í. Men, sum
Kári P. Højgaard sjálv-
andi veit, so ber til við
avgjøldum at stýra sølu,
eisini sølu á motor-
súkklum. Verður tað bí-
ligari at keypa motor-
súkklur sum heild, so
kunnu vit verða bangin
fyri, at fleiri motorsúkkl-
ur koma at koyra á veg-
unum. Motorsúkklur eru,
sum
nevnt,
millum
vandamestu akfør og tí
kunnu vit eisini vera
bangin fyri, at talið á
vanlukkum kann fara at
økjast. Verða ungdómar
millum
hesi,
verður
vandin enn størri.
Í hesum sambandi er
hóskandi at viðmerkja, at
tá ið avgjøldini á bilum
vóru sett niður miðskeið-
is í nítiárunum, varð við
vilja hildið aftur við at
gera tað sama við motor-
súkklurnar, júst av oman
fyri nevndu orsøkum.
Men eg skal geva Kára
P. Højgaard rætt í, at sum
avgjaldsskipanin
fyri
motorsúkklur
er
sett
saman, so verður elvt til
at keypa eldri motor-
súkklur heldur enn yngri,
og tað er óheppið, og tað
vísi eg eisini á í við-
merking mínari. Tað er
óskiljandi, at minni av-
gjald er á motorsúkklum,
sum eru eldri enn fimm
ár, eftir míni meting
skuldi tað verið í minsta
lagi verið líka høgt, sum
á nýggjum motorsúkkl-
um.
Um vit skulu inn á at
lækka avgjøld, kundi
eisini verið hugsað at
lækka avgjøldini á trygd-
arútgerð, so sum hjálmu-
m og verndarklæðum til
motorsúkklukoyrararnar.
Ein annar máti at skipa
avgjøld kundi verið, at jú
størri motorsúkklan er,
og jú sterkari motor hon
hevur, jú hægri avgjald.
Í øllum førum haldi eg,
at broytingin í avgjalds-
skipanini fyri motor-
súkklur ikki má verða
gjørd uttan samstundis at
gera reglur, sum forða, at
18 ára gomul kunnu
koyra stórar og tungar
motorsúkklur.
Vit kunnu so hvør í
sínum lagi meta um,
hvørt hetta er meiri
átrokandi at fáa gjørt,
enn at samtykkja Null-
hugsjónina í løgting-in-
um, so at vit fáa eina
ferðslutrygdarætlan fyri
landi og fara í holt við at
gera
týdningarmiklar
ábøtur, so sum at gera
serligt royndarkoyrikort
til nýbyrjaðar bilførarar,
koyrikort við stigaskipan
verður sett í verk, út-
búgvingin at taka koyri-
kort
verður
víðkað,
skaðanevnd at kanna
álvarsligastu ferðsluvan-
lukkurnar osfr.
At enda, so skal Kári P.
Højgaard vita, at allar
heilsanir og áheitanir frá
Ferðslutrygd hava eitt
endamál, nevniliga, at
arbeiða
fyri
tryggari
ferðslu og ongum øðrum.
Enn einaferð Kári, gleði-
lig jól
Mourits M. Joensen
Í londunum rundan um
okkum verða skúladeplar
nýttir sum týðandi amboð
at menna økið, har hesir
verða lagdir, og verður tað,
bæði í kommunalum og
landspolitiskum høpi, lagd-
ar ætlanir, har skúladeplar
gerast partur í eini størri
ætlan fyri økið. Tí er tað
hugstoytt at síggja, hvussu
lætt Henrik Old og Jóhan
Dahl fara um møguleikar-
nar, ið liggja í hesum, har
vigað verður fyri ella ímóti
Vági sum skúla- og ment-
anardepli, ella um nøkur
arbeiðspláss skulu fáast til
vega á einum røktarheimi.
Her er ilt at fáa eyga á, hvat
hetta hevur við hvørt annað
at gera, fyri ikki at tosa um
tær manglandi visiónirnar,
ið eru fyri økið, teir um-
boða, tá mentamál og
sosialmál verða viðgjørd
við tÌlÌkari líkasælu og
uttan atlit til komandi
kommunubygnað.
Endurtaka mistakið
Alt talar fyri, at vit eru í
ferð við at gera somu mis-
tøk, aðrir býir hava gjørt
undan okkum, har skúla-
deplar eru lagdir ov langt
uttanfyri miðbýin. Trupul-
leikin er, at økið har skúla-
depilin liggur, gerst lÌtið
áhugaverdur fyri tey les-
andi, og fara tey eins skjótt
og skúladagurin er liðugur
hvør í sína ætt. Hetta er
oyðileggjandi fyri saman-
haldið, og mennir ikki eitt
vælvirkandi
lestrarum-
hvørvi.
Í Danmark eru eitt nú
fleiri skúladømir í so máta,
har skúladeplar eru lagdir
við so stórari fjarstøðu til
miðbýin, at ilt hevur verið
at fingið næmingar at
støðast á lærustovnunum
og somuleiðis trupult at fáa
nýggjar næmingar til. Har
trupulleikarnir hava verið
størstir, hevur ein stór frá-
flyting verið frá skúlunum
mitt í lestrartíðini.
Í Noregi eru skúladeplar
har eitt neyvt samstarv er
millum næmingaráðini á
skúlunum og býráðini, so
trupulleikar ikki standast
av at býráðið tekur avgerðir
sum eru til ampa fyri eitt
valvirkandi
lestrarum-
hvørvi.
Alt talar tí fyri, at vit eru
í fer við at gera somu mis-
tøk, sum onnur hava gjørt
undan okkum, men tó lært
av, nú ætlanir eru um at
flyta skúla- og mentanar-
depilin í Vági til Hovs.
Avleiddar tænastuvinnur
Í øðrum londum verður vÌst
á eitt neyvt samband mill-
um eitt vælvirkandi lestrar-
umhvørvi og avleiddar tæn-
astuvinnur, um ytru karm-
arnir eru til staðar. Av
tænastuvinnum, sum verða
nevndar, eru íbúðarleiga,
kafeíir,
Internet-kafeíir,
resturatiónir, kioskir, grill-
og pitsabarrir, bókhandlar,
teldu- og fartelefonhandlar,
biografar,
bowlinghallir,
fitnesssentir, frisørsalongir
og dansistøð.
Sosiala
samanhaldið
hevur eisini við sær, at tón-
leika- og leiklistarlÌvið
mennist. Kórsangur gerst
eitt umtókt ítriv, umframt at
frælsi ítrótturin blómar.
Ikki er óvanligt, at skúla-
deplar gera sínar egnu
útvarpssendingar. Somu-
leiðis skuldu ligið stórir
møguleikar í einum sam-
starvi við Norðurlandahúsi
og Tjóðpall Føroya, so
bygningurin gjørdist eitt
mentanarhús fyri oynna í
røttum umhvørvi.
Heldur enn at seta spurn-
artekin við, hvussu eitt bý-
ráð loyvir sær at siga nøkur
arbeiðspláss frá sær á
einum røktarheimi, skuldi
verið arbeitt við m.a. at
ment Vág sum lestrar- og
mentanardepil fyri oynna
og tænastudepil fyri syðru
hálvu í oynni, har ung leita
til úr øðrum økjum í land-
inum, og har arbeitt varð
við at fáa aðrar útbúgvingar
í økið. At fáa røktarheim til
sunnara meginøkið er ein
onnur uppgáva, ið skal
loysast í øðrum høpi, men
má metast sum ein sjálv-
fylgja av teimum flestu.
Vit eru uttan iva mong, ið
kundu
hugsað
okkum
visionær og ágrýtin umboð
á tingi, ið arbeiddu fyri at
menna útjaðaraøkið í sunn-
aru hálvu í Suðuroy, ið má
metast sum ógvuliga við-
brekið, og har vandin rætti-
liga er til staðar, fyri at
missa stevið við teimum
kommunalu broytingum,
sum koma.
Kann bjarga bygdunum
Trivnaðurin í bygdunum í
sunnaru hálvu í Suðuroy,
tvs. Sumba, Lopra; Akrar,
Porkeri og Hov stendur og
fellir í stóran mun, hvussu
gongst í Vági. Tí er tað av
størsta týdningi, at bygd-
irnar í sunnaru hálvu standa
saman um at menna Vág
sum tænastudepil fyri syðra
meginøki, óheft av einum
komandi kommunubygn-
aði, so ungdómurin í øki-
num trívist og støðast. Allar
tænastur skulu tí miðsavn-
ast og ikki spjaðast runt í
økinum. Tað er tí undrunar-
vert, at fráfarandi borgar-
stjórin í Sumba nýtir pro-
vokatión sum amboð til
eina ófyrireikaða og møgu-
liga køvandi kommunu-
samanlegging, sum vil raka
Sumba
meinast,
gerst
Vágur »sovibýur«.
Ein avgerð um at flyta
skúla- og mentanardepilin
til Hovs er tí ein lítið gjøg-
numhugsað loysn og tænir
ongum endamáli, enn ikki
skúlans egna, og er somu-
leiðis ein fíggjarliga ófor-
svarlig loysn, tí skúlin
hevur ikki neyðuga menn-
andi lestrarumhvørvið í
Hovi, og fer tað ongantÌð. Í
ringasta føri fáast ikki
næmingar at trívast á skúla-
num.
Her mugu bygdaráðini
síggja longur fram, og vera
meira visionér enn at hugsa
um møgulig lokal arbeiðs-
pláss til vaskikonur og
húsavørðar, og salomonsk-
ar loysnir frá landsstýrinum
tæna als ongum endamáli
og eru høpisleysar. Frá tí
síðu kundi verið kravt størri
visionerar
loysnir
enn
verandi loysn leggur upp
til, har ein framkomin
bygningur, ið hoyrir einum
býi til, verður lagdur mill-
um
seyðahús
í
Hovi.
Grátuligt.
Byrjanin til endan ella ...
Hvørt Suðuroy gerst ein
kommuna ella tvær, so er
av avgerandi týðningi, at
sunnara hálva fær tillutað
almennar uppgávur javnt
býtt við norðaru hálvu, -
somuleiðis kommunalar,
verður Suðuroy ein komm-
una, men gevur hetta bert
meining, um Vágur gerst
tænastudepil fyri sunnara
meginøki.
Verður skúla- og ment-
anardepil lagdur í Hovi, við
bergholi beint við dyrnar til
norðara meginøki, og við
tøttum samstarvi við Sum-
biar kommunu um komm-
unusamanlegging, umframt
moralskan stuðul frá Hen-
riki Old og Jóhan Dahl fyri
hesi ætlan, má metast, at
Vágs býráð er sett uttanfyri
alla ávirkan til komandi
samráðingar um komm-
unubygnað í Suðuroy. Tá er
ikki ilt at gita, hvar al-
mennar og kommunalar
uppgávur koma at liggja.
Tí má metast, við verandi
gongd, at vit hóma byrj-
anina til endan, tá Vágur
gerst »sovibýur« burturav,
og sunnastu bygdirnar av-
toftast sum frálÌður, men
hetta liggur alt í hondunum
á samgongulimunum Hen-
riki Old og Jóhan Dahl, tó
tað er at vóna, at Hergeir
Nielsen letur hoyra frá sær.
Vágur sum tænastudepil, mentanardepil og
skúladepil – kann bjarga bygdunum í økinum
VIÐMERKINGAR
Sunnudagin kl. 16.00 fer
Kristiliga sangkórið at hava
árligu jólakonsertina.
Sum vant fer hetta fram í
Dómkirkjuni í Havn, og
heldur ikki í ár verður
Kirkjuliga sangkórið einsa-
malt
um
framførluna.
Vágakórið fer eisini at hava
framførslu, eins og eitt
barnakór verður partur av
jólakonsertini.
-jm
Jólakonsert
sunnudagin