hósdagur 16. desember 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 241 - 16. desember 2004
Profil Rejser:
Stórur
vøkstur
í Føroyum
FERÐING
www.sparikassin.fo
Londini í Útnorðuri
eru eftir øllum at døma
eitt vakstrarøki hjá
danskari ferðavinnu.
Soleiðis roknar størsti
danski fyriskiparin av
frítíðarferðum, Profil
Rejser, við at senda
munandi fleiri fólk til
útnorðurlondini kom-
andi ár samanborið við
í ár. Tað upplýsir Take
Off, skrivar
www.sparikassin.fo
Profil Rejser hevur
júst gjørt eina nýggja
stóra ferðaskrá við 64
síðum, har Føroyar,
Ísland og Grønland eru
savnað saman, og vón-
irnar til ferðamálini
eru góðar: 33 prosent
fleiri ferðafólk til Før-
oya, átta prosent fleiri
til Íslands, og 10 pro-
sent fleiri ferðandi
skulu sendast til Grøn-
lands. Í ár sendi ferða-
vinnufyritøkan 1.000
fólk til Føroya, 1.000
til Íslands, og heili
3.000 ferðafólk vitjaðu
Grønland
gjøgnum
Profil Rejser.
Danska ferðavinnu-
fyritøkan marknaðar-
førir tey trý útnorður-
londini sum »Norður-
atlantisk Ævintýr«, og
nú verða útnorður-
londini fatað sum so-
nevnd »heilárs-ferða-
mál«, meðan tey higar-
til hava verið »sesong-
ferðamál«.
Í Føroyum bjóðar
Profil
ferðafólkum
sínum
uppihald
á
hotellum, summarhús-
um, guesthouses, og
eisini er tilboð um at
koyra
sjálvi
kring
oyggjarnar.
Nevnast
skal,
at
norsku
oyggjarnar,
Svalbard, eru við í
teimum norðuratlant-
isku ævintýrunum hjá
Profil Rejser. Hvørt ár
ferðast umleið 80.000
fólk við fyritøkuni.
Kelda: heimasíðan
hjá Føroya Sparikassa
www.sparikassin.fo
Úrslitið frá Rosebank
/Lochnagar er sera
týdningarmikið sigur
Gregory T. Himes,
Vice President of
Global Exploration
hjá Statoil. Hann
vónar, at fundið fer at
hava við sær, fleiri
góð leitiúrslit bæði í
bretskum og føroysk-
um øki, skrivar
Vinnuhúsið í dag.
Gregory T. Himes
verður ein av fram-
løgufólkunum á olju-
ráðstevnuni, sum í ár
verður hildin týs-
dagin 18. januar í
Norðurlandahúsinum
OLJURÁÐSTEVNA
Oljuvinnufelagið hevur valt
at býta oljuráðstevnuna upp
í tveir partar. Fyrri partur
snýr seg um oljuleiting á
føroyskum øki og seinni
partur um, hvat skal til fyri
at tryggja vælferð Føroya.
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í vinnumálum
setir ráðstevnuna. So verð-
ur tikið fætur á oljupartin-
um. Av framløgum verður
millum annað Sigurð í
Jákupsstovu, stjóri í Olju-
fyrisitingini. Hann fer at
greiða frá aðru loyvisrundu
á føroyska økinum, millum
annað
hvørji
oljufeløg
fingu leitiloyvi, um ar-
beiðsskránna hjá teimum
og hvørjar framtíðar vónir-
nar eru.
Gregory T. Himes, Vice
President of Global Ex-
ploration frá Statoil fer
síðani at greiða frá teirra
áskoðan um framtíðar olju-
og gass leiting. Gregory T.
Himes hevur sagt, at úr-
slitið frá Rosebank/Loch-
nagar er sera týdningarmik-
ið fyri arbeiðið hjá Statoil í
hesum økinum. Hann vónar
at fundið fer at hava við sær
fleiri góð leitiúrslit bæði í
bretskum og føroyskum
øki.
Eisini Dave Lewis, Ex-
ploration
Manager
hjá
Chevron Texaco fer at
greiða frá hvørjar møgu-
leikar tey síggja í Atlants-
mótinum.
Statoil og Chevron Texa-
co hava júst kunngjørt at
feløgini hava funnið eina
stóra nøgd av olju og gassi í
Rosebank/Lochnagar felt-
inum, har Chevron Texaco
er fyristøðufelag og Statoil
eigur 30%. Feltið liggur
beint við føroyska markið.
Bæði Statoil og Chevron
Texaco hava søkt um leiti-
loyvi í aðru loyvisrundu í
Føroyum.
Føroya Kolvetni var mill-
um mest aktivu feløgini við
seinastu loyvisrundu í Bret-
landi. Eisini hevur felagið
sókt um loyvi í aðru loyvis-
rundu í Føroyum. Graham
Stewart, stjóri fer at greiða
frá teirra virksemi í økin-
um. Eisini fer Wilhelm
Petersen, stjóri í Atlantic
Petroleum, at gera status
yvir teirra virksemi í Bret-
landi.
Síðst í hesum parti fara
Petur Joensen, deildarstjóri
í Oljufyrisitingini og Regin
Hammer,
fyrisitari
hjá
FOÍB at greiða, hvussu
pengarnir til førleikamenn-
ingina eru brúktir og hvat
er komið burturúr.
Næsti partur av olju-
ráðstevnuni er ikki minni
áhugaverður. Her spyrja vit,
hvussu tryggja vit vælferð
Føroya í framtíðini?
Vit leggja út við íblástri
frá øðrum londum. Fyrst
fer Thorvaldur Gylfason,
professari í búskapi við
Universitetið í Íslandi at
greiða frá, hvussu støðan er
í Íslandi og hvat tey hava
gjørt fyri at fáa búskapin
minni tengdan at fiskivinn-
uni og harvið fingið eitt
meira fjølbroytt vinnulív.
Somuleiðis fer Torger
Reve, rektari og professari
við BI Handilsháskúlan í
Stavanger at tosa um at
leggja ætlanir fyri vøkstur í
einum samfelag, sum er so
nógv merkt av einum til-
feingisbúskapi.
Johnny í Grótinum, cand.
Polit, Føroya Sparikassi, fer
síðani at tosa um vinnu-
politik og búskaparvøkstur
í
Føroyum.
Zvonko
Mrdalo, búskaparfrøðingur
hjá Hagstovu Føroya fer at
vísa á, at tað ikki er bara
fiskur føroyingar útflyta,
men eisini tænastur av ym-
iskum slag. Hetta vísur
gjaldsjavnin hjá Føroyum,
sum júst er gjørdur. Síðsta
framløga hevur Ólavur
Gregersen, stjóri í Bitland.
Hann fer at vísa á hvørjar
forðingar hann sær í før-
oyska búskapinum fyri
nýskapan. Hann fer eisini
at koma við eini ætlan fyri,
hvussu vit kunnu koma
burtur frá hesi forðing.
VIRKISRÁÐGEVING
Tíðindaskriv
Føroyska virkisráðgeving-
arfelagið Hugin spf. hevur
gjørt eina samstarvsavtalu
við danska ráðgevingarfe-
lagið Markeds Consult,
sum ger tað møguleikt at
bjóða nýggjar spennandi
tænastur.
Markeds Consult fæst
serliga við at gera kanning-
ar um kunda- og starvs-
fólkanøgdsemi fyri fyritøk-
ur, bæði privatar og al-
mennar. Fyritøkan er ein
tann fremsta danska ráð-
gevingarfyritøkan
innan
fyri máting, rapportering
og ráðgeving av tí mest
virðismikla aktivinum -
nevnliga tey immateriellu.
Markeds Consult er m.a.
við til at framleiða tað leið-
andi
evropeiska
nøgd-
semis-indexið fyri starvs-
fólk, European Employee
Index.
Nú hevur Hugin tískil
møguleika at bjóða før-
oyskum fyritøkum og al-
mennun stovnum hesa tæn-
astu.
Grundarlagið undir sam-
starvsavtaluni er, at Hugin
og Markeds Consult hava ta
hugsan, at gjøgnum sam-
starv eru vit sterkari og
kunnu nýta okkara ymisku
vitan og førleika í hesum
samstarvi til virðisskapan
fyri kundar okkara.
Tað gerst alsamt meira
neyðugt og vanligt at máta
nøgdsemi hjá sínum starvs-
fólkum og sínum kundum.
Hetta fyri at fáa eina mynd
av, hvar fyritøkan skapar
virði fyri kundar og starvs-
fólk, og hvar fyritøkan skal
seta eyka inn fyri at betra
seg. Eitt framkomið og
kappingarført
vinnulív
krevur, at leiðslurnar eru
dugnaligar at taka tær røttu
avgerðirnar við tí rætta
grundarlagnum. Við at gera
hesar nøgdsemiskanningar
javnan kunnu fyritøkurnar
síggja,
um
nøgdsemið
verður betri, har tað er
neyðugt.
Við hesi tænastuni ber
eisini til at samanbera
("benchmarka") síni nøgd-
semisúrslit við úrslitini í
somu vinnugreinum í øðr-
um londum, eitt nú Norð-
urlondum. Markeds Con-
sult hevur hollar royndir at
gera tílíkar nøgdsemis-
kanningar, og niðurstøðan
er púra greið: Nøgdir kund-
ar og nøgd starvsfólk geva
fyritøkunum búskaparligan
vinning.
Umframt at skipa fyri
kanningini og fáa úrslitið til
vega, hjálpir Hugin eisini
við at veita serkøna hjálp
við at lýsa og viðgera kann-
ingarúrslitið. Hetta fyri at
umseta kanningarúrslitið til
ítøkiligar handlingsætlanir
við tí endamálið at betra
um nøgdsemi hjá kundun-
um og starvsfólkunum.
Vit eru sera fegnir um at
hava fingið hetta samstarv í
lag, og vænta okkum nógv
av samstarvinum okkara
kundum at gagni.
Oljuráðstevnan Offshore Faroes 2005 verður 18. januar
Hugin gjørt samstarvsavtalu
við Markeds Consult
Hugin Steinbjørn Hardlei
Savnsmynd