hósdagur 16. desember 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 241 - 16. desember 2004
13
Dagurin
16. desember. Lázarus. Vinmaðurin í Betania, sum
Jesus vakti upp frá deyðum (Jóhs. kap. 11). Ein
halgisøga sigur, at hann seinni doyði friðarliga, ein
onnur, at hann varð hálshøgdur undir Domitianus
keisara.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
25 ára starvsdagur
1. januar 2005 hevur Klæmint Weihe, stjóri, starvast
hjá elfelagnum SEV í 25 ár.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt
sýndu okkum samkenslu, tá kæri maður, pápi, abbi
og verfaðir okkara
Torbein Dam
andaðist og fór til gravar.
Tøkk fyri troystandi orð, blómur, kransar og heilsanir
og øllum tykkum, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Dinna
Gigga við Keldu
andaðist á Norðoya Røktarheimi
sunnukvøldið 12. desember, 91 ára gomul.
Kistan fer frá kapellinum hóskvøldið kl. 18.00
heim í Betesda.
Jarðarferðin verður fríggjadagin kl. 13.00.
Regin, Jógvan og Ásla v/ familju
Tey, ið vilja minnast Giggu, kunnu lata eina gávu til Akurin.
Tøkk
Tykkum øllum, ið mintust okkum
á 70 ára føðingardøgunum ávikavist
8. og 24. november, bera vit okkara bestu tøkk.
Tit, sum vitjaðu inn á gólvið, sendu heilsanir,
blómur og gávur, telefoneraðu og sendu fjarrit,
hjartans takk.
Gleðilig jól og Harrans signing í komandi ári.
Rannvá og Tummas Joensen
Slættalíð 12, Tórshavn
Í 1946 druknaði ein
av manningini á
bretska trolaranum
"Navena", sum lá á
Vestmanna. Maðurin
var William Robert
Reader, sum var gift-
ur og átti fýra børn.
57 ár seinni komu
tvær døtur til Føroya,
funnu grøv hansara
og reistu honum ein
gravstein
Søgan er í stuttum hendan,
at í 1946 sigldi 34 ára gamli
William Robert Reader við
bretska trolaranum "Na-
vena" úr Fleetwood. Meðan
trolarin lá á Vestmanna í
besta summarveðri, fór
William saman við trimum
av manningini at svimja á
sjónum. Meðan teir svimja,
fær
William
knappliga
krampa, og áðrenn tað
eydnaðist at flota bát, var
hann horvin.
Vestmenningar fóru at
leita við nót og funnu líkið
av Williami. Hendingin fór
fram 27. juli 1946.
Líkið varð eftir boðum
frá løgregluni og í samráð
við enska konsulin í Før-
oyum, Robert Brockie, flutt
til Havnar í báti, tí eingin
koyrivegur
var
millum
Vestmanna og Havnina.
Í samrøðu við mynda-
blaðið Kolon í 1979 sigur
Napoleon
Christiansen,
vanliga nevndur Poli í
Mattalág,
yvirgravari
í
Havn, at á ólavsøku í 1946
komu bretski konsulinum í
Føroyum, Robert Brockie,
og ein bretskur trolara-
skipari at biðja seg grava
ein grøv til ein breta, sum
var deyður í Vestmanna.
Teir vóru fýra, sum vóru
farnir at svimja, men ein av
teimum kláraði ikki túrin.
Robert William Reader
var giftur og átti fýra børn,
tvær døtur og tveir synir.
Familjan í Onglandi fekk
nakrar dagar seinni at vita
at um tilburðin, og at Will-
iam var grivin í Føroyum.
Síðan hevur familjan havt
nógvar ósvaraðar spurning-
ar um hvat veruliga hendi
hendan dagin, hvar pápin
varð grivin o.s.fr.
Í fjør kom dótturin, Bar-
bara Topping, sum býr í
Onglandi, saman við systur
síni, sum býr í Australia, til
Føroya at leita eftir grøvini
hjá pápanum. Við góðari
hjálp frá Johan Restorff á
Hotel Hafnia og bretska
konsulinum Tummas Han-
us Dam var funnið fram til
Albin Simonsen í Vest-
manna, ið var ein teirra,
sum sá hendininga og
kundi greiða frá hvat fór
fram, og at líkið var flutt til
Havnar, har tað varð jarðað.
Síðan varð leitað í yvir-
litinum yvir tey, sum liggja
í kirkjugarðinum, og funnið
var fram til grøvina hjá
pápanum. Eftir at grøvin
varð funnin, gjørdu børnini
hjá William R. Reader av at
seta ein stein á grøvina hjá
pápanum. Tey settu seg í
samband við Høgna Larsen
í Havn, sum gjørdi steinin
og setti hann á grøvina.
Eftir øll hesi árini í
óvissu um hvar pápin varð
grivin, hevur familjan nú
ein gravstað at vitja í Før-
oyum. Í summar vóru Bar-
bara og maðurin Kenneth
Topping í Føroyum og
vitjaðu grøvina hjá pápa
hennara. Barbara var átta
ára gomul, tá pápin doyði.
Jarðarferðin hjá William
Robert Reader í 1946
Jarðarferðin hjá William Robert Reader ólavsøkudag 1946. Trolaramanningin saman við einum presti. 57 ár seinni funnu
døturnar grøvina hjá pápanum. Leggið til merkis hvussu fá hús eru bygd við Velbastaðvegin og á Argjum
Mynd: Kolon 1979
Gravsteinurin hjá William Robert Reader
Mynd: Magnus Gunnarsson
Kenneth og Barbara Topping í Føroyum í 2004. Barbara var
átta ára gomul, tá pápin doyði
Mynd: Sámal Bláhamar