Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. desember 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Televarpið Laila Hentze, stjóri Andras Róin, nevndarformaður Kjaksendingin í SvF í gjár- kvøldið t. 14. desember snúi seg um almennu fjølmiðlarnar, samanlegging, visiónsloysi og hvat ið lurtarin/hyggjarin nú vildi fáa burturúr samanlagda skatta- og tvangsfíggjaða "public service" monopolin- um. Ein av undirritaðu slapp, í einum broti, at gera viðmerk- ingar til eitt kjak sum møgu- liga fór at koma, men tíanverri ikki "interaktivt". Vit hava tí fylgjandi viðmerkingar og rættleiðingar: 1. Jenis av Rana slapp at enda at siga, at Føroya Tele fekk 4-5 mió. kr. um árið fyri at reka ÚF og SvF sendinetini. Tað er rætt, men hetta snýr seg bert um analogu sendi- netini. Hetta er ein tænasta, sum er áløgd Føroya Tele og sum eingin partur er nøgdur við vegna vantandi játtanir á árligu fíggjarlógini. Soleiðis hevur hetta einki við digi- tala sendinetið hjá dóttirfe- lagnum Televarpinum at gera. 2. Andreas Petersen, formaður í mentanarnevnd Føroya løgtings, meinar, at einki er í vegin fyri at taka digitala sendinetið frá P/F Televarp- inum, tí sum hann sigur, "hatta eigur at vera alment"! Til hetta sjónarmið hava vit fylgjandi viðmerkingar: a. Telefonverk Føroya Løg- tings (TFL) bleiv í 1998 umskipað til eitt parta- felag, tí kapping skuldi verða á fjarskiftisøkinum, og felagið skuldi verða ført fyri at kappast á jøvn- um føti við aðrar veitarar. Hetta hava vit megnað í tann mun, at samstundis sum prísirnir eru lækkaðir niður í millum ein triðing og eina helvt, so hevur felagið fýrfaldað egin- peningin. Við at leita upp úr nýggjum, at vera slóð- brótandi, at rationalisera og við at síggja møgu- leikar í staðin fyri av- markingar, so hava vit m.a. megnað at uppbygt eitt dóttirfelag, Televarp- ið, sum eigur og rekur eitt framkomið digitalt sendi- net og virkar á handils- ligum konsepti, sum er millum tey fremstu í Evropa — og eisini hevur fingið viðurkenning sum slíkt. b. Digitala sendinetið er ein útflutningsvøra. Føroyar sum útflytari av know- how, ekspertisu og ritbún- aði eru nærliggjandi møguleikar í hesum, og er tað sera hugstoytandi, at sjálvt landsins útvaldu ikki duga at síggja hetta. Um føroyska samfelagið og føroyski búskapurin skal hava fleiri bein at standa á, nyttar ikki at landsins kosnu amputera alt, sum riggar, og køva eitthvørt initiativ niður í alment máttloysi. c. Um umskipan til almenn partafeløg merkir, at "nú skulu tit rættuliga vísa, hvat tit duga — og um tað riggar, so taka vit tað frá tykkum", ja, so er alt bet- ur ógjørt. ÚF, SvF og politiska skipanin vita, at einki digitalt sjónvars- sendinet hevði verið í Føroyum í dag, um ikki Televarpið var byrjað við hesum fyri tveimum árum síðani. Helst hevði tað verið so, at Føroyar um 10 ár framvegis høvdu havt eitt vánaligt analogt sendinet, sum als ikki megnaði at nøkta nakran tørv. At tit í samband við løgtingsfíggjarlógir fram- vegis høvdu keklast um, hví einki riggaði og hvør ið mátti hava skylduna er givið. 1. Júst hví almenna loftmiðla- monopolið, ÚF og SvF, skulu hava ein ræðisrætt ella ein eigaraskap yvir digitala sendinetinum stendur okk- um enn óklárt. Er tað tí, at ikki ber til at rættvísgera 2.000,00 + 1.500,00 kr. pr. húsarhald fyri tað, sum verður veitt? Um so er, so vildu vit mett at tykkara orka var betri nýtt til nakað, sum tit duga, nevniliga at framleitt betri og fleiri sendingar enn nú, heldur enn til nakað sum tit als ikki hava skil fyri — nevniliga at reka tøknifrøðilig sendinet. 2. Við einum digitalum sendi- neti, undir reguleraðum treytum (gjøgnum almenna stovnin Fjarskiftiseftirlitið), við veitingarskyldu og við gjøgnumskygni, soleiðis at øll sleppa framat, vildi verulig kapping eisini sloppið framat innan sjón- varps- og útvarpssendingar, men tað er væl tað, sum etableraðu og alment fíggj- aðu "public service"-mono- polini ikki tora skal verða ein møguleiki. 3. At partarnir í sendingini komu ásamt um, at við at taka digitala sendinetið frá P/F Televarpinum, soleiðis at gordiski knúturin kundi loysast, er symptomatiskt. Tá ið Føroya Tele og Tele- varpið megna at byggja nakað serstakt upp, er tað so lætt at koma ásamt um, at "hetta mugu vit heldur taka frá teimum". Hetta er tekin um alment máttloysi, sum forkemur øllum visjónum hjá Føroya Tele og Tele- varpinum um at vera við til at menna Føroyar sum framkomið KT-samfelag. At enda skulu vit bert nevna, at hóast politikarar og fjøl- miðlar hava viðgjørt málið og digitala sendinetið í eina tíð, so hevur eingin — als eingin, higartil vent sær til hvørki Føroya Tele ella til Televarpið, sum hóast alt eigur, hevur goldið og rekur digitala sendi- netið. Ikki so frætt sum ein fyrispurningur um samstarv hevur verið, hóast vit altíð hava verið opin fyri samstarvi. Sjálvt ikki almenni loftmiðla- stjórin hevur fyrispurt um nak- að sum helst, hóast hesin í til- mæli til landsstýrismannin í mentamálum um framtíðar SvF hevur kraftigt ynski um bæði yvirtøku av digitala sendinetinum og mest attrak- tivu rásunum hjá Televarp- inum. Er tað so, at almenna loft- miðlamonopolið livir sítt egna lív og opinlýst roknar við politiskum stuðli til at traðka vinnuliga initiativið niður fyri at fáa almenna loysn í staðin, sum er púra óneyðug? Hetta eigur ikki at vera gongd leið hjá teimum politikkarunum, sum dagliga tosa um nýskapan og menning av nýggjum útf- lutningsvinnum. 14 Nr. 241 - 16. desember 2004 Viðmerking til eitt ikki-kjak um digitala sendinetið