Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. desember 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18. desember verður ein stór gospel kon- sert í høllini á Hálsi. Kendir føroyskir tón- leikarar, sum t.d. Heini Lützen, Salt, Anna D. Háberg, Credo og Direct Level verða ímillum nøvn- ini á pallinum. Eisini verða dramabólkar og dansur á skránni KONSERT eydna@sosialurin.fo Tað eru starvsfólk, børn og ung frá Margarinfabrikkini, ið fyrireika stóru Jóla- Gospel Konsertina. Tey hildu nevniliga at slíkar konsertir mangla í Havnini. – Tað er fyrstu ferð í langa tíð, at eitt sovorðið tiltak verður fyriskipað í Tórshavn. Eysturoyggin er kend fyri teirra konsertir, men tað hevur manglað í Havnini, tí valdu vit at skipa fyri einari stórari gospelkonsert. Og tað vísir seg eisini, at fólk eru sera spent og áhugað í konsert- ini, sigur Siri Hansen, eitt av starvsfólkunum á Margarinfabrikkini í einum tíðindaskrivi. Hon sigur, at børn og ung í Margarinfabrikkini eisini hava hjálpt sera væl til, at fáa konsertina á føtur. – Tað eru ikki bert starvs- fólkini, ið skipa fyri. Børn og ung í Margarinfabrikk- ini eru eisini við at skipa fyri. Tey hava fingið ym- iskar uppgávur útdeildar og uttan tey, hevði tiltakið ver- ið nærum ógjørligt at fáa upp at koyra so lættliga, sum tað hevur, sigur Siri Hansen. Fjølbroytt skrá Heine Lützen fer at hava eitt orkestur afturat sær og fer at spæla meiri kend løg, harímillum eisini jólaløg. Salt, sum eru fløguaktu- ell í løtuni, koma eisini við orkestrið. Tey hava fingið kendar tónleikarar afturat sær, millum aðrar er James Olsen ein. Anna D. Háberg verður heldur ikki einsamall á pallinum, men fer somu- leiðis at hava tónleikarar við. Hon fer at framføra meiri róligan og avslapp- andi tónleik. Credo og Direct Level fara at spæla tað, teir eru kendir fyri. Credo meiri bleytan popptónleik, og Direct Level fer at framføra meiri rockandi tónar. Hesir bólkarnir fara eisini at spæla nøkur jólaløg, tó við egnum tulkingum. Dramabólkarnir og dansibólkurin Color, fara at framføra ymiskar andaligar tulkingar. Millum annað fer dramabólkurin úr KFUM úr Klaksvík at vísa teirra tulking av jólaevangeliin- um. Tey á Margarinfabrikkini vóna, at hetta kanska verð- ur byrjanin til eitt breiðari tónleikalív í Havnini. Konsertin verður í høllini á Hálsi, leygarkvøldið 18 des kl 20.00. Nr. 241 - 16. desember 2004 15 Strangari matvøru- reglur Heilsufrøðiliga starvsstovan hev- ur nú gjørt greitt, at reglurnar um at flyta privata mat- vøru til Dan- markar og restina av ES, eru vorðnar strangari MATVØRA eydna@sosialurin.fo Heilsufrøðiliga Starvs- stovan vísir á, at á heimasíðuni hjá Føde- varestyrelsen í Dan- mark, www.foedevarestyrels en.dk, undir linkinum »fødevarer« og síðani «privat indførsel«, standa nýggju reglur- nar fyri innflutningi av matvørum til Dan- markar. Reglurnar fyri Danmark Sambært heimasíðuni eru reglurnar nú so- leiðis, fyri mar antin í viðføri ella í pakka: – Fisk og fiskavøru, íroknað t.d. turran og ræstan fisk, óavmark- að mongd. Seyða- og neytakjøt og aðra matvøru, í mesta lagið 5 kilo. Samsending av mati er loyvd. Tað vil siga, at tað er loyvt at senda fleiri pakkar til sama bústað. Treytirnar eru: At ein váttan fylgir við pakkanum, har navn og bústaður á øll- um móttakarum stend- ur á. At hvør pakki í mesta lagi vigar 5 kilo. At kjøtið er til egna nýtslu Reglurnar fyri onnur ES-lond Til onnur ES lond enn Danmark hava føroy- ingar ikki loyvi at taka føroyskar kjøtvørur við ella senda føroysk- ar kjøtvørur til. Best er at venda sær til myndugleikan í við- komandi landi, sum tú ætlar at hava mat við ella senda mat til, og spyrja um reglurnar har. Tryggingarfelagið Føroyar hevur gjørt sáttmála við flestu kommunur í landin- um um vanlukku- trygging av skúla- børnum upp til 10. Flokk og børnum í ansing. Men fyri at binfa um heilan fing- ur, kunnu foreldur eisini vanlukku- tryggja síni børn – fyri hálvan prís restina av árinum TRYGGING eydna@sosialurin.fo Avtalan, sum tryggingar- felagið hevur gjørt við landsins kommunur, fevnir um allar vannlukku- ella skaðatilburðir, sum henda í skúla ella á ansingarstovni. Eisini um óhapp skuldi hent á útferðum, sum skip- að verður fyri. Tá talan er um børn í skúlaaldri, fevnir tryggingin eisini um ferð- ing ella flutning beinleiðis til og úr skúlanum. Tryggingarfelagið vísir á, at tað kann vera so skjótt, at ein tonn ella einar brillur brotna, ella at aðrir smá- vegis skaðar koma fyri, sum kunnu merkja eyka út- reiðslur til foreldrini. Men vanlukkutryggingin tekur broddin av hesum, so trygd fæst fyri, at endurgjald verður latið, tá skaðin skal viðgerast. Eisini, um tað ikki er fyrr enn nógv seinni. Gott tilboð júst nú Men avtalan er ikki gald- andi fyri ta tíðina, ið barnið ikki er í skúla ella á ansing- arplássi. Tí metir trygging- arfelagið Føroyar, at tað er sera týdningarmikið fyri foreldur at tekna eina slíka trygging. Tey vísa á, at foreldur ofta hava nógvar tryggingar av ymsum slagi, men at tey ofta gloyma at tryggja síni børn. Tølini siga, at umleið 1400 børn hava í dag eina vanlukkutrygging. Av teim- um eru 900 í skúlaaldri. Av teimum 725 børnun- um, sum byrja í 1. flokki, eru bert eini 50-60, sum eru tryggjað. Hetta svarar til minni enn 10%. Men restina av árinum, ætlar Tryggingarfelagið at geva foreldrunum eitt gott tilboð. Nú verður nevniliga møguligt at tekna privata vanlukkutrygging, íroknað barnavanlukkutrygging, har fyrsta ársgjaldið er fyri hálvan prís. Tryggingarfelagið mælir tí øllum til at tryggja børn síni væl, so tey altíð kunnu vera »trygg á leiðini«, hvar tey so eru og hvat tey so gera, alt samdøgrið. Stór JólaGospelkonsert á Hálsi Vanlukkutrygging til skúla- og ansingarbørn Komandi árini fer ein útskifting at fara fram innan donsku – og harvið eisini før- oysku, løgregluna. Talan er um nýtt snið av klæðum og eitt nýtt eyðkennismerki, ið fer at prýða bilar, búnar og tílíkt, ið hevur við løgreglu- arbeiðið at gera LØGREGLAN eydna@sosialurin.fo Endamálið við hesi nýger- an er at tryggja eina eins- háttaða mynd av danska politinum. Ríkispolitichefurin, Torsten Hesselbjerg, sigur, at búnin og búmerkið hjá politinum eru ein týðandi partur av hvussu fólk síggja løgregluna. Tí er tað týdn- ingarmikið, at sniðið, ið løgreglan nýtir, sendir tey røttu tekinini út til fólk, soleiðis at eingin ivast í, at talan er um løgregluna í Danmark, tá tey síggja sniðið. Tekinini skulu vera, at talan er um ein rættar- verjandi myndugleika, ið hevur autoritet og sterka søguliga støðu, samstundis sum hann eisini er ein ný- mótans felagsskapur. Nýggja búmerkið verður at síggja á bilum, búnum, motorsúkklum og øðrum hjá løgregluni. Grundliturin er myrka- bláur, við einum nýggjum búmerki og nýggjum vápnaskjøldri, nýggjum prýði og nýggjari skrift. Reyði tráðurin í nýggja sniðinum hevur verið sjón- ligheit, trygd og at fólk skulu kenna løgregluna aftur. Sum nakað nýtt vera týðilig endurskin eisini at síggja á politibilum. Útskiftingarnar fara at koma so við og við sum út- gerðin hjá løgregluni treingir til at skiftast. Í Føroyum skiftir løg- reglan ham í komandi ári. Løgreglan skiftir ham