Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. desember 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur fingið eina nýggja væl útgjørda VW Transporter ambulansu, sum er uppbygd hjá "Profile Vehicles" í Finnlandi. Sum nakað nýtt í Føroyum er ambu- lansan gul BILAR Magnus Gunnarsson maggi@gunnarsson Týsdagin 7. desember lat Bilasølan v.Øssur Johanne- sen eina nýggja VW Trans- porter ambulansu við 2,5 litur TDI motori, 174 hk og automatiskum girum, til Klaksvíkar Sjúkrahús. Bilurin er væl innrætt- aður, praktiskur og lættur at halda. Umstøðurnar eru góðar hjá teimum, sum eru um sjúklingarnar. IWS-skipan við display er bæði í førarahúsinum og afturi hjá sjúklingunum til at stýra funktiónum sum t.d. ljósum, hita og øllum sum brúk kann verða fyri. Infusiónsveskan, sum verður nýtt til at geva sjúk- lingunum dropp, hevur al- tíð sama hita, sum svarar til likamshitan. Defibrillator er til sjúklingar við hjarta- stopp. Í nýggjari tíð í Føroyum hava flestu ambulasur verið hvítar, men sum nakað nýtt er hendan ambulansan gul, sum t.d. verður brúkt í Svøríki og Danmark. Seinni í hesum mánaðin- um fær Landssjúkrahúsið eina heilt eins uppbygda Mercedes-Benz ambulansu frá somu verksmiðju í Finnlandi. Finska fyritøkan "Profile Vehicles" varð stovnað í 1982 og byrjaði við at upp- byggja sergjørdar mini- bussar og ambulansur, og longu síðst í 80-unum vóru teir størsta fyritøka, sum uppbyggir ambulansur í Finnlandi. Nr. 241 • hósdagur • 16. desember 2004 • 78. árg. Bilasølan v.Øssur Johannesen: Gul og "cool" ambulansa til Klaksvíkar Søren S. Djurhuus, yvirportørur, og Fróði Sundsskarð, portørur, við Klaksvíkar Sjúkrahús við nýggju VW Transporter ambulansuni. Sum nakað nýtt í Føroyum er ambulansan gul Mynd: Álvur Haraldsen Nýggja VW Transporter ambulansan hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi er uppbygd hjá "Profile Vehicles" í Finnlandi Mynd: Álvur Haraldsen IWS-skipan við display er bæði í førarahúsinum og afturi hjá sjúklingunum til at stýra funktiónum sum t.d. ljósum, hita og øllum sum brúk kann verða fyri Mynd: Álvur Haraldsen