týsdagur 17. desember 2019síða 48
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. desember 2019 · Nr. 146
16
Sosialurin
JÓL Í FØROYUM
Vilmund Jacobsen
Hvørji mál ert tú serliga fegin um, at
sitandi bygdaráð higartil hevur framt?
- Vit hava fingið avgreitt fleiri mál og
millum tey mál, eg eri serliga fegin um, er
eitt nú íbúðarbygningarnir á Kneysum,
sum eru reistir í heyst. Talan hevur
verið um drúgt fyrireikingararbeiði og
samráðingararbeiðið við Bústaðir hjá
bæði undanfarna og núverandi bygda
ráði.
Jóhannus Danielsen vísir á, at
pierurin er longdur 90 metrum, og hetta
er í fyrsta lagi gjørt við tunnilsgróti.
Talan var um eina stóra verkætlan hjá
Nes kommunu, sum gekk sera væl.
Arbeiðið varð gjøgnumført sum ætlað
- til tíðina og til mettan kostnað.
- Vestursíðan á 1981-bygninginum
í Tofta skúla hevur fingið nýggjan
klædning, nýggja bjálving og vindeygu.
Hetta hevur verið tiltrongt í nógv ár, og
tí er gleðiligt, at vit endiliga hava fingið
gjørt hesa íløgu.
Borgarstjórin sigur, at 250 metrar av
Agnavegnum eru gjørd, og hetta hevur
verið eitt ynski hjá kommununi í nógv
ár.
- Men, Landsverk átti hetta vega
strekkið og einki hendi. Kommunan
yvirtók vegin í undanfarna valskeiði,
og nú er vegurin longu dagførdur, sigur
hann.
Bygdasøgan savnað
Jóhannus Danielsen fegnast eisini um,
at kommunan hevur fingið savnað
bygdasøguna, har 2. bind kom í 2017 og
3. bindið í 2018.
- Í nógv Harrans ár hevur verið tosað
um at fáa skrivað eina bygdasøgu fyri
bygdirnar í Nes kommunu. Undanfarna
bygdaráð tók avgerð um, at kommunan
skulu fara undir at útgeva søguna. Helgi
Jacobsen, rithøvudur, skrivaði bind 1-2,
og Torleif Hansen skrivaði bind 3, sum
er ættarbindið.
Jóhannus Danielsen vísir á, at í 2019
hava KBH og Sandgrevstur bygt tveir
stórar vinnubygningar á havnalagnum,
og Nes kommuna hevur í báðum førum
gjørt lendið byggibúgvið.
- Fyri stuttum byrjaði eisini byggi
búningararbeiðið undir Høganesi. Her
var í sínari tíð ein ætlan, nevnd Høga
nesætlanin, og nú verður endiliga
møguligt at seta búgv á hesum øki.
Borgarstjórin fegnast um, at fólka
talið í Nes kommunu veksur, og hetta
krevur so eisini meira pláss á barna
ansingarhølum.
- Í ár eru vit byrjaði at byggja upp í
verandi frítíðarskúla, sum eisini verður
barnagarðsstova. Bygningurin fer at
standa liðugur um eitt ár.
Jóhannus Danielsen vísir eisini á
samtyktina hjá bygdaráðnum um, at øll
ung millum 6 og 18 ár fáa eitt frítíðar
kort í 2020, sum kann brúkast til lima
gjald til ymiskt frítíðarítriv.
- Hetta er ein royndarskipan í 2020,
og spennandi verður at síggja, hvussu
skipanin kemur at virka, sigur hann.
Nógv at tríva í
Hvat fer at henda í tíðini, sum er eftir av
hesum valskeiði?
- Í 2020 fara vit at arbeiða við at
fáa veg og uttanumøkið við íbúðar
byggingina á Kneysum liðugt, so hetta
verður klárt, tá tey fyrstu flyta inn, vón
andi síðst í 2020.
Eisini verður arbeitt við at fáa byggi
búningina á Høganesi lidna.
Borgarstjórin vísir á, at í 2020 verður
byrjað upp á tveir íbúðarbygningar
aftrat beint oman fyri teir, sum standa
í gerð í løtuni, og í hesum sambandi skal
kommunan dagføra og breiðka Heygs
vegin.
Í tvey ár hevur Nes kommuna ar
beitt við at dagføra svimjihøllina í Tofta
skúla, og hann vónar, at hetta arbeiðið
verður liðugt í 2020, tá sjálvur svimji
hylurin stendur fyri tørni. Higartil er
tøknirúm gjørt, og nýggj teknisk útgerð
er sett upp.
- Hildið verður eisini fram við at
dagføra B68-húsið. Í fjør vórðu 1. hædd
og loftið dagførd, og nú verður farið í
holt við miðhæddina, sigur Jóhannus
Danielsen.
Onnur mál í 2020
Av øðrum tingum, sum Nes kommuna
fer at arbeiða við í tíðini, sum er eftir av
hesum valskeiði, er saman við hinum
kommununum í Roðanum at gera um
støðurnar á Røktar-og Ellisheiminum í
Runavík upp aftur betur.
- Teir báðir køkarnir, sum eru á
heiminum, skulu gerast til ein køk,
Heimarøktin flytir úr kjallaranum í
Heilsudeplinum og niðan á Røktar-og
Ellisheimið, nýggj umsitingarhøli skulu
gerast og svimjihylurin, sum ikki hevur
verið brúktur í eini 10 ár, letur uppaftur.
Jóhannus Danielsen sigur, at ætlanin
hjá kommununi er eisini at halda fram
við at útbyggja ídnaðarøkið við Rætt,
samstundis sum ætlanin er at útbyggja
og dagføra økið við bátahylin í Oyrun
um.
- Peningur er settur av til eitt nú at
fáa inn uppskot um, hvussu økið við
bátahylin skal útbyggjast og dagførast,
leggur borgarstjórin aftrat.
Tá borgarstjórin verður spurdur, um
nakað keðiligt hendi í 2019, sigur hann,
at tað er í øllum førum ikki nakað, hann
hevur hugsað nakað serligt um.
- Eg dvalist tíbetur ikki leingi við
keðiligu hendingarnar, sigur hann.
Giftur í 25 ár
Og hvat var tað besta?
- 2019 hevur verið eitt fantastiskt ár,
sum skjótt er liðið, og eg havi sera nógv
og góð minnir at líta aftur á.
Jóhannus Danielsen heldur, at mill
um bestu minnini eru, at hann og kon
an, Guðny, í árinum høvdu verið gift í
25 ár.
- Í summar vóru vit saman við okkara
børnum í feriu í stívliga 14 dagar. Vit
vóru eina viku á Oyggjaleikum á Gibralt
ar og eina viku í Spania. Hetta vóru
ógloymandi dagar saman við okkara
kærastu. Tað var eisini eitt stórt upp
livilsi og heilt fantastiska stuttligt at
uppliva Oyggjarleikirnar og hava høvi
at heppa á okkara røsku ítróttarfólk,
sum umboða Føroyar so væl.
Hann sigur, at sjálvur brúdleyps
dagurin var ógloymandi við nógvum
fólkum, sum óvæntað komu á gátt um
morgunin - og so veitslan um kvøldið.
- Ein onnur minnilig hending í ári
num var, tá eg var við til at skjóta
seinasta skotið í Eysturoyartunlinum
í Rókini, og nú gleða vit okkum, til tað
verður koyrandi gjøgnum tunnilin um
eitt ár, sigur Jóhannus Danielsen.
Halda jól heima
Hvar og hvussu fer borgarstjórin at
halda jól í ár?
- Eins og vanligt verða jólini hildin
heima, og vit eru eisini nógv saman við
okkara nærmastu jóladagarnar. Tað er
avgerandi, at vit minna hvønn annan á,
hví vit halda jól, og kirkjugongd er ein
heilt náttúrligur partur av jólahaldi
num.
At enda ynskir borgarstjórin í Nes
kommunu øllum eini gleðilig jól og eitt
av Harranum signað nýggjár.
2019 HEVUR VERIÐ EITT FANTASTISKT ÁR
- Tað er avgerandi, at vit minna hvønn annan á, hví vit halda jól, sigur borgarstjórin í Nes
kommunu, Jóhannus Danielsen, sum í 2019 hevur verið giftur við Guðny í 25 ár
- Vit í Nes kommunu ynskja øllum eini gleðilig
jól og signað nýggjár, sigur borgarstjórin
Pierurin á Toftum er longdur við 90 metrum, og hetta er í fyrsta lagi gjørt við tunnilsgróti