hósdagur 19. desember 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. DESEMBER 2019
SOSIALURIN 147
6
FRANTS JENSEN
S
andsprestur hugsar
nógv um, hvussu hann
skal fáa veruliga jóla
boðskapin fram, nú jól
ini annars eru so nógv merkt av
skíggjum, stákan og gávum.
– Veruligi jólaboðskapurin
er, at Gud gjørdist hold, at Jesus
varð føddur sum eitt lítið barn,
og hetta var alt fyri okkara
skuld, fyri at vit aftur skulu fáa
atgongd til Gud. Hetta er eisini
eitt profeti, ið gekk út. Hann
skuldi kallast Immanuel, tað
merkir Gud við okkum, og tað
er júst tað, hann er. Hetta er ein
fantastiskur boðskapur, sum
ikki er í øðrum átrúnaðum.
Tað er bara í kristindóminum,
at gudurin kemur niður á okk
ara støði og gongur inn undir
okkara kor. Tað er eitt úttrykk
fyri hansara kærleika og frelsu
ætlan. Tað er hetta, vit skulu
minna hvønn annan um á jólum,
sigur Havstein Klein.
Avmarka skíggjatíðina
Eins og aðrir prestar og prædiku
fólk annars, so stendur sands
prestur í avbjóðingini, at bera
tann veruliga jólaboðskapin
fram í eini tíð, har handilslív,
nissur, skíggjar, stákan og nógv
annað roynir at taka okkara
uppmerksemi í jólatíðini.
– Í jólastákinum hava vit
lyndi til at gloyma tann veruliga
boðskapin. Ella hann fjarar eitt
sindur burtur. Vit vera upptikin
av skíggjum, stákan og øðrum, ið
tekur okkara tíð. Ikki so, skíggjar
eru eisini restina av árinum. Tí
er gott, um vit kunnu avmarka
tíðina frammanfyri skíggjunum,
sigur sandsprestur.
– Eg vóni, at fólk vilja geva
sær stundir at lurta eftir gleði
boðskapinum og taka hann
til sín. Jólaaftan royni eg altíð
at hava ein lættari boðskap
í kirkjuni, sum børnini eisini
skilja. Um børnini skilja tað, so
skuldu tey vaksnu eisini skilt
tað. Tað eru tó ikki allir tekstir,
sum eru eins upplagdir at tosa
til børn, til dømis annan jóladag,
tá ið teksturin er um, tá ið Stefan
verður steinaður, sigur Havstein
Klein.
Róligari jól í Tansania
Sandsprestur og familjan hava
ikki bara upplivað jól í Føroyum.
Undir gudfrøðislestrinum í
Stavanger í Norra, hildu hann
og konan nøkur jól í Norra,
og í fimm ár búðu tey í Mara í
Tansania, har Havstein fyrst
var trúboðari og seinni prestur
í luthersku kirkjuni í Mara stifti
í trý ár.
– Jólini í Tansania vóru heilt
øðrvísi enn her í Føroyum. Av tí
at tað ikki vóru so nógv onnur
tiltøk í sambandi við jólini,
so fingu vit tíð at seta okkum
meira inn í jólaboðskapin og
Jesu gerning fyri okkum. Tað
var nógv róligari, og fólk nýttu
at vera saman sum familja. Vit
upplivdu tað eisini øðrvísi sum
familja, tí tá vóru tað bara vit, og
vit skuldu ikki skunda okkum
frá einum staði til næsta stað at
vitja ein stóran part av okkara
familju, sum vit kenna meira til
í Føroyum, sigur Havstein Klein.
Tá ið hann var í Tansania,
mátti hann læra staðbundna
málið, swahili, og so prædikaði
hann á tí málinum.
– Swahili er eitt lætt mál at
læra, men tó heilt øðrvísi enn
tað, eg kendi áður. Tað gjørdi, at
eg mátti nýta nógva tíð at fyri
reika meg til tað, ið eg skuldi
bera fram, sigur hann.
Jól bara jóladag og
annan jóladag
Í Tansania høvdu tey ikki guds
tænastu jólaaftan, men jóladag
og annan jóladag var hinvegin
nógv gjørt burturúr.
– Gudstænasta byrjaði longu
– Jólaboðskapurin er, at Jesus
gjørdist menniskja og kemur
okkum nær í Jesusi Kristi. Tað
er ein avbjóðing við skíggjunum
og jólastákanini, ið hevur hug
at taka uppmerksemi, sigur
Havstein Klein, sóknarprestur
í Sandoyar prestagjaldi, sum
minnist aftur á tey meira róligu
jólini uttan so nógvar gávur, pynt
og jólastákan, hann og familjan
hildu í Mara í Tansania í nøkur ár
SAMRØÐA: Havstein Klein
SKÍGGJAR OG
SKÍGGJAR OG
STÁKAN
STÁKAN KUNNU
KUNNU
KØVA JÓLABOÐ
KØVA JÓLABOÐ
SKAPIN
SKAPIN
Í jólastákinum hava vit lyndi til at
gloyma tann veruliga boðskapin. Vit
vera upptikin av skíggjum, stákan
og øðrum, ið tekur okkara tíð. Tí er
gott, um vit kunnu avmarka tíðina
frammanfyri skíggjunum