hósdagur 19. desember 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. DESEMBER 2019
SOSIALURIN 147
7
klokkan sjey um morgunin jóla
dag. Har var nógv gjørt burturúr
við fleiri kórum, prædiku, hugna
og mati. Gudstænastan var ofta
ikki liðug fyrr enn út á seinna
partin. Vit fingu ymiskan sið
bundnan mat, og eftir sjálva
gudstænastuna var felags
døgurði til øll.
– Tað var serliga, tá ið vit
komu út í smærru bygdirnar í
stiftinum, har prestur annars
ikki kom so ofta, at okkum
møtti stórur blíðskapur. Nakr
ar av hesum kirkjunum í presta
gjaldinum vóru bara undir
einum træi. Alt gekk fyri seg úti,
men tað var sera hugnaligt og
gott at vera saman við teimum,
sigur sandsprestur.
2. jóladag var eins og 1. jóladag
nógv gjørt burturúr. Konan og
børnini vóru eisini von at vera
við, tá ið prestur fór út til guds
tænastu á jólum.
Tá ið teir báðir dagarnir vóru
farnir, so vóru jólini liðug.
– Jólini vardu ikki leingi,
og lítið varð gjørt burturúr
adventini. Lítið varð eisini
gjørt burturúr pynti. Vit sóu
ein jólamann hanga upp í ein
um handli og hildu, at nú varð
pyntað. Men tað vísti seg, at
hesin hekk uppi alt árið. Hann
var bara til pynt. Tað var heldur
ikki vanligt, at fólk góvu gávur til
hvønn annan – men vit upplivdu
tó stórt gestablídni. Vit plagdu
tó á jólum at geva sekkir av rísi
til tey, sum høvdu tørv á tí, og vit
høvdu eitt sindur av mati við, tá
ið vit vitjaðu ymsastaðni. Annars
vóru tað bara vit útlendingarnir
í landinum, ið góvu hvørøðrum
gávur, sigur Havstein Klein.
Nógvar gudstænastur
Jólini eru ein tíð, tá ið tað er
nógv at gera hjá prestunum.
Soleiðis er eisini hjá sandspresti,
Havsteini Klein, ið hevur verið
sóknarprestur í Sandoyar
prestagjaldi seinastu fimm árini.
– Eg skal hava fleiri gudstæn
astur á jólum, og harumframt
eru tað skúlagudstænastur,
barnagarðsgudstænastur, guds
tænastur á ellisheimum og sam
býlum umframt onnur tiltøk,
har prestur verður biðin at siga
nøkur orð. Tað er nógv at fara til,
men hetta er eisini ein hugnalig
og góð tíð, sigur Havstein Klein.
Seks kirkjur eru í presta
gjaldinum, fimm á Sandoynni og
ein í Skúvoy. Harumfram hoyrir
Stóra Dímun upp í prestagjaldið.
– Eg royni at fara runt í sóknini
á jólum. Eg plagi at vera í Skúvoy
í adventini. Eg skuldi vera har 2.
sunnudag í advent, men tá slapp
Havstein Klein hevur
seinastu fimm árini
verið sóknarprestur í
Sandoyar prestagjaldi
MYND: PETUR E. POULSEN
Jólaaftan royni eg
altíð at hava ein
lættari boðskap
í kirkjuni, sum
børnini eisini
skilja. Um børnini
skilja tað, so
skuldu tey vaksnu
eisini skilt tað