hósdagur 19. desember 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. DESEMBER 2019
SOSIALURIN 147
8
eg út ikki vegna veður, men tað
eydnaðist 3. sunnudag í advent,
sum var seinasta sunnudag.
Jóladagarnar eri eg á skift í
kirkjunum í Sandoynni, sigur
Havstein Klein.
Prestur er vanliga ikki í Stóru
Dímun ella í Skúvoy á jólum.
Føst siðvenja
Hann vísir á, at tað er sera sið
bundið í Sandoynni, í hvørjum
kirkjum prestur er jólaaftan,
jóladag og annan jóladag.
– Eg havi hildið fast við ta sið
venju, ið hevur verið her í nógv
ár, og sum Jákup Reinert Han
sen, fyrrverandi prestur, eisini
nýtti. Jólaaftan eri eg altíð í
Húsavík og á Sandi, jóladag
eri eg í Skálavík og Skopun, og
annan jóladag eri eg í Dali. Fólk
halda fast í hesa siðvenjuna, og
eg havi ikki vilja broytt hana,
sigur prestur.
Jákup Reinert Hansen býr
í oynni, og hann hevur eisini
onkrar gudstænastur á jólum.
Havstein Klein vísir eisini
á, at tað eru nógvar aðrar sið
venjur, ið hava við jólini at gera.
Til dømis verður prestur van
liga biðin at siga nøkur orð, tá ið
jólatræið í teimum ymisku bygd
unum í oynni verður tendrað.
Eisini verður prestur biðin, tá
ið eldrafeløg og onnur hava jóla
hald.
Nógv at gera
– Jú, tað er nógv at gera hesa
tíðina. Eg hevði jólagudstænastu
í Skopunar kirkju týsdagin fyri
øll barnagarðsbørnini í oynni.
Tað má vera lættari, tá ið tað
er fyri børnum, og tá nýtti eg
nakað av myndum, fyri at fáa
boðskapin fram. Nøkur av
børnunum gingu luciagongd,
og nøkur sungu eisini sálmarnar
Eitt barn er føtt í Betlehem og
Eitt fjós og ein krubba. Tað var
hugnaligt. Í gjárkvøldið var jóla
konsert, og í dag verður jóla
gudstænasta fyri øllum skúla
børnunum í oynni. Tað er eisini
hugnaligt at vera saman við
teimum, sigur Havstein Klein.
Trý ellisheim og eldrasambýli
eru í Sandoynni, og á øllum
teimum hevur prestur jóla
gudstænastu. Tey eru Skerið í
Skopun, Áargarður á Sandi og
Gerðisgarður í Skálavík.
– Eg havi longu verið og havt
jólagudstænastu á teimum trim
um heimunum. Tað er eisini gott
at koma út til teirra, sigur Hav
stein Klein.
Umframt allar gudstænast
urnar og aðrar uppgávur, kann
prestur eisini fáa aðrar óvænt
aðar uppgávur.
– Viðhvørt kemur onkur
jarðarferð inn í millum. Vit vita
ongantíð frammanundan, nær
hon kann koma. Men tað er
eisini gott at kunna geva troyst
í eini truplari tíð, sigur sands
prestur.
Tónleikaáhugaður
Eitt av áhugamálum hjá sands
presti er sangur, og hann er við
í tveimum kórum. Tað eina er
Sandoyar ungdómskór, sum
hevur sungið í nøkur ár, og hitt
er eitt nýtt kór hjá Súsannu
Brattaberg.
– Eg kundi hugsað mær at
fingið nýggja kórið at sungið
á jólum, men kórið má nokk
búnast meira, so fólk mugu
bíða eitt sindur enn, áðrenn tey
sleppa at hoyra kórið framføra,
sigur Havstein Klein.
Sandsprestur spælir bæði
klaver og urgu, eins og nakrir
aðrir prestar í landinum, og tað
kann eisini vera hent til ymsar
kirkjuligar handligar.
– Tað eru urguleikarar í
øllum kirkjunum í oynni, men
um tað berst onkrum frá, og
tað ikki eydnast at fáa onkran
annan, so havi eg onkuntíð
spælt. Tá ið tað er gudstænasta
á einum av ellisheimunum ella
eldrasambýlunum, havi eg eisini
ofta spælt undir til sangin.
Familjuhugni
Havstein Klein og familjan,
sum telur konuna og fýra børn,
hava vant seg við siðvenjurnar
á Sandoynni viðvíkjandi jólum.
Fimm ár eru síðani, hann gjørdist
prestur á Sandi, og familjan býr í
søguríka prestagarðinum í Tod
nesi á Sandi.
Sjálvt um prestur hevur nógv
at gera á jólum, so er eisini høvi
at halda jól sum familja.
– Familjan kemur við til
fyrru gudstænastuna, eg havi
jólaaftan. Tá ið eg komi heim frá
seinnu gudstænastuni, er mat
urin á borðinum. Vit eru von at
eta dunnu jólaaftan. Aftaná lesa
vit jólaevangeliið og biðja eina
bøn. Síðani fáa øll sínar gávur.
Aftaná eta vit ríalamande. Eg
hyggi ofta eftir messuni í katóls
ku kirkjuni á midnátt, sigur
Todnesprestur.
Kona prestin, Beinta Tumm
asardóttir Klein, hevur eitt ar
beiði, har hon av og á má arbeiða
á jólum.
– Konan er sjúkrarøktarfrøð
ingur og arbeiðir innan eldra
økið á Sandoynni. Tey einu
jólini var hon til arbeiðis jóla
aftan á ellisheiminum á Sandi.
Tað árið hildu vit øll familjan
jólaaftan saman við teimum
eldru á ellisheiminum. Vit lósu
jólaevangeliið, sungu og hugn
aðu okkum saman. Tað var eitt
gott kvøld, sigur Havstein Klein.
Kvirrudagar í januar
Prestur hevur eisini fleiri upp
gávur eftir jól og á nýggjárinum.
– Tað eru fleiri gudstænastur,
jólahald og onnur tiltøk. Soleiðis
er tað á hvørjum ári. Tá ið vit
koma nakað út í januar mánað
er tað friðarligari. Soleiðis er
hjá øllum prestunum. Í januar
fara prestarnir til kvirrudagar á
Viðareiði, og tað er gott eisini at
kunna vera saman í tøgn, sigur
Todnesprestur.
FRANTS@SOSIALURIN.FO
SAMRØÐA: Havstein Klein
Tað var serliga,
tá ið vit komu út í
smærru bygdirnar
í stiftinum, har
prestur annars ikki
kom so ofta, at okkum møtti stórur
blíðskapur. Nakrar av hesum
kirkjunum í prestagjaldinum vóru
bara undir einum træi
Jólaaftan eri eg
altíð í Húsavík og
á Sandi, jóladag
eri eg í Skálavík
og Skopun, og
annan jóladag
eri eg í Dali. Fólk
halda fast í hesa
siðvenjuna, og
eg havi ikki vilja
broytt hana
Havstein Klein, sandsprestur, uttanfyri kirkjuna á Sandi
MYND: PETUR E. POULSEN