Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. desember 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. DESEMBER 2019 SOSIALURIN 147 14 Jól og jólahald TEMA: Jól og jólahald Úr Kina til Føroya at halda jól Nógvir útisetar nýta jólini sum høvi at koma heim til Føroya á vitjan. Tó eru ikki nógvir, ið skulu eins langa leið og Jóhanna Magnusardóttir, sum arbeiðir í Kina. Í Kina er jólahugnin so at siga eingin, og tí er gott at vera heima jólaaftan STEINAR PATURSSON J óhanna Magnusardóttir býr í Kina og hevur fleiri ferðir áður hildið jól í Kina. Í ár er hon tó komin ta longu leið heim til Føroyar at halda jól. Hóast jólahugnin í Føroyum lokkar, so er tað visumkrøvini, ið gera, at Jóhanna Magnusardóttir hevur gjørt av at koma heim. – Mítt innfararloyvi er tvær ferðir 60 dagar. Eg kom til Kina í oktober við føroyskum ferðafólki, og tað er nú so, at hálvan desember mátti eg út aftur úr landinum. Eg kundi sjálvandi farið til Korea í tveir dagar og so aftur til Kina. Men eg valdi so at fara heim ístað­ in. Eg mátti í øllum førum út úr land­inum, og Dávid mátti vera ver­andi. Har var einki at gera, sig­ ur Jóhanna Magnusardóttir og sip­ar til sjeikin Dávid Fossdalsá, sum situr eftir sum lesandi í Kina. – Eg eri ikki altíð komin heim á jólum, meðan eg havi búð í Kina. Eg havi ikki verið heima á hvørjum árið, tí tað hevur ikki altíð borið til. Tá eg las, hevði eg nógvar uppgávur um jólini. Tá var ov nógv at gera, og tað tók ov leingi, at koma heim. Nú eri eg liðug at lesa, men Dávid lesur enn, og hann situr í somu støðu, sum eg plagdi at gera. Sum ein vanligur vetur Í Kina eru jólini ikki høgtíð, og av tí sama verður ikki nógv gjørt burtur úr jólum. Talan verð­ur sostatt heldur ikki um nakr­an jóla­stemning í fjarskotna land­in­ um, og tey, ið halda jól har, verða noydd at skapa stemningin sjálvi. – Tað verður ikki jólaligt í Kina, tað er bara sum vetur. Tað verð­ ur pyntað í shoppingsentrum, og summa­staðni eru jólatrø, men yvir­høvur er eingin jóla­stemn­ ing­ur. Eitt árið vóru verforeldrini í Kina á jólum. Vermamman hev­ ur føðingardag jólaaftan, og føð­ingardagurin varð hildin við kin­esiska múrin. Annars verð­ur roynt at halda jól við øðr­um norð­ ur­lendingum, greiðir Jó­hanna Magn­us­ardóttir frá. – Í fjør høvdu vit skúlagongd all­ar jóladagarnar, so tað var rætti­liga óinterressant. Annars høvdu vit bjóðað vinfólki heim til ein góðan jóladøgurða, og vit fingu ein góðan jólastemning um kvøldið. Annars er tað bara ikki, sum heima í Føroyum. Eitt árið var tað eisini rættiliga heitt, yvir 10 stig. Eg vil ikki siga, at tað er so jóla­ligt. Hetta er annars fyrstu ferð, at Jóhanna Magnusardóttir og Dávid Fossdalsá halda jól hvør sær. Hóast frægari hevði verið, at jólini kundu verið hildin saman, so ivast Jóhanna Magnusardóttir ikki í, at jólini verða góð kortini. – Tað skal nokk ganga. Sum sagt, vit høvdu einki val, og eg mátti út. Eg havi fingið onkrar jóla­gávur heimvið, og nú havi eg keypt jólagávur til familjuna. Fyrstu jól umborð á Rem Mist Regin Lindenskov heldur fyri fyrstu ferð jól umborð á supply skipinum Rem Mist hjá Remoy Shipping. Regin Lindenskov, sum er 2. meistari, er einasti føroyingur umborð, og hóast hann ikki veit, júst hvat jólaaftan fer at bjóða uppá, so er hann kortini spentur upp á norsk sjómansjól STEINAR PATURSSON – Vit hava jólatræ umborð, sum er pyntað. Vit hava eisini pyntað við nissum runt ymsastaðni og gjørt tað hugnaligt við reyðum stearin­ ljósum. Soleiðis sigur Regin Lindenskov um støðuna umborð á Rem Mist, nú tað stundar til jólar, og mann­ ingin ger klárt at leggja frá landi. Mest spennandi verður iva­ leyst jóladøgurðin, heldur Regin Lindenskov, sum hevur frætt so mikið, at talan verður ikki um van­ liga jóladunnu ella jólagás. – Tað, sum er annarleiðis, er mat­urin. Teir eta ikki dunnu, men eta pinnakjøt, sum teir kalla tað. Pinnakjøt er vist lambsriv, sum teir salta og hanga upp at turka. Tað er ikki ræst ella turt, sum vit kenna tað úr Føroyum, men manningin her sigur, at hon elsk­ ar tað, og teir eru allir spentir til jóla­døgurðan. Omaná fær manningin "jule­ grøt", ið er rísingreytur, umframt at kokkurin bakar kaku. Tað liggur væl fyri at fáa matin upp á pláss, sigur Regin Lindenskov, tí teir, ið hava frívakt, hava bjóðað seg til at hjálpa kokkinum. Regin Lindenskov hevur kort­ ini fyrireikað seg heimanifrá, skuldi jólalongsulin verðið ov stór­ur, tí hann hevur pakkað bæði før­oyska rullupylsu og turran fisk við í viðførið. Jólagáva fjald í kuffertinum Regin Lindenskov er, sum sagt, einasti føroyingur umborð. Tað er tí ivasamt, um nøkur jólaheilsan verður send heim til Føroya í útvarpinum; sjálvur hevur hann ikki hugsað um tað. – Eg vænti ikki, at hesir senda, teir eru allir norðmenn. Tað kann sjálvandi vera, at teir senda okkurt heim til Norra. Eg veit ikki, um tey hava útvarpsheilsanir. Sjálvur havi eg slett ikki hugsað um at senda nakra heilsan heim. Regin Lindenskov hevði ikki ætlað sær at taka nakrar jóla­gáv­ ur við til skips. Tað skuldi tó vísa seg, at hann fekk okkurt við í við­ førinum kortini. – Eg valdi ikki at taka nakað við hesa­ferð, tí tað fyllir bara. Men tá eg kom umborð og pakkaði kuff­ ert­ini upp, sá eg, at onkur hevði sníkt ein pakka niður í kuffertini, sig­ur Regin Lindenskov og leggur aftrat, at tað vóru foreldrini, ið høvdu givið honum jólagávu við, uttan at hann visti av tí. Vónandi verður ein fríløta Tað er ilt at siga, hvussu jólaaftan verður umborð, heldur Regin Lindenskov. Í løtuni liggja teir við kei í Mongstad, men í morgin loysa teir við kós móti einum boripalli. Eru teir við boripallin jólaaftan, verður ikki nógv tíð til at hugna sær - Eg veit ikki, hvat hendir jóla­ aft­an. Tað kemur an uppá, hvør tíð verður. Skulu vit arbeiða, so fara vit at eta og so aftur til arbeiðs. So verður dagurin vanligur aftaná. Men um vit hava tíð, so kanska vit gera okkurt sosialt. Møguliga verð­ur okkurt pakkaspæl, ella vit dansa um jólatræið, sigur Regin Lindenskov.