Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. desember 2019síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. DESEMBER 2019 SOSIALURIN 147 13 Vit hava hildið nógv fjølbroytt jól saman 12. desember høvdu Judith og Mejnhardt Hansen av Nesi krúndiamant­brúdleyp. Tað hátíðarhildu tey á degnum, og í samrøðuni her minnist Judith aftur á nakrar av serligu løtunum á jólum gjøgnum árini PÆTUR HJALMAR EVENSSON – Gjøgnum so nógv ár saman, so hava vit upplivað nógv ymiskt á jól­um. Soleiðis sigur Judit Hansen, sum saman við manni sínum Mejn­ hardt Hansen hátíðarhelt krún­ diamantbrúdleyp 12. des­emb­er. Krúndiamentbrúdleyp merkir, at tey hava verið gift í 65 ár. Hetta var ein góður dagur, sum tey há­ tíðarhildu saman við sínum kæru. – Vit fóru í missiónshúsið á Toftum, har morgunmatur var. Vit ætlaðu at lata sum einki, men tey gjørdu okkurt burturúr kortini, so vit høvdu eina góða og hugnaliga løtu har. Um kvøldið fóru vit sam­ an við børnunum og makum teirra út at eta. Tey syrgdu fyri øllum, so vit skuldu ikki spekulera uppá nakað, fortelur Judit Hansen. Hava altíð kenst Mejnhardt er av Nesi, og Judith er av Saltnesi. Báðar bygdirnar eru í somu kommunu, og tey hava sum so altíð kent hvønn annan. – Vit eru bæði hiðani, so vit møtt­ust natúrliga, sigur Judith Han­sen. Tey giftust 12. desember í 1954. Judith var tá 23 ára gomul, og Mejn­hardt var 28. – Tað var ein sunnudag, og vit giftust klokkan 11. Tað var kirkju­ gongd, so vit blivu sitandi har í friði í eina løtu. Um kvøldið var brúd­leyp, og fólk vóru har so leingi, sum tey tímdu. Tá í tíðini var brúdleyp í sethúsum í staðin fyri í bygdahúsum, sum tað er í dag, greiðir Judith frá. Vetrarbrúdleyp Tað er ikki av tilvild, at tey valdu at giftast so stutt upp undir jól. – Fyrr giftist man helst í des­ ember, tí tá var sjófólkið heima. Tá var tað vetrarbrúdleyp í staðin fyri summarbrúdleyp, sum tað er í dag, sigur Judith. Jólini hetta árið vóru nakað heilt serligt, tí hetta vóru fyrstu jól­ini, tey hildu saman sum hjún. – Vit hildu jólini saman við familjuni. Vit høvdu bæði tvey okkara foreldur og systkin á lívi, og so vóru aðrir familjulimir eisini við. Tað var ein góður dagur, sigur Judith. Hildu jól í Íslandi Tey næstu jólini hildu tey í ís­ lendska høvuðsstaðnum Reykja­ vík, har tey arbeiddu á einum ellis­heimi. – Vit vóru akkurát blivin for­ eld­ur fyri fyrstu ferð, so tað fylti nokk­so nógv. Tað var hugnaligt sam­an við íslendingunum. Teir byrjaðu at halda jólaaftan bein­ an­vegin frá morgni av. So tað var mótsatt tí, sum vit vóru von við. Vit høvdu nakrar týskar sam­ starvs­felagar, sum bjóðaðu okk­ um inn ein sunnudag í advent. Har sótu vit og nutu okkurt gott frá teimum og hoyrdu týskan jóla­tónleik. Tað var ein deilig løta, minn­ist Judith Hansen aftur á. – Tað hevur ikki so nógv at siga, hvar mann er á jólum. Tað veldst heldur ikki um, hvørjum landsfólki mann er saman við. Bara mann veit, hvat jólini handla um, og at jólaboðini siga, at tað vóru gleðisboð til øll fólk, sigur hon. Jól í Danmark Á nýggjárinum 1960 fluttu Judith og Mejnhardt til Danmarkar, og her vóru jólini nakað øðrvísi enn tað, tey vóru von við. – Tey næstu átta árini hildu vit jól á Sælandi. Tá arbeiddu vit á Filadelfia, sum var eitt epi­ leptikarahospital við fleiri deild­ um. Har var tað soleiðis, at starvs­ fólk­ini skiftust at hava frí á jólum. So vit hildu annaðhvønn jólaaftan saman við teimum sjúklingunum, sum vóru har, sum Mejnhardt arbeiddi. Har fingu vit jóladøgurða og dansaðu um jólatræið, fortelur Judith. – Eina jólanátt sat eg á nátt­ar­ vakt, sum var frá 7 á morgni til 7 á kvøldi. Til Englands Síðani hava tey hildið jól í Hull í Onglandi, har tey fóru í 1981 fyri at arbeiða í sjómanskirkjuni har. – Tað var ordilig jólafest fyri norð­ur­lendingum, sum búðu har. Tað byrjaði við guðstænastu, jóla­ døgurða og hugna, og so fór mann í ensku kirkjuna á midnátt, for­tel­ ur Judith. Tey hava búð í Onglandi í fleiri skift­um, og tilsamans fevnir tíðin um níggju ár. Tey vóru fyrst í Hull í fýra ár, og so komu tey heim til Føroya aftur. Síðani fóru tey til Grimsby í Onglandi, og eftir hetta fóru tey til Hull einaferð aftr­at at arbeiða, fyri so aftur at fara til Grimsby nakað aftaná í hálvt­triðja ár, áðrenn tey fluttu til Føroya aftur. – Tá mann er burtur, so saknar mann altíð familjuna heima. Men børn­ini vóru røsk at koma og vitja okk­um, sigur Judith. Gloyma ikki brúdleypsdagin Samanumtikið hava hjúnini havt nógv góð jól saman. – Jú, vit hava hildið nógv fjøl­ broytt jól. At jólini eru so stutt aftaná teirra brúdleypsdag hevur ikki yvir­skuggað minniliga dagin, tá tey giftust - tvørturímóti. – Vit hava altíð minst til dagin. Tað hava vit, sigur Judit Hansen. Judith og Mejnhardt: