Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. desember 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. DESEMBER 2019 SOSIALURIN 147 12 Jól og jólahald TEMA: Jól og jólahald Vit fara at minnast hví vit søgdu »ja« – Jólini í ár vera, sum tey plaga at vera. Eg haldi ikki, tað verður nøkur stór broyting í, sigur Rannvá Michelsen, sum giftist við Rólandi Michelsen í heyst PÆTUR HJALMAR EVENSSON 2 019 hevur verið eitt serligt ár fyri hjúnini Rannvá og Róland Michelsen - serliga tí tey giftust 28. september. – Tað er stórt at kunna kalla seg fyri kona og maður. Áðrenn var tað jú bara dama og sjeikur, sigur Rannvá Michelsen, sum eisini gleðist um onnur ting, sum hendu hetta árið. – Vit keyptu hús saman í Miðvági í 2018, sum ikki riggaði so væl, so tað var ein stór umvending. Men vit vóru so heppin at sleppa at selja ognina, og so keyptu vit eina nýggja ogn í Havn. Tað var eisini stórt fyri okkum, sigur hon. Ikki so nógv broytt Jólini í ár verða sostatt fyrstu jólini, sum Rannvá og Róland halda sum hjún. Men hetta er hóast alt ikki tann stóra broytingin í mun til áðrenn tey giftust. – Eg haldi ikki, tað verður nøkur stór broyting í tí. Tað er ein ringur og eitt broytt eftirnavn, annars er alt tað sama. Vit kendu hvønn annan so væl, áðrenn vit giftust, sigur Rannvá. Hetta er heldur ikki fyrstu ferð, tey halda jól saman. – Jólini í ár vera, sum tey plaga at vera. Vit fara nokk at halda jólaaftan hjá mostur mínari 24. desember. Tað hava vit ikki gjørt fyrr, men tað gleða vit okkum nógv til. Tað verður eitt deiligt og hugnaligt kvøld, og vit minnast til, hví vit halda jól. Hin 25. fara vit so til mostur hansara, sigur Rannvá Michelsen. – Annars verður tað bara avslapning, soleiðis sum jólini skulu vera. Vit fara eisini at minn­ ast til, hví vit søgdu ja við hvønn annan. Tað er nakað, sum eg altíð havi skrivað aftanfyri oyrað, sigur hon og fortelur víðari, hví hon yvirhøvur segði ja. – Eg visti, at tað var honum, eg vildi liva saman við. Tað er bæði í við­gongd og mótgongd. Hann er altíð har fyri meg, og eg haldi eis­ini, hann hevur tað soleiðis við mær, sigur Rannvá Michelsen. Hava kent hvønn annan leingi Rannvá og Róland møttust á heysti 2011, men tey hava leingi vitað av hvørjum øðrum. – Eg visti væl, hvør hann var, tí eg kendi beiggjarnar hjá honum. Vit høvdu rættiliga nógv til felags, og í roynd og veru vóru vit vinir í eina góða tíð, áðrenn tað bleiv til nakað meira. Tað hevur verið í smáum allan vegin, so vit eru bara blivin góð við hvønn annan og eru nú ein høgra hond hjá hvørjum øðr­um. Tá mann hevur kent hvønn annan so leingi, so verður mann so góður við hvønn annan og ansar eftir hvørjum øðrum, sig­ ur Rannvá. Í mars mánað í 2015 blivu tey par, og nú hava tey skjótt livað sam­an í fimm ár. Tað var natúrligt hjá teimum at taka avgerðina um at gifta seg í ár. – Eg segði við hann, at eg hevði be­stemmað meg fyri, at eg ikki ætl­aði mær nakrastaðni. Vit høvdu keypt hús saman og gjørdu alt saman, so vit manglaðu í roynd og veru bara at vera gift. Tað helt hann vera upplagt, men eg bað hann taka sær sína tíð. Eini tvey ár seinni fór hann á knæ, og eg segði sjálvandi ja, fortelur Rannvá Mich­elsen. – Eg trúði ongantíð, at eg fór at blíva gift. Men tað hendi so í ár. So eg bleiv øgiliga rørd av, at Róland vildi liva saman við mær. Eg visti altíð, at tað skuldi vera hann, og hann visti eisini altíð, at tað skuldi vera eg. So tað var lætt hjá okkum at bestemma okkum, sigur hon. – Eg vóni, at vit eiga nógv góð ár eftir, og vónandi verða vit trý um ikki so langa tíð, sigur Rannvá Michelsen. NÝGIFT Á JÓLUM Vit hitta her tvey hjún, sum fortelja eitt sindur um, hvussu tað er at vera nýgiftur á jólum. Rannvá og Rólant halda fyri fyrstu ferð jól saman sum hjún, meðan Judith og Mejnhardt hava 65 ár á baki sum hjún Rannvá og Róland: