Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. desember 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. DESEMBER 2019 SOSIALURIN 147 11 Jól í Eystur­ grønlandi Meðan tey flestu halda jól heima við hús, eru fleiri sjómenn, ið eru noyddur at vera burturi um jóltíðir. Ein teirra er Jógvan Kristiansen, sum siglir við Tuugaalik hjá Royal Greenland STEINAR PATURSSON H etta er fyrstu ferð, at Jógvan Kristiansen er við júst hesum bát­inum, men hann hevur siglt við bæði grøn­lendsk­ um og føroyskum bátum fyrr - eisini á jólum. – Eg havi hildið jól umborð á føroyskum bátum fyrr, og tá hava vit gjørt nokk so nógv burt­urúr. Hetta var, tá eg var yngri. Tá eru vit farnir út við skips­bátinum og eru sigldir aftur umborð, har ein dekkari klæddi seg út sum jólamaður. Tá gjørdu vit nokk so nógv burturúr, sigur Jógvan Kristiansen. Produktiónin steðgar Umborð á Tuugaalik verður vanliga etið í tveimum; frá 14:00 til 14:30, og síðani frá 14:30 til 15:00. Jólaaftan er tað hinvegin so, at øll produktiónin á fabrikkini steðgar, so øll manningin kann eta saman. – Nú gera vit so, at produk­ tión­in steðgar jólaaftan, so allir kunnu eta dunnu saman. Jóla­ døgurðin er góður, og vit hava góðan kokk - dunnan er góð. Tað er sjálvandi ikki tað sama sum at vera heima, tí tað er altíð keði­ligt, at vera burturi á jólum, sigur Jógvan Kristiansen. Summir av manningini plaga at taka jólagávurnar við heim­ anifrá, meðan aðrir gera ikki. Men allir fáa tó okkurt, tí um­ framt at reiðaríið letur teimum gávu, so fáa teir eisini gávu frá Sjó­mansheiminum í Nuuk. Tað er ikki vanligt, at mann­ ingin pakkar gávur upp saman. Ei­heldur verður dansað um jóla­ træið. Men tað verður sungið eitt sindur um borðið, greiðir Jógvan Kristiansen frá. Vanligt er, at skip senda jóla­ heils­anir til Føroya, og umborð á Tuugaalik er einki undantak. - Skipið plagar at senda jóla­ heilsan í útvarpinum, og so plaga vit at hava eina heilsan á port­alunum eisini, sigur Jógvan Kristiansen. Jólasiðirnir teir somu Allir dekkararnir umborð eru grønlendingar, meðan yvir­ menn­inir eru føroyingar, men jóla­siðirnir eru meira ella minni teir somu hjá grønlendingum sum hjá føroyingum, sigur Jógv­ an Kristiansen. Har er kort­ini eitt spæl, ið hann fyrr hevur sæð grønlendingar spæla, ið ikki verð­ur spælt millum føroyingar. - Teir hava eitt spæl, har teir kasta myntir upp í luftina, og so skalt tú samla myntir upp. Tað verður brúkt til serligar høgtíðir og serligar dagar. Eg veit ikki heilt, hvat spælið gongur út uppá, men tey telja, hvør hevur tikið mest upp. Annars eru sið­ ir­nir meira ella minni teir somu. Tað er ymiskt frá skipi til skip, hvussu nógv verður gjørt burtur úr tí andaliga á jólum. Umborð á flestu føroysku skipunum plagar okkurt at verða gjørt burturúr, sigur Jógvan Kristiansen, og um­ borð á Tuugaalik verður eisini andakt. Vóna at halda jól við kei Umborð eru ikki stundir at taka sær av løttum jóladag, sig­ur Jógvan Kristiansen, men mat­ ur­in er kortini framúr. Trupul­ leik­in er bara tann, at tað viðrar so illa í Eysturgrønlandi, at tað er ikki altíð so lætt hjá kokkinum at gera góðan mat. Hinvegin vónar manningin, at teir verða lidnir við fiskiskapin áðrenn jól, so teir kanska sleppa í kei jólaaftan. – Vit hava ikki so nógv eftir at fiska, so møguliga halda vit jól í Íslandi. Tað er nokk so spenn­andi, so vit gleða okkum at síggja, um vit klára tað ella ikki. So kunnu vit tosa heim við Mess­enger ella Skype. Netið er ikki so gott umborð, at vit kunnu ikki tosa heim við video og síggja fam­iljuna. - Tað er betri at liggja inni og fáa tosað ordiligt við familjuna. So er tað næstan sum at vera heima, sigur Jógvan Kristiansen. eru tungir tilburðir, og so er ikki bara gleði, sjálvt um tað er jól. Tað kann vera tungt, og kontrastirnar kunnu vera ógvisligar, sigur Gunn­ vør Hanusson. Kann vera torført at kobla frá Tað hendir seg, at keðiligir til­ burð­ir eru á intensivu deild, og tað kann vera torført at koma frá jóla­vaktini heim til vinir og fam­ ilju, ið sita og gleðast um jólini. Tað er tó ein partur av arbeiðinum, og tað er nakað, ið tey á intensivu deild, mugu venja seg við. – Hevur tú verið á einari vakt, har okkurt trist er hent, kanska serliga tá jólastemningurin skal vera í hásæti, so ert tú ávirkað av tí. Tú fert ikki beint inn í jóla­ stemningin heima. Hevur tað verið ein friðarlig vakt, so er lætt­ ari. Men tá tú arbeiðir í hesum fak­inum, verður tú noyddur at fyri­halda teg til arbeiðið og tað priv­ata, og tú noyðist at seta eitt skott ímillum. Hóast álvarin kann hanga tjúkkur í luftini, so verður roynt at hava tað jólaligt fyri sjúklingar og avvarandi, soleiðis at jólagleðin eisini kann koma teimum til góðar, og tey kunnu hava eina hugnaliga løtu saman. – Vit pynta eisini inni á deildini. Vit pynta inni á stovunum, so jóla­ pynt, perur og annað er til staðar. Og eru sjúklingarnir væl fyri og kunnu eta, so koma avvarandi eis­ ini við gávum og mati, og í summ­ um førum eta tey eisini saman. – Eitt ella annað stað, so merkja vit eisini jólastemningin inni her, sig­ur Gunnvør Hanusson.