Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. desember 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. DESEMBER 2019 SOSIALURIN 147 10 Jól og jólahald TEMA: Jól og jólahald Meðan tey flestu seta seg niður við jólaborðið at fáa sær jóladøgurðan, eru onnur, ið orsakað av sínum arbeiði ikki hava eins góðar umstøður at hugna sær STEINAR PATURSSON H óast jólahugnin ger um seg aðrastaðni í landinum, er álvarin altíð til staðar á intensivu deild á sjúkrahúsinum. Tó verður roynt at fáa jólahugnan inn um sjúkrahúsdyrnar, soleiðis at eisini starvsfólk, sjúklingar og avvarandi hava so góð jól, sum umstøðurnar loyva. Gunnvør Hanusson arbeiðir á intensivu deild og hevur roynt at verið til arbeiðis jólaaftan. – Tann seinnapartin er guðs­ tænasta í forhøllini. Okkara sjúk­ ling­ar eru so vánaligir, at teir kunnu ikki luttaka á guðs­tæn­ astuni, men eru sjúklingar aðra­ staðni frá, so kunnu teir vera við til guðs­tæn­ast­una, hoyra prædikuna og syngja sálmar og so framvegis, sig­ur Gunnvør Hanusson. – Vanliga tá guðstænastan er liðug, so spyr prestur okkum, um hann kann koma inn á deildina. So fer hann at heilsa upp á sjúk­ lingarnar. Onkuntíð hevur eisini verið okkurt musikalskt inn­ slag. Tónleikarar koma inn og spyrja, um tað er passandi fyri sjúklingarnar, at teir koma inn og spæla okkurt. Tað kann typ­ iskt vera violin, sum er góður og pen­ur tónleikur. Tað setur sín dám á, og upp á tann mátan fáa sjúk­ ling­arnir eitt sindur av jól inn á stov­urnar. Fáa eisini jóladøgurða Tey starvsfólk, ið eru til arbeiðis jólaaftan, fáa jólamat oman á deildina. Tað er ikki altíð, at tað ber til at fáa matnáðir, men yvirhøvur verð­ur roynt at skapa jólahugna, soleiðis at starvsfólkið kann seta seg niður at eta jóladøgurða. – Døgurði kemur oman jóla­aft­ an til starvsfólkið. Tað er tað sama, sum fólk vanliga fáa heima, gás og annað. Men tað kemur jú an uppá, hvussu nógv er at gera, og hvussu nógvir sjúklingar eru. Tað kann vera friðarligt, men tað vísir seg, at um jólini er ofta nógv at gera. – Vit royna í tann mun, tað ber til, at seta eitt rúm av, helst upp at stovuni hjá einum sjúklingi, at dekka borð við jóladúki og el- ljósum, so tað verður eitt sindur hugnaligt. So eta vit døgurða í felag, so tað verður eitt sindur hugnaligt. Okkurt ár hava vit havt okkurt lítið gávuspæl, og Sjúkra­ húsið plagar at lata eina lítla gávu til tey, sum hava kvøldvakt. Til arbeiðis á jólum partur av starvinum Starvsfólkið á intensivu deild kenna treytirnar til arbeiðið og vita, at onkur má arbeiða á jólum. Haraftrat er skemaið á deildini skipað soleiðis, at øll vita langt frammanundan, nær tey vakt á jólum, og nær tey ikki hava. Kvøldvaktina á jólum eigur tú bert 6. hvørt ár, greiðir Gunnvør Hanus­son frá, og eingin gremur seg um ikki at vera heima. – Vit koma inn her, lata okkum í klæðir, og vit gera ikki mun á jólum og ikki jólum. Vit eru vanar við at arbeiða í vaktum - á jólum, á ólavsøku og so framvegis. Vit vita, at hetta er skyldan, og eingin gong­ur og huffar og puffar, tí tey skulu vera til arbeiðis á jólum. Ongar vitjanartíðir eru á inten­ sivu deild, men avvarandi kunnu í samráð við starvsfólk koma á vitjan jólaaftan. – Tað liggja ofta fleiri á somu stovu, og so mugu vit taka hædd fyri hinum, og vit mugu skipa tað soleiðis, sum best ber til. Onkuntíð JÓLAHUGNIN RØKKUR EISINI INN Á INTENSIVU DEILD