hósdagur 19. desember 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. DESEMBER 2019
SOSIALURIN 147
16
EYÐUN KLAKSTEIN
R
ani Petersen úr Havn
hevur gjørt stórt fram
brot sum poppsang
ari. Rani hevur gjørt
milliónasáttmála við risastóra
amerikanska
plátufelagið
Atlantic Records, og nú skal
hann til Los Angeles at skriva
og innspæla tónleik til nýggja
útgávu, sum skal koma út næsta
ár.
– Hetta er sera spennandi og
ein stórur møguleiki, men hetta
er bert fyrsta stigið. Eg eri als
ikki komin á mál enn, sigur Rani
Petersen.
Seinastu fimm árini hevur
Rani íðin og áhaldandi arbeitt
fram ímóti at fáa sáttmála við
plátufelag, og tað hevur hann
nú fingið. Talan er um sáttmála,
sum er verdur fleiri milliónir
krónur. Tá ið tosað verður um
virðið á sáttmálanum, snýr tað
seg um løn, framleiðslukostnaðir
av tónleiki og video, marknaðar
føring og annað.
Rani Petersen er sangskrivari
og sangari, og hann hevur
serliga brúkt sosialar miðlar
sum Instragram og TikTok fyri
at koma út við sínum tónleiki.
Á TikTok fylgja slakar fimm
milliónir Reiley, sum hevur verið
listanavnið hjá Rana.
Fekk hug at syngja
Rani Petersen fór sum seks ára
gamal at spæla klaver. Hann
fekk frálæru í Musikkskúlanum,
og hann spældi klaver, til hann
var 14 ára gamal. Tá fylti fim
leikur meira í eitt tíðarskeið. Í
2014 fekk Rani møguleikan at
vera við í sangleikinum Grease,
sum miðnámsskúlar settu upp.
Hann hevði leiklut sum dansari
og kórsangari, og sangleikurin
broytti nakað í hansara lívi.
– Eg fekk áhuga fyri tónleiki
aftur, og eg fekk ikki bara hug
at spæla og gera tónleik, eg fekk
eisini hug at standa fram og
framføra. Næstu tíðina sang eg
meira enn nakrantíð, og eg fekk
frálæru í at syngja, sigur Rani
Petersen.
Síðan hann var 13 ára
gamal hevði Rani eisini
fingist við videoupptøk
ur og -framleiðslu, og
nú gekk alt upp í eina
hægri eind, tí hann
kundi samantvinna
tónleik og video, tá ið
hann vildi sleppa út við
sínum sangum.
– Tað lá til høgra bein
ið at gera stutt video til
sosialar miðlar. Eg royndi
at finna fram til, hvussu
best kundi gera tað, og tá ið
eg kendi, at eg hevði knekkað
ta kotuna, kundi eg veruliga
brúka sosialu miðlarnar til at
fáa hugskot út millum fólk, sig
ur Rani Petersen.
Enn hevur Rani ongan sang
útgivið á vanligan hátt, men
hann hevur postað nógv sang
brot á sosialar miðlar, og harvið
hevur hann skapt áhuga fyri
sínum tónleiki.
Funnið sín stíl
Seinasta góða árið hevur Rani
Petersen arbeitt meira mið
víst við at vinna fram uttan
lands. Hann hevur verið í
London og Los Angeles, har
hann hevur skrivað sangir og
gjørt upptøkur, og hann hevur
støðugt leitað eftir sambondum
innan tónleikavinnuna, sum
kundu hjálpa honum fram á
leið. Hann hevur havt umboðs
mann í Onglandi, og hann hevur
eisini skrivað sangir og gjørt
upptøkur saman við framleið
arum og komponistum, sum
hava arbeitt saman við kend
um tónleikanøvnum – eitt
nú Maroon5, Katy Perry, The
Chainsmokers og
One Direction – og hetta
hevur bara styrkt støðuna
hjá Rana og hjálpt honum
á leið.
– Eg havi funnið mín
stíl og mítt úttrykk,
og tað hevur gjørt,
at áhugin fyri tón
leikinum hjá mær er
vaksin. Eg havi einki
útgivið, men eg havi
gjørt nógvar sangir
og lagt summar av
teimum á sosialar
miðlar, og tað hevur
gjørt, at eg havi havt
nakað at vísa á.
Serliga videomiðilin Tik
Tok hevur havt týdning fyri
Rana, tí har hevur undirtøkan
verið stór, og Rani nærkast nú
fimm milliónir fylgjarum á
hesum miðli.
Fleiri plátufeløg hava víst
áhuga fyri Rana, og í heyst var
– Eg havi arbeitt hart fyri at koma hertil,
og tað kennist sum ein lætti at fáa slíkan
plátusáttmála. Eg eri tó eisini greiður yvir,
at hetta er fyrsta stóra stigið hjá mær, og at
tað er langur vegur fyri framman, sigur Rani
Petersen, sum hevur gjørt plátusáttmála við
eitt av heimsins størstu plátufeløgum
HETTA ER
HETTA ER MÍN
MÍN
STÓRI MØGULEIKI
STÓRI MØGULEIKI
SAMRØÐA: Rani Petersen