hósdagur 19. desember 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. DESEMBER 2019
SOSIALURIN 147
17
Rani í tí púra óvanligu støðu, at
fimm av heimsins størstu plátu
feløgum bjóðaðu honum plátu
sáttmála, hóast hann ongan
sang hevur útgivið. Valið fall á
Atlantic Records í USA, tí tey
vóru mest engagerað og góvu
besta tilboðið. Atlantic Records
er plátufelagið hjá eitt nú Bruno
Mars, Ed Sheeran og Cardi B.
Hart arbeiði
Nógvir sangarar fáa plátusátt
mála, men tað merkir ikki, at
veruliga gjøgnumbrotið sum
tónleikari er tryggjað. Nógv
arbeiðið er eftir at gera, og tað
arbeiðið skal Rani nú í holtur við
nú. Í januar mánaði flytur hann
til Los Angeles at búgva, og har
skal hann í gongd við at skriva
sangir og gera innspælingar til
útgávuna, sum vónandi kemur
út næsta ár.
– Eg havi arbeitt hart fyri
at koma hertil, og tað kennist
sum ein lætti at fáa slíkan
plátusáttmála. Eg eri tó eisini
greiður yvir, at hetta er fyrsta
stóra stigið hjá mær, og at tað
er langur vegur fyri framman.
Nú kann eg liva av at spæla tón
leik, og nú fái eg møguleikan at
arbeiða meira miðvíst saman
við dugnaligum framleiðarum,
sigur Rani Petersen.
Hann fær eisini møguleikan
at hava stóra ávirkan á sítt
konsept. Plátufelagið sigur seg
hava gjørt avtalu við Rana, tí
teimum dámar hansara konsept
og hugskot, og tí verður tað ikki
soleiðis, at plátufelagið skal
broyta alt og fáa han at passa
inn í teirra konsept. Plátufelagið
stuðlar tí konsepti, sum Rani
hevur bygt upp seinastu árini.
Sera miðvísur
Ein av teimum, sum hevur
stuðlað og arbeitt saman við
Rana Petersen øll hesi árini,
er Cecilia Jacobsen, og hon er
imponerað av miðvísa arbeið
num hjá Rana.
– Rani er ótrúliga miðvísur og
arbeiðssamur. Hann hevur ikki
bara eitt talent at gera tónleik
og at syngja, hann hevur eisini
nakað, sum dregur fólk at sær.
Rani hevur offrað nógv fyri
tónleikin, men skalt tú koma so
langt, skalt tú hava nakað serligt
yvir tær, sigur Cecilia.
– Tá ið Rani fyri fimm árum
síðani byrjaði at gera tónleik og
video, var hann sera tilvitaður
um at betra seg allatíðina. Hann
vildi hava kritikk, sum hann
kundi brúka til at menna seg.
Tað hevur uttan iva verið hart
hjá honum at hoyra, at okkurt
ikki er nóg gott, men hann
strembar altíð eftir at verða
betri og betri, og tað hevur ført
hann allan hendan vegin.
Nú fyrsta stóra frambrotið
er gjørt við plátusáttmála í
USA, kann Rani fegnast, men á
leiðini hevur hann eisini upp
livað ivasemi og neiligar við
merkingar.
– Tá ið tú gert nakað, sum er
øðrvísi, skilja fólk ikki altíð, hvat
tað er, og tey hugsa sítt. Nógv
veður mett at vera láturligt, til
tað lukkast. Men Rani dugir at
venda øllum til nakað, sum kann
brúkast, og hann dugir sera væl
at halda fokus og arbeiða mið
víst, sigur Cecilia Jacobsen.
Fyrst í nýggja árinum pakkar
Rani Petersen kuffertið og flytur
til USA at búgva. Nú byrjar eitt
nýtt tíðarskeið í hansara lívi, og
komandi árið fer alt at snúgva
seg um at skriva sangir, at fram
leiða tónleik og at vinna longur
fram á tónleikaleiðini.
Stóri dagurin, tá ið Rani Petersen skrivaði undir
sáttmála við Atlantic Records í New York
– Nú kann eg liva av at
spæla tónleik, og nú
fái eg møguleikan at
arbeiða meira miðvíst
saman við dugnaligum
framleiðarum, sigur
Rani Petersen