hósdagur 19. desember 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. DESEMBER 2019
SOSIALURIN 147
18
Prei!
Prei!
SO SIGA TEY!
ROCKRØDDIR
Í TURKIHÚSI
Leygarkvøldið ber til at
hoyra bólkin Voices of
Rock spæla í Fuglafirði.
Dagfinn Olsen, sum er
kendur úr bólkinum FATE,
mannar bólkin saman við
Jógvani Ellingsgaard. Teir
spæla báðir kassagittar
og syngja. Voices of
Rock spæla klassiskan
rocktónleik og nakað av
grunge. Teir tríva í sangir
hjá bólkum sum Creedence
Clearwater Revival, Bon
Jovi, Guns N Roses, Iron
Maiden, Steelers Wheel,
Alice in Chains og fleiri.
Voices of Rock spæla frá
á midnátt leygarkvøldið
og nakrar tímar fram í
Turkihúsinum í Fuglafirði.
SILAS
TOSAR UM
FUGLAR
Føroya Fuglafrøðifelag
skipar fyri forvitnisligum
fyrilestri við Silasi Olofson
um fuglalív og náttúru
í Mongolia. Silas býr og
starvast í Mongolia og er
bæði dugnaligur fugla
frøðingur og myndamaður.
Hann brúkar nógva tíð í
mongolsku náttúruni, sum
hevur eitt ríkt og spenn
andi fugla- og djóralív.
Fyrilesturin verður í
Spaniastovu í Klaksvík
fríggjakvøldið 27. desem
bur kl. 19.00. Tiltakið er
ókeypis.
HÅKAN ERICSON, NÝGGJUR FØROYSKUR LANDSLIÐSVENJARI Í
MANSFÓTBÓLTI, HYGGUR NÓGV EFTIR FÓTBÓLTSDYSTUM Í SJÓNVARPI
DENNIS HOLM, BORGARSTJÓRI Í VÁGI, VIL HAVA LANDIÐ AT SETA FERÐ Á
FYRIREIKINGARNAR AT BYGGJA SUÐUROYARTUNNILIN (IN.FO)
AMERIKANSKI SENDIKVINNAN CARLA SANDS UM STJÓRAN Á
DONSKU DEILDINI HJÁ KINESISKA TELEFELAGNUM HUAWEI (DR)
Jag är mycket
för tv-tittande
Verður ikki klárt at fara undir
Suðuroyartunnilin, tá ið tað
er liðug at bora Sandoyar
tunnilin, fer boriútgerðin av
landinum, og serfrøðin verður
eisini spjadd í allar ættir.
Hann arbeiðir fyri
kinesiskar kommunistar
og er í ferð við at útflyta
teirra eftirlit, korrputión
og mutur kring heimin
M
entanarritið Varð
in er útkomin fyri
86. ferð. Í hesum
Varðanum
eru
stuttsøgur og yrkingar, ferða
frásagnir, fyrilestrar, røður og
ummæli. Flestu tekstirnir eru
upprunað føroyskir, men onkrar
týðingar eru. Spildurnýggj før
oysk list er eisini umboðað í
hesum Varðanum, bæði inni í
bindinum og á permuni.
Sólrún Michelsen, Rakel
Helmsdal, Anna Malan Jógvans
dóttir og Mia Haldursdóttir
Smith eiga teir uppruna før
oysku fagurtekstirnar í 86.
bindi av Varðanum. Sólrún
eigur eina stuttsøgu og Rakel
Helmsdal tvær yrkingar. Tað
serliga við tekstunum hjá teim
um ungu listakonunum Onnu
Maluni og Miu er, at talan er
um hybridtekstir ella saman
setingar av ymiskum teksta-
og listasløgum. Teksturin hjá
Onnu Maluni Jógvansdóttir er
bæði yrking og leikrit, og Mia
Haldursdóttir Smith hevur ríkað
hendan Varðan við einum verki,
sum bæði fevnir um myndir og
orð.
Harumframt eru fyrilestrar
um føroyskar bókmentir og
føroyska søgu, røður um før
oyskt mál og føroyskar undan
gongumenn. Og til síðst í
Varðanum eru átta ummæli av
ævisøgu, stuttsøgusavni, yrk
ingasavni, brævasavni, politisk
ari søgu, leikriti og leiki.
Í innganginum hugleiðir rit
stjórin Dorit Hansen um leik
lutin hjá Varðanum í dagsins
samfelagi.
– Alt hevur skund. Vit byrja
dagin við spildurnýggjum face
book-dagføringum og leggjast
um kvøldið við suffum um,
at ongantíð hevur verðin ver
ið so langt úti sum nú. Vit
ógvast um tað yvirflatiska og
tað skundmikla, samstundis
sum vit sjálvandi ikki hava
stundir til drúgvar bøkur ella
sein mentanarrit. Alt skal vera
instant, tí tað er bara speglaða
løtan beint nú, sum telur, skrivar
Dorit Hansen millum annað.
Varðin er eitt mentanarrit við
tyngd og tykist viga upp ímóti
rákinum í samfelagnum annars.
Hesaferð verður tað gjørt á 183
blaðsíðum.
Mentanarritið Varðin vigar upp ímóti tí yvirflatiska og
skundmikla við at geva lesarunum skaldsliga tyngd og dygd
LAÐA VARÐA VIÐ DYGD
Á FØROYSKUM MÁLI
Bind nummar 86 av Varðanum er útkomið. Ritstjóri er Dorit Hansen