Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-19, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. desember 2019síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. DESEMBER 2019 SOSIALURIN 147 19 F yrst í komandi ári verður olju­málningur, sum Sámal Joensen-Mikines hevur málað, seldur á upp­boðssølu í Danmark. Tað er uppboðssøluhúsið Bruun Ras­ mussen, sum hevur sett mál­ ningin til sølu. Málningurin, sum er 80 ferðir 95 til støddar, er av sólsetri og fólki við sjóvarmálum (á myndini sæst brotmynd av málninginum). Ikki er upp­lýst, nær málningurin er frá. Máln­ ing­urin er mettur at verða verður 40.000 krónur, og tá ið blað­ið fór til prentingar, var hægsta boð 34.000 krónur. Máln­ ing­urin verður seldur 7. januar. Málningar eftir Mikines, sum helst er best kendi føroyski listamálarin, verða javnan seldir á upp­boðssølu í Danmark, og van­liga er stórur áhugi fyri at keypa. Í september mánaði vóru fýra verk av Mikines seld fyri samanlagt 230.000 krónur hjá Bruun Rasmussen. Bruun Rasmussen upplýsir ikki, hvør selur, ella hvør keypir. Mítt vikuskifti Hvat fert tú at gera um vikuskiftið? – Hetta vikuskiftið er tað seinasta fyri jól, so tað verður stákast til jóla. All­ ar jólagávurnar eru ikki keypt­ar enn, tí mær dámar so væl at ganga til handils í des­em­berhugnanum. Eg ætli mær eisini at kóka kleyn­ur, og kanska verða eisini stundir at fara á kon­ sert. Verður lógin um sjó­ feingi til viðgerðar leygar­ dag­in, fari eg at fylgja við í Ting­varpinum, tí hetta er týdn­ingarmesta lógin, sum er í tinginum. Hvønn vikuskiftisdag dámar tær best? – Mær dámar væl leygar­ dag­ar. Tá rokast vit við alt møgu­ligt. Eg eri uppvaksin við, at sunnudagur var frið­ur, og tað varð hvørki bund­ið ella seymað. Hóast eg bindi sunnudagar, er tann dagurin tann stilli og djúphugaði dagurin, har hugsan­arsemi ræður, og skúlating skulu fáast frá hondini. Hvussu dámar tær jólamánaðin? – Mær dámar øgiliga væl jólamánaðin og alt tað, sum býr í jólunum. Fyri mær er høgtíðin hæddarpunktið á árinum. Alt tað besta leita vit fram, bæði innan í okkum og uttan um okk­ um. Tað er einasta árs­tíð, tá heim okkara er full­komi­ liga avblást og vaskað, bæði uppi og niðri. Onki skal vera eftir at gera, og bara tað besta skal á borðið alla høgtíðina. Vit minnast, vit gleðast og vit savnast. Um tú skuldi viðmælt fólki at lisið eina bók um jólini, hvør skuldi tað verið? – Tað koma nógvar spen­ nandi bøkur út um jólini, og fleiri kundi verið við­ mæltar. Fyri stuttum gav Sólrún Michelsen nýggja skald­søgu út, ið kallast »Ein táttur er silvur«. Hug­ tak­andi og hjarta­nem­ andi er søgan um Helenu og systrar hennara, sum mamm­an doyr frá í barn­ ferð seinast í 19. øld, og stóri systkinaflokkurin spjað­ist. Ein væl skrivað søgu­lig skaldsøga um lagn­ur og tíðarskeið, sum er bæði spennandi, góð og kenslu­rík. Sólsetur hjá Mikinesi til sølu Verk hjá Mikinesi verður í næstum selt á uppboðssølu í Danmark T að sigst, at hon skrivaði risahittini »I Will Always Love You« og »Jolene« sama kvøld. Dolly Par­ ton er langt síðani vorðin vird sum meira enn tann uppsnollaða song­ kvinnan, sum summi plagdu at gera hana til. Hon er sangskrivari og savnandi megi í dag­sins amerikanska samfelagi, har spjað­ ing­in millum fólk og fólkabólkar annars tykist stór. Í nýggjum podcastinum »Dolly Par­ ton’s America« verður roynt at finna fram til, hvat Dolly Parton umboðar, og hví hon til sínar konsertir kann savna øll hugsandi sløg av fólki. Í fyrsta parti av podcastinum verður greitt frá, at tey, sum eru á konsertini, eru kristnar ommur, drags, fólk í kovboyhattum, familjur við børn­um og vaksnir menn. Tí spyr verturin Jad Abumrod: – Kann tað veruliga passa, at í einari tíð, tá ið landið er syndrað av klassamuni, ras­ ismu og mentanarstríði, er tað Dolly Par­ ton, sum kann savna fólk? Soleiðis tykist tað. Eingin hevur veruliga nakað ímóti songkvinnuni, og hon tykjast um­boða allar hugsandi fólkabólkar. Summi halda hana vera slóðbrotandi fem­i­nist, onnur halda hana umboða arbeiðara­stættina, og undrunarsamt er tað, at hon verður dyrkað bæði í New York og Tennessee. Podcasturin »Dolly Parton’s America« er í 9 pørtum, og higartil eru 7 partar kom­ nir á tey vanligu podcast-støðini. Send­ing­ ar­nar eru lættar, men kortini gravandi og upp­lýsandi. Ferðast verður í heiminum hjá Dolly Parton og funnið verður fram til alt tað, sum fólk við ymiskum hugsanum og sann­føringum hava til felags. Í hesum døgum er eisini møguligt at hyggja eftir sjónvarpsrøðini »Dolly Par­ ton’s Heartstrings« á Netflix. Hetta er ein røð við stuttfilmum, sum byggja á sangir hjá Dolly Parton. Røðin er ikki avbjóðandi films­list, men gevur hyggjarunum fittar og hjarta­nemandi søgur úr gerandisdegnum – júst sum nógvir av sangunum hjá Dolly Parton. Óluva Klettskarð Songkvinnan Dolly Parton kann sum eingin savna feministar, kristin, kolaminuarbeiðarar og stórbýarfólk Dolly Parton kann savna fólk Lagt til rættis: Eyðun Klakstein Dolly Parton kann meira enn tey flestu