Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. desember 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. DESEMBER 2019 SOSIALURIN 147 20 SAMRØÐA - Miðlarnir hava roynt at skapt eina mynd av, at hóttanir vóru partur av samrøðuni millum landsstýrið og kinesiska sendiharran, sigur norðurlendski stjórin í Huawei, Kenneth Frederiksen, sum vísir ákærunum um njósning og hóttanir frá Kina í sambandi við 5G aftur PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO K inesiski tøknirisin Hua­ wei hevur deildir um allan heimin - eisini í danska høvuðs­staðn­ um Keypmannahavn. Huawei Dan­mark er tann deildin, sum hevur ábyrgd fyri at veita tæn­ ast­ur og vørur til kundar sínar í Før­oyum, og tað er sostatt Huawei Dan­mark, ið Føroya Tele hevur sam­skift við um 5G. Fríggjadagin 6. desember fekk Sosialurin avtalu í lag við Huawei Danmark um eina samrøðu um støðuna við Føroyum og Huawei, sum hevur fylt nógv í miðlunum seinastu vikurnar. Hóast stutta freist bar til at skipa fyri einum fundi seinni sama dag. Men tey vildu kortini ikki tosa um Før­oy­ ar on-the-record, og tí bleiv hes­in fundurin í staðin til eitt slag av in­troduktión til kinesisku fyri­ tøk­una fyri undirritaða. Vit avtalaðu eina nýggja tíð til eina samrøðu við stjóran í Huawei Danmark. Hendan samrøðan varð sett til mánadagin 16. desember. Tað endaði við, at tað í staðin bleiv norðurlenski stjórin í Hua­ wei, Kenneth Frederiksen, sum Sosialurin slapp at tosa við. Hálvanannan tíma áðrenn sam­ røðuna komu boð um, at stjórin skuldi náa ein flúgvara í sambandi við okkurt átrokandi og óvæntað, og tí bleiv samrøðan bert góðar 20 min­uttir long. Nakrar tímar aft­ aná samrøðuna var sami maður á sjónvarpsskíggjanum hjá DR og úttalaði seg um Huawei, har hann vísti umstríddu ákærunum um njósning og annað aftur. Hann segði eitt nú, at Huawei ongar ætl­ an­ir hevur at taka ímóti boð­um frá Kina um at njósnast í Evropa, um so skuldi verið, og at tey ikki kunnu ávirka netið. - Vit vistu einki um fundin Við Sosialin sigur norðurlendski stjórin í Huawei seg ikki kenna til nakað serligt um fundin, sum varð millum føroyska landsstýrið og kinesiska sendiharran í Keyp­ mannahavn hin 11. november. - Vit høvdu onga kunning um nakran fund, og vit vita heldur ikki, hvat er blivið sagt á hasum fund­inum. Tað kunnu bara tey vita, sum vóru á fundinum. Tað ein­asta, vit vita um tað, er tað, sum er komið fram í miðlunum, sigur Kenneth Frederiksen. Fundurin snúði seg sambært almennum upplýsingum um handils­viðurskifti millum Før­ oy­ar og Kina, men tað hevur tó verið loyniligt, hvat fundurin heilt ítøkiliga snúði seg um. Men hin 12. desember blivu vit øll eitt sindur klókari um hendan fund­in. Tí tá avdúkaði danska avísin Berlingske inni­haldið av um­stríddu ljóð­upp­ tøk­uni mill­um lands­stýrismann Helga Abra­ham­sen og aðalstjóra Her­álv Joensen, sum Kringvarpið hevði fingið fútabann at fortelja um. Í upptøkuni kemur fram, at kinesiski sendiharrin í Keyp­ manna­havn hevur sagt, at um Føroya Tele skrivar undir avtalu við Huawei, so standa allar dyr opn­ar fyri fríhandilsavtalu við Kina, men um avtalan ikki verður til nakað, so verður heldur eingin frí­handils­avtala. Hóast samrøðan avdúkar nakað, sum fleiri vildu tulkað sum eina hóttan frá kinesiska sendi­ harr­anum, so meinar Kenneth Fred­eriksen ikki, at talan er um nakra hóttan móti Føroyum. - Eg haldi, at úttalilsini frá før­ oyska løgmanninum og kinesiska sendiharranum í Keypmannahavn hava verið týðilig og uppklárandi. Teir hava báðir sagt, at hvørki trýst ella hóttanir hava verið part­ ur av fundinum. Talan var held­ ur um konstruktivar og góðar diplo­mat­iskar samrøður. Tað eru bara miðl­arnir, sum hava roynt at skapt eina mynd av, at hóttanir vóru part­ur av samrøðuni, sigur Kenneth Frederiksen, sum sjálvur er úr Noregi. Fær allarhelst ongar avleiðingar Norðurlendski Huawei-stjórin held­ur ikki, at tað skurrar, tá tað kemur fram, at kinesiski sendi­ harrin, Feng Tie, er so áhugaður í, hvørjum felag Føroya Tele velur at samstarva við. Eygleiðarar hava seinastu dagarnar argumenterað fyri, at hóttanin frá Feng Tie er eitt klokkuklárt prógv fyri, at kin­esiski staturin og Huawei eru sam­bundin - men hetta er nakað tvætl og ein misskiljing, meina tey í Huawei. - Tað er arbeiðið hjá einum sendi­harra at syrgja fyri, at tað er opin kapping. Tí síggi eg einki løgið í, at ein sendiharri hev­ur eina samrøðu við lokalar myndug­ leikar, sigur Kenneth Frederiksen. Hann væntar ikki, at tað fer at fáa nakrar avleiðingar fyri Før­ oy­ar, um Føroya Tele ikki velur Hua­wei sum veitara av 5G, sjálvt um tað kundi ljóðað soleiðis út frá avdúkaðu samrøðuni millum Helga Abrahamsen og Herálv Joen­sen. - Tað, sum hendir millum Kina og Føroyar, havi eg onga meining um. Men tað, sum er sagt og váttað av løgmanni og Feng Tie, er, at ongar hóttanir vóru, og at avgerðin liggur hjá Føroya Tele. Hetta er ein nóg góð indikatión fyri okkum um, at tað verður ein rættvís kapping í Føroyum, sum ikki fær nakrar avleiðingar, sigur Kenneth Frederiksen. Hví myndugleikarnir høvdu so stóran týdning at halda fundin loyniligan og seta fútabann í verk, hevur norðurlendski stjórin onga viðmerking til. Hava tosað við Feng Tie um Føroyar At føroyska landsstýrið hev­ur sam­skift við kinesiska sendi­ harran um Huawei, vita vit. Men hvussu er viðvíkjandi sam­skift­ inum millum Huawei og kinesiska sendiharran Feng Tie um Føroyar? - Eg havi ikki havt ein dialog við hann beinleiðis og kenni hann Norðurlendski Huawei-stjórin: - KJAKIÐ EIGUR HALDA SEG TIL F Norski Kenneth Frederiksen, norðurlendskur stjóri í H i (Th L kf ldt/Rit S i )