Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-19, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. desember 2019síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. DESEMBER 2019 SOSIALURIN 147 21 ikki persónliga. Sum kinesisk fyritøka so umgangast vit jú sendistovuni í ymsum sambondum, líka sum í øllum øðrum londum. Burtursæð frá tí, so hava vit einki serligt samband við sendistovuna. So tú veitst ikki, um Føroyar hava verið partur av einari sam­røðu millum Huawei Danmark og Feng Tie? - Vanligvís tá mann hevur ein dialog við sendistovuna, so dag­førir mann sendistovuna um, hvat fyri forrætningar mann hev­ur í teimum ymsu londunum. At mann hevur dagført um, hvat verður gjørt í Danmark og Før­oy­um, er ikki ómøguligt, sigur Kenn­eth Frederiksen. So tit hava? - Tað er natúrligt at dagføra sendistovuna um leypandi busi­ness, sigur hann. - Einki trygdarbrot er dokumenterað Støðan er spent millum USA og Kina. Amerikanska sendifrúan Carla Sands hevur vegna USA heitt á Føroyar um ikki at samstarva við kinesiska felagið, tí USA ikki stólar uppá Kina og stúrir eitt nú fyri njósning umvegis 5G-netið. Miðlar úr øllum heiminum hava varpað ljós á føroyska Huawei-málið, og hetta kemur illa við hjá Huawei. - Vit ynskja ikki at blíva blandað upp í politiskar konfliktir. At vit eru blivin partur av hasari konfliktini hongur saman við, at vit eru blivin ákærd fyri fleiri ting, sum ikki eru dokumenterað. Vit ynskja, at kjakið fyriheldur seg til fakta og dokumenteraða informatión í staðin fyri at dúva upp á eitt kjak, sum er grundað á uppáhald, sigur Kenneth Freder­ik­sen og greiðir frá, hvat fakta í han­sara verð er í hesum sambandi: - Huawei hevur verið til í meira enn 30 ár, og vit samstarva við teir flestu altjóða operatørarnar, ikki bara lokalum fyritøkum sum í Føroyum. Eitt trygdarbrot frá okkara síðu hevur ongantíð verið dokumenterað. Vit ynskja har­afturímóti, at tað skulu vera enn strangari trygdarkrøv til 5G-veitarar fyri at tryggja, at myndugleikar og kundar kunnu vera vísir í, at hetta er ein tryggur og góður infrastrukturur. Vit ynskja, at vinnan leggur upp til strang trygdarkrøv, tí vit ikki ivast í, at vit kunnu eftirliva tey minst líka væl sum kappingarneytar okk­ara, sigur Kenneth Frederiksen. - Vit vildu ynskt, at bæði vit og kundar okkara kundu gjørt forrættning uttan polit­ iska ávirkan. Tí eru vit glað fyri at hoyra, at føroysku myndug­leik­ar­nir klárt og týðiliga hava sagt, at politiskar forðingar verða ikki lagdar fyri tær avgerðir, sum verða tiknar, men at Føroya Tele fær loyvi at taka egnar komerciellar av­gerðir. Tí vænta og síggja vit eis­ini fram til eina niðurstøðu í hes­um málinum, sigur hann. Vilja vera til staðar í Føroyum Huawei eru í dag veitarar av 4G-net­inum í Føroyum, og hetta er sam­bært stjóranum orsøkin til, at tey úr Huawei eru so áhugað í at veita 5G til føroyingar. - Vit hava longu eitt gott sam­starv við Føroyar, har vit hava lev­erað útgerð og tænastur í fleiri ár. Báðir partar fáa okkurt burtur úr hesum samstarvinum, og tí ynskja vit sjálvandi eisini at halda fram við at levera til Føroyar, sigur Kenneth Frederiksen. - Føroyar eru jú eitt av fáum lond­um, sum longu hava 5G spektr­um. Vit testaðu 5G í juni sam­an við Føroya Tele, og úrslitini vóru sera góð, sigur hann. Tað, sum er so fínt við Føroyum, er, at mann hevur ein marknað, sum er áhug­aður í nýggjari tøkni. Vit í Huawei eru langt frammi við nýggjari tøkni, so vit vita, at marknaðurin eftirspyr hesa tøkni. Tí ynskja vit at vera til staðar har, sum nýggj tøkni verður brúkt, sigur hann. Nógv hevur verið tosað um, at Føroya Tele fekk eitt gott tilboð frá Huawei um 5G. Norðurlendski Huawei-stjórin vil ikki fortelja nakað um hetta. - Vit kundu ikki funnið uppá at viðmerkt kommerciellar treytir í nakrari samstarvsavtalu. Hetta er nakað, sum verður verandi millum okkum og Føroya Tele, sig­ur Kenneth Frederiksen, sum í løt­ uni er í einari bíðistøðu. - Vit mugu bara vóna, at vit eru best kommercielt og tekniskt til at blíva vald. Um vit ikki blíva vald, so mugu vit bara taka tað til eftirtektar sum eitt kommercielt felag. Burtursæð frá tí, so mugu vit bara bíða og síggja. AT FYRI­ FAKTA Søren Breiting/Biofoto/Ritzau Scanpix