Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-19, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. desember 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. DESEMBER 2019 SOSIALURIN 147 22 HUGLEIÐING: Júst í Túni JÓANNES HANSEN H øgtíðin stundar til. Hon er siðbundin og hjá nógvum kennast siðir og skikkir og mannagongdir aftur – ár um ár og kanska ættarlið eftir ættarlið. Í familjuni hjá konuni plagdi tað tveir dagar undan jólum – 22. desember – at verða markerað, at nú stundaði tað av álvara til frið­sælu høgtíðina. 22. desember hevði verfaðir føðingardag. Tað liggur til familjuna at gera nógv burtur úr føðingardøgum, og tað var í føðingardegi hjá verfaðiri, Júst í Túni, at familjan savnaðist í jóla­hýri. Maia og Júst eiga átta børn, sum øll settu búgv og vórðu vælsignað við børnum, so flokkurin vaks og tey átta pør­ini fingu 29 børn. Tey vóru ikki øll smábørn í senn, men tað var nógv lív og kæti og stákan og gott lag. Júst í Túni var føddur 22. desem­ber í 1919. Sunnudagin vera tað 100 ár síðani, at hann varð borin í heim. Vermóðir, Maia, var hálvtannað ár eldri. Hon var fødd 17. mars í 1918. Tá ið tað vóru hundrað ár síðani hennara føðingardag, savnaðist familjan – børn og makar, barnabørn og makar og tey, sum eru løgst aftrat í næsta ættarliðnum. Tá lá talið um hundrað. Sunnudagin fara børnini við makum at hittast og gleðast um kær minni um foreldrini og úr barnaheiminum, sum var mitt á Toftum. Vit vera 15. 21. mai verða tað fimm ár síðani, at Heri, maður Almu, flutti í teir ævigu bústaðir. Ofta er tað soleiðis, tá ið famil­jan er savnað, at ljósmyndir verða vístar. Tá ið hann var upp á tað besta, gekk Júst høgt upp í at taka myndir og mest ljósmyndir ella dias. Hetta eru myndir, sum hann tók yvir fleiri ára tíggju. Heima við hús, í samkomuhøpi og í arbeiðslívinum og á ferðum – heima og burturi. Tey átta børnini analysera myndirnar og siga, hvørji eru at síggja, hvar myndirnar eru tiknar, og hvussu gamlar tær mun­nu vera. Hetta hevur aftur havt við sær, at vit, sum so við og við eru løgst aftrat, hava fingið søgurnar sagdar aftur og aftur og soleiðis hava lært ver­for­ eldrini eitt sindur betri at kenna frá tíðini, tá ið tey vóru upp á tað besta og veruliga gjørdu mun, har tey vóru. Júst var 57 ára gamal, tá ið hann í 1977 varð verfaðir mín. Hann livdi inntil hann var 75, men eg minnist so væl, tá ið hann á kyndilsmessu, 2. februar, í 1978, helt fyri, at nú orkaði hann ikki longur tað, sum hann áður hevði gjørt. Júst og yngri bróður hansara, Símun, samstarvaðu heilt nógv, og fyri Júst vísti tað seg at vera bakkkast, sum hann ongantíð vann heilt á, at Símun longu í 1968 doyði av sjúku. Tey vóru átta systkin – børnini hjá Sannu og Andreas Hansen. Nú er bara tann yngsta, Liss, eftir. Hon er 89 ára gomul og púra klár og kennist vera portalur inn í tað, sum annars er farið. Síðst í sjeytiárunum og fyrstu áttatiárini vóru tað tíðarbil, tá ið Júst royndi okkurt nýskapandi. Eitt nú á svartkjaftaveiðu í Eystur­grønlandi. Hetta mundi vera fyrsta ferðin, at føroyingar royndu eftir svartkjafti í Eystur­ grønlandi. Tað spurdist ikki so nógv burtur úr hesi fyrstu royndini, ið seinni vísti seg at vera grundarlag undir veiðu, sum hevur givið rættliga fitt til Føroyar. Og so róðu hann og synir út við frambygda og skjóttgangandi bátinum, sum varð nevndur Túnus. Júst helt, at tað mundi vera framtíðin, at útróður var við bátum, sum gingu skjótt og ikki vóru so stórir. Síðani hevur nógvur útróður verið og er við sovornum bátum. Aldarinnar skipari Um túsundáraskiftið skipaði Dimma­lætting fyri, at aldar­inn­ ar skipari varð valdur. Tað vóru lesararnir, sum høvdu møgu­ leika at atkvøða, og tá ið tað varð talt upp, var Júst í Túni kosin at hava verið aldarinnar skipari í 20. øld. Júst doyði 5. august í 1995, so hetta var fimm ár eftir, at hann var deyður. Í summar verður fjórðingsøld síðani, at Júst doyði. Tí er tað einki undarligt í tí, at tey fækk­ ast, sum minnast, hvør og hvussu hann var, og at tey eru upp­aftur færri, sum minnast, tá ið hann var upp á tað besta, og áðrenn hann fór um tey fimmti hevði verið við í tí, sum bar við sær, at hann varð kosin aldar­ inn­ar skipari. Júst átti nógv hugskot um stig og átøk, sum kundu bera nýggjar vinnumøguleikar við sær. Tað plagar at verða sagt um slóðarar, at teir sjáldan spinna gull úr hugskotunum, sum seinni verða til vinnumøguleikar og inntøka hjá vinnu, starvsfólkum, tí almenna og okkum øllum. Tá ið hann var um fimmti ára gamal, helt Júst fyri við fyrsta ver­sonin, Hera Lava Olsen, at um tað gekk heilt illa, og hann varð noyddur at fara úr húsunum, um tað so fór at bera til at flyta í íbúð í Krosslíð í Havn hjá Almu og Hera. Soleiðis varð tað ikki. Men í 1987, tá ið reiðrið var tómt, og húsini trongdu til ábøtur, minti Júst Hera á lyftið, sum hann hevði givið eini fimtan ár frammanundan og spurdi, um hann framvegis stóð við lyftið. Jú, tað gjørdi Heri, og so fluttu Maia og Júst í íbúð í Krosslíð 5, meðan næstyngsti sonurin, Petur, yvirtók húsini í Toftatúni og dagførdi tey. Maia og Júst fluttu í húsini mitt á Toftum í 1952. Umframt at eiga átta tøtt børn, sum saman við sínum vinfólkum og familjni í størri høpi trivust væl har, so var ferðslan nógv um tær báðar út­hurðarnar – húsini vóru bygd við íblástri úr Íslandi, har Júst átti nógvar samstarvsfelagar og vinir. Gestablídnið var ógvuliga stórt, og nógv munnu minnast aftur á, tá ið tey lógu nátt ella stukku inn á gólvið og fingu ein drekkamunn frá Maiu. Minnisvarðin Tá ið Júst var upp á tað besta, lá tað væl fyri at greiða frá um tað, sum hann fekst við. Fleiri sam­røður vóru í bløðunum, og í út­varpinum greiddi hann fleiri ferðir Niels Juel Arge frá um verk­ætlanir, sum hann var í holtur við. Onkur hevur spurt um, hví Niels Juel ikki stakk inn á gólvið hjá Júst soleiðis, sum hann gjørdi hjá so mongum øðrum, ið greiddu frá teirra lívi og virki. Niels Juel lá framvið at gera samrøðu, men tá helt Júst seg ikki til. Undan jólum í 2006 gav Helgi Jacobsen út bók um Júst í Túni. Tað vóru serliga dótturin Hanna og maður hennara Jóhan Vang, sum skundaðu undir at fáa í lag, at bókin varð skrivað, og vit kunnu siga, at tíbetur tók Helgi Jacob­sen uppgávuna á seg og av­greiddi hana við tí eldhuga, nær­lagni og skynsemi, sum eyðkennir alt tað, ið hann letur úr hondum. Bókin varð løgd fram í Miðla­ húsinum, og tá vóru nógvir, sum høvdu samstarvað við Júst á sjógvi og landi hjástaddir. Teir vóru millum keldurnar hjá Helga – í orðum og myndum. Ikki so fáir av hesum samstarvsfeløgum eru síðani farnir foldum frá. Stóru tøkini Júst var blaðungur, tá ið hann fór til skips saman við pápanum, Andreas Hansen heima í Túni á Toftum, sum fyrst førdi skip hjá øðrum og síðani átti og førdi Mjóva­nes. Undir krígnum leyk hann stýrimansprógv og var so bestsi­maður og skipari við Mjóva­nesi. Serliga eru tað trý átøk, sum Júst fór undir, og sum vístu seg at fáa heilt stóran týdning. Tað gekk skjótt fyri seg, tí tað vóru bara 15 ár frá fyrsta stóra takinum, og til síðsta takið varð tikið. Tað fyrsta var í 1956, tá ið hann førdi Atlantsfarið, sum Anna Isaksen, einkjan eftir Jóg­van Isaksen, Billu-Jógvan, í Brekku­ni í Klaksvík átti, og sum Poul Hansen í Havn reiddi út. Helgi skrivar livandi og áhuga­vert, hvussu tað kom í lag, at Atlantsfarið fór til Ný­fund­ lands. Í nýggjari tíð var hetta fyrsta takið at troyta grunnar, sum síðani hava roynst at vera gull­nám fyri føroyingar. Í nútíðarhøpi var skipið einki serligt og navigatiónsútgerðin vánalig at fara langa teinin á ókendu leiðina. Í fyrstu atløgu var eingin skipari hugaður at fara saman við Júst, og heima vóru Maia og sjey børn – Andrias var 11, Alma var 9, Hanna var 8, Kristian var 6, Petur var 5, Sanna var 3 og Símin var ikki fyltur 2. (Marjun er fødd í 1959). Hugleiðing í sambandi við, at tað sunnudagin 22. desember vera 100 ár síðani, at Júst í Túni, sum í 2000 varð kosin at vera aldarinnar skipari, varð føddur JÚST Í TÚNI JÚST Í TÚNI 100 ÁR 100 ÁR