Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-19, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. desember 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. DESEMBER 2019 SOSIALURIN 147 23 Í 1957 fekk Júst nýggja línu­ skipið hjá Poul Hansen, Bres­tir, at føra. Teir vóru um vetr­ar­nar á ísfiskaveiðu á nær­leiðum og so á salt­fiskaveiðu undir Grønlandi og Nýfundlandi. Júst hevði fingist nógv við sildaveiðu, og hann fylgdi væl við í tøkniligu menn­ingini í Íslandi. Íslendingar lótu væl at kraftblokkinum, og sum altíð, tá Júst fór undir okkurt nýtt, so var tað stutt frá hugskoti til veruleika. Hann sá, at hetta var gyltur møguleiki hjá nýggju føroysku stállínuskipunum. Tíðliga í 1962 fór Júst við ís­ lendskum kraftblokkaskipi, og á sumri hetta sama árið varð kraftblokkur settur í Brestir í Íslandi. Nógv vatn er runnið í ánna síðani hesa fyrstu royndina, sum var grundarlag undir ný­ mótans­gerðini av føroysku uppi­sjóvarvinnuni, sum hevur havt avgerandi týdning fyri før­oysku samfelagsmenningina. Triðja stóra stigið, sum Júst var við til at slóða fyri, var alingin. Áhugin kveiktist í 1963, og Júst var í fyrstu atløgu uppií fram til 1973. Seinni hevði hann síl í svimjihylinum í Hvalvík. Helgi Jacobsen greiðir frá, at tað var á vári í 1963, at Júst og Ivan Johannesen í Miðvági, sum var maskinmeistari, vóru í Norra í sambandi við, at Kimbil bygdi stállínuskipið Beinir. Tá var tað, at hann sá vesturlendingar ala, og tað festi so mikið væl í hjá honum, at hann setti sær fyri at fáa meira at vita um arbeiðsgongdina og hvat kravd­ ist fyri at fáa tað at bera til. Jákup Sverri Joensen á Fiski­rann­sóknarstovuni var áhug­að­ur í alingini, og Andrias Rein­ert, sum arbeiddi har, og Júst í Túni samstarvaðu nógv tey fyrstu árini. Júst átók sær stóra ábyrgd og stóran fíggjar­ liga váða. Hetta var alt á fyrsta royndarstigi, og í dag mugu vit stað­festa, at tað hevði verið mett sum óðamannaverk at fara undir sovorðið tak hjá privat­um persóni. Tað hevði verið upplagt at farið undir tað við granskingarstuðli, tí talan var um kostnaðarmiklar roynd­ir, tá ið mangt ikki bara á mál, men sum tað var neyðugt at royna, áðrenn tað bar til, og ferð av álvara kom á alingina í áttatiárunum. Óneyðugt er at siga, hvønn týdning alingin nú hevur í landi okkara. Síðuvinningarnir Tá ið Júst var mitt í rokanum og arbeiddi fyri at fáa tingini at rigga, sum seinni hava borið so nógv gott við sær fyri Føroyar og føroyingar, helt ein fyri, at ein sovorðin uppfinnari og unda­n­gongumaður átti at verið fastløntur av tí almenna fyri at hugsa og finna uppá. Soleiðis hevði tað verið, um hetta var í t. d. Týsklandi, segði hann. Nú kunnu vit fegnast um, at Fiska­aling varð veruleiki í 1970. Trý ár seinni varð Fiskaaling al­ment burturav. Atli P. Dam, Júst í Túni og Andrias í Túni, sum var nógv saman við pápa­ num, skrivaðu undir fyrsta sátt­m­álan. Nú Fiskaaling í 2020 verður 50 ár, er tað merkisvert, at elsta abbabarnið hjá Júst, Jóhanna Lava Køtlum, er stjóri í felagnum. Onnur kenna ivaleyst eisini til, at tað vísir seg soleiðis, at talan verður um serligt samband millum tey, sum standa fyri vinnuvirksemi og teirra familjur og so tey, sum eru uppií og teirra familjur. Soleiðis hava eftirkomararnir hjá Júst kent tað og uppliva tað framvegis aftur og aftur. Sambandið millum tey hjá Poul Hansen og Júst var gott, og Aksel Hansen og Júst sam­ starvaðu sera væl. Brøðurnir Kjartan og Osvald Sivertsen í Norðdepli áttu Sild­rekan saman við Júst og Símuni, bróðrinum, og Magnusi Zachariassen á Sandi 1964 - 1968. Serligt samband var norður á Oyrina, og tað verður enn tikið til fagnað­arsunnudagin í juli 1964, tá ið Sildrekin flaggskrýddur legði at í Norðdepli. Teir vóru nógvir, sum vóru saman við Júst – á brúnni, í maskin­rúminum, kokkar og á dekki­num, og tað eru nógv prát og nógvar heilsur komnar frá hesum og til Júst og familjuna. Umframt við Andrias Reinert var serligt samband í alingini við Edmund Joensen, sum var í starvi hjá Júst á Oyrarbakka og við Áir, og seinni við eitt nú við Atla Gregersen, sum Júst eitt skifti arbeiddi saman við, og sum yvir­tók sílini í svimjihylinum í Hvalvík, og sum nú er ein av eigarunum og stjóri í alingini í Vágum. Tá ið Maia, sum doyði 2. november 2012, og Júst hildu gull­brúdleyp 9. jaunuar í 1993, sungu børnini hjálagda sang fyri for­eldrunum. Øssur Berghamar, systirsonur Júst, yrkti, og lagið er tað, sum Jógvan á Lakjuni gjørdi til Summi fólk so fegin ganga. Hugaligt var tað hetta kvøldið at síggja nógvar í gullbrúdleypi, sum Júst hevði samstarvað við. Tað settu Maia og hann og familjan stóran prís uppá. Ærað veri minnið um Júst í Túni. Hann gjørdi mun á so mongum økjum – ikki minst í sam­komuni, sum hann var so góður við – og sunnudagin fara vit í familjuni at fegnast um tað, sum Maia og hann løgdu eftir seg, nú tað eru 100 ár síðani, at hann varð føddur. Millum Heygarnar og Regnið liggur barnaheimur vár. Tætt við Hoygarðin og Hálvmørk goymast føgru ungdómsár. Har var “Túnið”, hvar vit spældu bólt og hoppaðu um band. Har var lív og har var látur – ja, tað var várt “Disneyland”. Har vit sóu bátar koma, og teir fóru dunkandi. Og í øllum veðri vitin stóð við Viku blunkandi. Toftamenn teir eru speiskir, men so heitt er hjartalag. Stuttligt var at vera barn, og sera gott var grannalag. Men tað vóru tó tit bæði – góða mamma, babba – sum gjørdu okkum lívið fjálgt og ljóst í barnaárunum. Átta vóru vit í tali, og ei einglar vóru vit. Ikki friðarlig sum nú, men tað í tolni toldu tit. Babba virkin var – í fiskiskapi mangan hann breyt sló. Sum vit kendu okkum errin, tá á brúnni babba stóð. Og vit minnast skip, sum fullfermd komu heim av fiskileið – og ein søgufróan faðir, nei, ta tíð vit gloyma ei. Mamma bakandi og syngjandi og skúrandi hvønn krók, upptikin – og tó so kærleiksfult sær tíð til okkum tók. Gestir vóru mangan nógvir, men hon væl tók móti teim drekkamunnar, køkur, bollar, vaflur – hetta var várt heim. Tá var einki sjónvarp, video og einki telefax, einki æt B68, vit kendu meir til sild og laks. Men vit høvdu tað so herligt, sungið varð í stereo. Og vit tosaðu við babba gjøgnum Tórshavn Radio. Á – so mangt í hugaheimi kemur fram í løtuni: sílini í Skálabotni – salurin og møtini, Toftavatn og torv og teigar, seyður fram við hagagarð, og vit minnast ommu, abba – víst tey vóru okkum kær. --- Men ta barlast, sum tit góvu okkum, aldri gloyma vit. Boðskapin um Harran, Jesus greitt og væl frambóru tit. Og nú sól í gulli glitrar – vesturskin um land og sund – hjartans tøkk vit siga, ynskja signing Guds á kvøldarstund. Maia og Júst í Túni Maia og Júst í Túni Gullbrúdleyp Gullbrúdleyp 9. januar 1993 9. januar 1993