hósdagur 19. desember 2019síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. DESEMBER 2019
SOSIALURIN 147
24
Samgongan fær sínar
broytingar ígjøgnum
Lógin um fyrisiting av sjófeingi
verður broytt munandi,
tá ið hon verður endaliga
samtykt leygardagin
ÁRNI GREGERSEN
S
itandi samgonga boðaði
frá tí undan valinum, at
hom fór at gera stórar
broytingar í lógini um
fyrisiting av sjófeingi.
Tað er eisini tað, sum hendir í
hesum døgum, nú tingið viðgerð,
hvør skal hava atgongd til fiska
tilfeingið, sum Føroyar eiga.
Jacob Vestergaard, landsstýris
maður við fiskivinnumálum, legði
eitt uppskot fram um, hvussu lóg
in skal broytast.
Beinagrindin í broytingunum
er, at nú verður ongin uppboðssøla
av fiskirættindum og at loyvini,
sum eftir gomlu lógini vóru átta
ára loyvi, nú verða sett til 12 ára
loyvir.
Samgongan sigur, at hetta
verður gjørt fyri at geva vinnuni
tryggar karmar, meðan andstøðan
sigur, at hetta í veruleikanum er at
geva privatum ognarrætt til fiski
ríkidømi,
Uppboðssølan
At ongin uppboðssøla verður
aftur, hevur við sær, at tey sum
hava keypt trý og átta ára loyvir,
fáa hesi loyvir gjørd um til 12 ára
loyvir.
Hetta rakar sjálvandi í vinnuni,
tí at summi hava keypt hesi loyvir
– serliga tey, sum frammanundan
hildu at tey høvdu ov lítið at fiska
– og fáa tey nú sum 12 ára loyvir.
Onnur sum ikki vistu at hetta
fór at henda og ikki keyptu, sita nú
eftir við ongum og fáa so heldur
ikki keypt og tryggja sær langar
kvotur.
Tað ger, at eitt sindur av ósemju
er í fiskivinnuni, tí summi fáa
stórar fyrimunir av umleggingini,
meðan onnur sita eftir við ongum.
Útlendskur ogarpartur
Ein spurningur, sum hevur
fingið stóra tíð í kjakinum er,
um útlendingar framvegis skulu
sleppa at eiga part í føroysku fiski
vinnuni.
Galdandi lóg um fyrisiting av
sjófeingi sigur, at útlendingar, sum
eiga part í føroysku fiskivinnuni
skulu fara úr vinnuni í seinast lagi
um fimm ár.
Hetta verður broytt, so teir
útlendingar sum eru í føroysku
fiskivinnuni, sleppa at halda fram,
men teir sleppa ikki at økja um
virksemi.
Hetta er eitt broytingaruppskot,
sum samgongan væntandi kemur
við á tingfundi leygardagin, tá ið
uppskotið fær 3. viðgerð.
Men í álitinum frá samgongu
umboðunum í vinnunevndini
stendur:
- Samgongan leggur dent á,
at ræðisrætturin á fiskivinnuni
til eina og hvørja tíð verður á
føroyskum hondum. Mikið kjak
hevur verið um útlendskan ogn
arskap, men við nýggju lógini um
sjófeingi slær samgongan fast, at
fiskurin í sjónum er ogn Føroya
fólks. Verandi útlendskur ogn
arskapur verður óbroyttur, og
nýggir aktørar kunnu í mesta lagi
eiga 25 prosent
Men sum sagt, so verður helst
eitt broytingaruppskot um júst
hetta lagt fram millum 2.og 3.
viðgerð.
Skatting
Í galdandi lóg er tað soleiðis, at
reglurnar sig, at tað ikki ber til at
selja loyvir millum vinnurekandi
privat.
Skulu loyvini avhendast, so
skulu tey latast landinum aftur,
men í uppskotinum, sum verður
samtykt í morgin, stendur, at
vinnurekandi kunnu handla rætt
indini sínamillum og avhenda
loyvir endaliga.
Hetta er broytt, soleiðis, at tað
skulu gerast serliga skattareglur
fyri hesi viðurskifti. Tað krevur
broytingar í skatttareglunum og
tað er ikki stundir at gera tað
beint nú.
Tí stendur nú, at tað ber ikki
til at avhenda loyvir endaligt fyrr
enn skattalógin er broytt.
Eitt annað, sum er broytt er, at
anti trust reglurnar eru broyttar.
Tær eru broyttar fyri einstøku
fiskasløgini, so einasta reiðarí,
sum nú verður rakt av antitrust
reglunum, er Varðin í Gøtu.
Hetta er skrivað áðrenn broyt
ingarnar eru endaligar og áðrenn
tær eru samtyktar í løgtinginum.
Høgni Hoydal er formaður í Tjóðveldi.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, hevur
lagt uppskotið fram um at gera broytingar í lógini um sjófeingi.
Alt bendir á, at tingið skal saman leygardagin at avgreiða lógina um
sjófeingi og uppskotið til samtyktar um Hoyvíks-sáttmálan.
POLITIKKUR