hósdagur 19. desember 2019síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. DESEMBER 2019
SOSIALURIN 147
25
Rolf Guttesen
Archibald Black hevur í Sosialin
um 11. december skrivað nakrar
viðmerkingar til bók mína um
Nólsoyar Páll, sum bleiv fram
løgd alment tann 4. december.
Black sigur seg hava lisið bókina,
og at hann ”er ósamdur í fleiri
niðurstøðum.”
Men tíveri byggja viðmerk
ingarnar hjá Black ikki á sjálva
bókina, men á eina útvarpssam
røðu, sum bleiv send beinleiðis (í
Nón), og á eina telefonsamsøðu
við Sosialin. Um eg í hesum sam
røðum av misgávum kanska eri
komin at málbera meg skeivt, og
siga at Marin Malena, kona Nóls
oyar-Pálls, kom úr Uppistovu, og
ikki – sum rætt skal vera – úr
Norðistovu í Gerðum, so biði eg
um umbering.
Men um Black hevði lisið
sjálva bókina, sum hann sigur
seg hava gjørt, so hevði hann
sæð, at har veður við kelduávís
ing sagt (kapittul 4, síðu 102):
”Páll var einkjumaður, tá hann
kom í Gerðar at fríggja til Marin
Malenu í Norðistovu.”
Black sigur í stubbanum, at eg
skal hava sagt, at ”.Hvør setning
ur er dokumenteraður og kann
eftirkannast.” Tað havi eg ikki
sagt (tí tað er praktiskt ógjørligt).
Eg sigi (á bakpermuni), at allar
útsagnir eru dokumenteraðar
við kelduávísingum, og har eru
856 av slagnum. Framvegis á
síðu 17 er at lesa: ”Eitt høvuðsmál
við bókini er, at alt, sum verður
lagt fram og sagt, skal doku
menterast.” Og tað havi eg eftir
førimuni gjørt.
Best hevði verið, um Black
hevði gjørt viðmerkingar til
sjálva bókina, og ikki til umtalu í
miðlunum. Men, eg sigi takk fyri
viðmerkingar, og framhaldandi
góðan lesihug.
Elsebeth Mercedis
Gunnleygsdóttur,
landsstýriskvinna
í almannamálum
Í dag hevur samgongan rokkið
einum týdningarmiklum máli í
strembanini eftir at bøta um
fíggjarligu korini hjá fólkapen
sjónistum. Lógaruppskotini,
sum Elsebeth Mercedis Gunn
leygsdóttur, landsstýriskvinna í
almannamálum og Jørgen Nicla
sen, landsstýrismaður í fíggjar
málum, fyrr í heyst løgdu fyri
Løgtingið um at hækka pensjón
irnar, eru nú samtykt, og allir
fólkapensjónistar fara at fáa ein
fíggjarliga lættari gerandisdag.
Um eitt gott ár fer ein ógiftur
fólkapensjónistur, sum ikki hev
ur aðra inntøku enn fólkapen
sjón og Samhaldsfasta, at hava
umleið 12.500 kr. eftir aftaná
skatt og gjøld. Hetta er úti við
líka nógv, sum inntøkan hjá ein
um tímaløntum arbeiðsfólki,
sum arbeiðir fulla tíð. Eini hjún,
sum ikki hava aðra inntøku enn
fólkapensjón og samhaldsfasta,
fara tilsamans at hava umleið
21.600 kr. eftir aftaná skatt og
gjøld.
Fyrsta hækkingin kemur
longu við pensjónini, sum verður
útgoldin undan jólum, har
grundupphæddin hækkar við
290 kr. Tá skattalættin eisini er
farin at virka í januar mánað,
verður hækkingin hjá fólkapen
sjónistum 540 kr. um mánaðin.
Um eitt ár, tá lógarbroytingarnar
hava fingið fullan virkna, verður
mánaðarliga inntøkan hjá fólka
pensjónistum, sum bara hava
fólkapensjón og Samhaldsfasta
at liva av, 1.080 kr. hægri enn í
dag.
Lægri mótrokning
Eisini er lógin broytt soleiðis, at
tað fer at loysa seg munandi
betri hjá fólkapensjónistum at
arbeiða. Ein fólkapensjónistur,
sum arbeiðir, hevur higartil mist
ein stóran part av pensjónini,
men tað verður nú munandi
lagaligari hjá fólkapensjónistum
at arbeiða.
Elsebeth Mercedis Gunn
leygsdóttur fegnast um, at tað
hevur eydnast at fremja eina
søguliga raðfesting á pensjóns
økinum – bæði viðvíkjandi
hækkingini í sjálvari pensjónini,
og at pensjónistar ikki verða
revsaðir við at fara til arbeiðis.
Nú hækkar fólkapensjónin
3. jóladag hevur Hjalm
ar Sjóvará verið 25 ár í
starvi hjá Pf. Leif Mohr
í Havn
Hjalmar byrjaði sum fíggjar
leiðari tann 27. desember í
1994. Hetta var í niðurgangs
tíðum, og avbjóðingarnar
vóru nógvar fyri fyritøkum
sum okkara í privatu vinnuni.
Hjalmar tók ábyrgdina á
seg, og við hegni og arbeiðs
semi var hann við til at stýra
fyritøkuni gjøgnum illveðrið,
til vánirnar blivu betri aftur.
Við sínum jaliga og blíða
sinni, og sínum góðu menn
iskjasligu eginleikum, er
Hjalmar eitt natúrligt mið
punkt og snúningsdepil hjá
LM. Ongin uppgáva er ov stór
og ongin ov lítil. Alt og øll
verða tikin í álvara. Tí er eisini
ofta kø uttanf yri skrivstovu
na hjá honum, har nógv
starvsfólk leita sær ráð og
vegleiðing.
Í hansara tíð er fyritøkan
vaksin frá 18 fólkum, til nú at
vera yvir 90, skift í tvey feløg.
Leif Mohr og LM Electric.
Hjalmar er tó enn tann sami.
Ein virðismikil og virðismett
ur partur av leiðsluni hjá Leif
Mohr og LM Electric.
Hjartaliga tillukku við 25
ára starvsdegnum.
Starvsfólkið hjá Leif Mohr
og LM Electric
Hjalmar hevur
25 ára starvsdag
Meira um Nólsoyar-Páll
Sigert Patursson
Formaður
Bóndafelag Føroya
Nú hava vit møguleikan at rætta
upp á »slagsíðuna« í Hoyvíks
sáttmálanum.
Hoyvíkssáttmálin (íslendskt:
Hoyvíkursamningurinn) er mest
umfatandi sáttmáli Føroyar
hava við aðra tjóð. Við Hoyvíks
sáttmálanum frá 2005 gjørdust
Føroyar og Ísland eitt felags bú
skaparøki. Hetta merkir, at tað
við ávísum undantøkum er fríur
flutningur av kapitali, vørum, ar
beiðsmegi og tænastum millum
londini bæði.
Soleiðis stendur skriva um
Hoyvíkssáttmálan á Wikipedia,
gævi at tað var satt, men veru
leikin er ein heilt annar.
Á fleiri økjum virkar sáttmálin
bert annan vegin, og tá altíð til
fyrimun fyri Ísland.
Orðabókin (sprotin) sigur um
fríhandil.
1 loyvi til frítt at kunna reka
handil, fríur handil, móts. eina
handil, Føroyar fingu fríhandil í
1856
2 millumtjóða handil uttan
toll (el. aðrar forðingar), fríhandil
er innan fyri ES
Stk. 2 er áhugavert, tí har
stendur »uttan toll (el. aðrar
forðingar)«, hetta “aðrar forðing
ar” hevur Ísland duga so sera væl
at misbrúka, at tað enn ikki hev
ur borið til at fingið nakað gagn
burturúr fríhandlinum við Ís
land, tá um landbúnaðarvørur
ræður.
Vil við hesum heita á Jenis av
Rana Landstýrismann í uttan
ríkismálum og Føroya Landstýri
nú Hoyvíkssáttmálin er til við
gerðar, um í fyrsta umfari at
taka landbúnaðarvørur úr sátt
málanum, áðrenn hann ætlandi
verður settur í gildið aftur.
Tá tað er gjørt kunnu vit sam
ráðast á jøvnum føti, um hvørjar
og hvussu nógv av hvørjari vøru,
vit selja til hvønn annan í fríum
handli.
Tí um fríur handil ikki gongur
báðar vegir, tá er tað ikki frí
handil.
Vit sóu ein møguleika í Hoy
víkssáttmálanum, men enn hev
ur hann bert veri ein bági.
Hoyvíkssáttmálin –
møguleiki ella bági?
Seinastu fjórðingsøldina hevur Hjalmar Sjóvará verið fíggjarleiðari
hjá kendi fyritøkuni Leif Mohr, sum eisini fevnir um LM Electric