Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-19, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. desember 2019síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. DESEMBER 2019 SOSIALURIN 147 26 Óli Jacobsen Óli Jacobsen T að er hugaligt, at tað eru menn, sum seta sær fyri at fáa okk­ara fiski­ vinnu og fiski­manna­ søgu setta á blað. Í seinastu viku kom út bókin ”Vesturvón”, sum er ein týðandi partur av okkara nýggjaru fiski­ vinnu­søgu. Bókin er ikki smávegis av­ rik, nærum 680 síður, sum eis­ini snúgva seg um aðra fiski­vinnu­ søgu enn Vesturvón. Høvundurin er Jan Erik Simon­ sen úr Sandavági, sum siglir sum maskinmeistari. Umframt hesa bók stendur hann millum annað eisini fyri heimasíðuni www. vagaskip.dk, sum eisini er fongur hjá teimum, sum hava áhuga fyri skipum. Tann fyrsti Vesturvón, sum eg sjálvur minnist, var línu­bát­ urin við hesum navni, sum kom til landið í 1958 sum ein av fyrstu stállínubátunum í teirri end­ur­ nýgging av fiski­skipa­flotanum, sum tá var farin í gongd. Teir, sum stóðu fyri hesum, vóru brøðurnir Johannes Nicla­ sen, Hjalmar Hvítklett og Eivind Niclasen, sum varð skipari. Teir vóru sørvingar, men Eivind var giftur til Klaksvíkar. Tað er ikki altíð, at tað eydnast hjá monnum við nýhugsan. Tað vanliga var, at línuskipini veiddu ísfisk um veturin, sum varð av­ reidd­ur í Bretlandi. Vesturvón gjørdi í 1961 ein roynd at avreiða fisk­in til flakaframleiðslu í Før­ oy­um. Tíðin tá var ikki búgvin til tess, so henda royndin datt nið­ur­ fyri, Men hetta gjørdist seinni ein høvuðsvinna í Føroyum. Brøðurnir byrjaðu tíðliga vinnu­ligt virksemi. Í 1954 stovn­ aðu teir eitt partafelag, Feitihella, til at seta á stovn eitt turkihús. Men tá var tíðin við at fara frá klippfiskinum. Tað var í samband við hetta, at hugskotið kom at byggja ein línubát, sum í stóran mun við síni saltfiskaveiðu eis­ini kundi útvega virksemi til turki­ húsið við virking av salt­fiskinum. Við í hesi søgu er eisini, at aft­ aná kríggið var Eivind við til at keypa útróðrarbátin Barið, sum leingi var ein kendur bátur í Klaks­vík. Nýhugsan við trolarum Tað var spennandi hjá ungum monn­um at sleppa við hesum nýggju línuskipum, sum vóru reint luksus í mun til sluppirnar. Men tað vísti seg, at raksturin var tungur, og inntøkurnar hjá fiski­ monn­um vóru ikki tær stóru, tá ið hugsað verður um, hvussu strævið hetta lívið var. So eftir at hava havt línubátin Vesturvón í átta ár seldu teir skipið til Noregs fyri eina millión, tað sama sum tað kostaði at byggja skipið. Ein millión vóru nógvir pengar tá í tíðini, tá hugsað verður um, at tíma­løn lá um 4 kr. Hon er í dag einar 30 ferðir so høg i krónum. P/f Vesturvón sat tá eftir við 560.000 krónum, sum kundi nýt­ ast sum eginpening til eitt nýtt skip. Um hesa tíðina er tað, at teir gomlu síðutrolararnir eru við at fara í søguna, og nú vóru hekku­ trol­arar framtíðin. Hesir trol­ar­ar vóru nógv effektivari og ar­beiðs­ ligari hjá manningini, sum nú kundi arbeiða “innandura”. Teir vóru eisini byrjanin til endan á okkara saltfiskaveiðu, sum hevði verið okkara høvuðs­ fram­leiðsla á sjónum í 100 ár. Fram­tíðin nú var flakaskering og frysting. Fyrsti hekkutrolatin var Kap Farvel, sum var keyptur brúktur í 1966. Men nú var tað var Erling Laksa­foss og brøður hansara, sum vóru slóðbrótarar við nýbygging. Teir vóru eisini byrjaður við línu­ skipum, men seinni í 1960-un­um lótu teir byggja tveir hekku­trol­ ar­ar, Stella Kristina og Stella Kar­ina, sum vóru ein rættilig koll­velting, eisini tí nú skuldi øll veið­an skerast til flak og frystast. Tað varð bygdur eini triði hekku­trolari í hesi røðini, og hetta gjørd­ist Vesturvón, sum henda bók­in snýr seg um. Avlopið frá søl­uni av línubátinum Vesturvón gjørd­ist nú partapeningur til henda nýggja trolarin, sum varð bygd­ur í samstarvi við Erling Laksa­foss, sum kom at vera part­ ur í samstarvinum í fleiri ár. Sørvágs Kommuna gjørdist ein stórur partaeigari fyri at røkka kravinum um partapening. Eis­ini vóru smærri partaeigarar, eis­ini fiskimenn. Trupul byrjan Aftaná fleiri trupulleikar undir bygg­ingini varð Vesturvón latin eig­arunum í 1969. Hann fór fyrsta túrin 18. apríl. Eftir at hava roynt reiðskapin und­ir Føroyum var farið í Bar­ ents­havið. Fyrsti túrur var 44 dagar gam­ al, tá ið boð komu um, at reiðarin Jóhannes knappliga var deyður. Hetta var sjálvsagt ein smeitur fyri teir. Beiggin Eivind tók við sum stjóri. Hesin túrur vardi í 126 dagar til 21. august. Veiðan var 684 tons, ið blivu seld fyri 2,7 mill. Kr. Mann­ ing­arparturin var kr. 13.556. Hetta ljóð­ar ikki av nógvum í dag men var ikki so galið tá, í hvussu er í mun til línubátarnar. Fyrsta árið gjørdist buldrasligt á annan hátt. Onkur kuril kom í við meting av virðinum á skip­in­ um og fígging, so teir vóru hóttir við tvingsilssølu longu fyrsta árið. Men hetta lagaði seg kortini. Longu i 1971 hevði reiðaríið ætl­an um at selja Vesturvón og at byggja tveir nýggjar hekku­ trol­arar, men her hendi so einki í hes­um umfari. Árið 1972 var óheppið við tveim­um maskinskaðum. Ta einu ferðina máttu teir sleipast heim úr Grønlandi. Hetta var á vetr­ar­ tíð og ringasta veður. Endarnir slitn­aðu fýra ferðir, so hetta var ein buldraslig ferð, har tað stóð nógv á monnum. Í 1973 var aftur upp á tal at selja Vesturvón, hesa ferð til Ís­lands. Tað gekk illa hesa tíðina at fáa manning. Túrarnir vardu upp í 6 mánaðir, og tað vóru nógv­ir menn, sum ikki tímdu hetta. Ìs­ lendingar bjóðaðu ein síðu­trolara í býti. Men hesum tóku teir ikki av. Tað vildi eisini verið eitt stórt afturstig at fara frá einum so framkomnum trolara aftur í tíð­ ina til síðutrolara. Stríð við fiskimannafelagið Fiskimannafelagið hevði allar dag­ar góð viðurskifti við reiðaríið á Vesturvón, men í 1973 kom kuril í. Her var talan um mann, sum Trolarin Vesturvón skapti vón í Sørvági og ótryggleika i Suðuríshavinum. Endin var, at manningin sjálv søkti gamla stoltleikan hjá vágamonnum SIÐSØGA VESTURVÓN – vónin sum bleiv veiðutjóvur Brøðurnir Hannus, Hjalmar og Eivind, sum vóru ímyndin av Vesturvón Fyrsti Vesturvón var ein av teimum fyrstu línubátunum seinast í 1950-unum.