hósdagur 19. desember 2019síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. DESEMBER 2019
SOSIALURIN 147
27
Komandi partur
Siðsøgan verður aftur fyrst í komandi ári. Tá verða tveir partar afturat um Sigert Patursson.
Øllum lesarum av Siðsøguni verður ynskt eini gleðilig jól og gott komandi ár. Tað er hugaligt at
frætta frá lesarum, at teir halda hesar greinir vera áhugaverdar. Tað gevur treysti at halda áfram.
ikki slapp við aftur. Hetta var áðr
enn telefax og teldupost, so FF
sendi við expresspost fylgjandi
bræv til reiðaríið, har tað m.a.
varð sagt:
”Vit hava fingið at vita, at tit
hava ikki biðið allar menninar við
aftur komandi túr hjá Vesturvón.
Menn hava ikki kunnað fingið
nakra grundgeving fyri, at teir
eru avkoyrdir. Harafturat bendir
alt á, at veruliga orsøkin er tann,
at manningin seinasta túr vendi
sær til fiskimannafelagið fyri at
fáa upplýst teir galdandi fiska
prísirnar.
Hetta kunnu vit sjálvsagt ikki
góðkenna sum nakað brotsverk
og sum orsøk til at koyra menn av.
Vit ætla ikki á nakran hátt
at góðkenna, at menn verða av
koyrdir undir slíkum umstøðum.”
Síðan var hótt við mynstr
ingarbanni, um hetta ikki fekst i
rættlag. Men hetta greiddi seg, at
øll manningin fór við aftur.
Her kann skoytast uppí, at
abbadóttir fyrsta reiðaran, Jo
hannes Niclasen, Maiken á Mýr
uni, var í skrivstovulæru og seinni
í starvi á fiskimannafelagnum,
ein fitt og dámlig genta.
Hugtakandi lívssøgur
Ein partur av bókini er samrøður
við fólk, sum varaðu av Vesturvón.
Her er talan um áhugaverdar lívs
søgur, sum tað er heppið at fáa
skrivaðar niður, meðan tíð hevur
verið til tess.
Eisini eru samrøður við fleiri
av manningini. Ein teirra er Árni
Joensen, sum var maskinmeistari
á bæði gamla og nýggja Vesturvón
ein stóran part av tíðini, og sum
tí kundu greiða frá stórum parti
av søguni.
Ein fitt søga um Árna er,
at hann sum lærlingur keypti
mammu síni eina automatiskari
vaskimaskinu, ta fyrstu av hesum
slag, sum kom til Sørvágs.
Árna dámdi ikki tað klassabýti,
sum var umborð á fyrstu norskt
bygdu skipunum, sum komu til
Føroya við eini serligari messu
fyri yvirmenn. Hjá honum høvdu
allir umborð somu tign. Hann var
eisini ein av teimum, sum fylgdi
við skipinum, tá ið Vesturvón
varð seldur av landinum.
Tíbetur eydnaðist at fáa part
hansara frásøgn, áðrenn hann
doyði fyrr í ár. Men kona hansara,
Kristina, og børn teirra kundu
geva neyðug ískoyti.
Men tað skilst at Árni hevur
verið eitt serligt menniskja.
Fyrsti skiparin var
Dávur av Strondum
Dávur var ein royndur skipari, tá
ið hann kom umborð á Vesturvón.
Hann var tá 40 ára gamal. Hann
hevði frammanundan verið rok
skipari á síðutrolaranum, Magn
usi Heinason.
Dávur var við Vesturvón
tríggjar túrir út i eitt frá 18. apríl
1969 til 3. juni 1970. Tá høvdu teir
verið 386 dagar í sjónum.
Tá fer Dávur í feriu og fór av
stað aftur 14. januar 1971. Hendan
túrin vóru teir 179 dagar burtur
og gjørdu sum so ein góðan túr.
Men hetta hevur verið strævið, og
tá sendi Dávur eitt langt bræv til
reiðaran og bað um at vera loyst
ur úr starvi.
Hesar túralongdir og tað at
sigla túr um túr var eisini galdandi
fyri alla manningina. Hetta sigur
nakað um umstøðurnar tá í tíðini.
Hetta var eisini í eini tíð, tá ið
samskiftismøguleikarnir við tey
heima vóru ógvuliga avmarkaðir
í mun til í dag.
Tíbetur er hetta broytt mun
andi, nú túralongdin er avmarkað
til 2 mánaðir og samskiftast kann
við tey heima nær sum helst.
Eisini eru menn bara við annan
hvønn túr. Tað er ein munur, so
tað forslær.
Dávur fór tó seinni við aftur.
Ein skipari var Tummas
Thomassen. Hann var skipari í
1974. Men hann varð seinni kend
ur sum ein av ”Teimum fýra”, sum
sungu andaligan sang á møtum,
og sum eisini komu á fløgu. Teir
vóru allir eldri menn tá. Ein teirra
livur eftir. Tað er 97 ára gamli
Sverri Mortensen.
Seinasti túrur
Vesturvón kom aftur av seinasta
túri undir føroyskum flaggi 9.
august 1986. Skipið hevði tá í 18
ár fiskað 20.000 tons í flaki, sum
vóru seld fyri 241 mio. krónur.
Tá var skipið selt til trolara
felagið Boyd Line í Hull í Bret
landi.
Hetta var byrjan til endurreisn
av langfaraflotanum hjá Bret
landi og Hull. Vesturvón varð
umbygdur og fekk navnið Arctic
Ranger. Ætlanin var at nýta trol
aran til fiskiskap undir New
Foundlandi.
Tað vóru fleiri av føroysku
manningini, sum fóru við Arctic
Ranger fyri at leggja teimum lag
á. Tað eru fleiri áhugaverdar frá
sagnir í bókini hjá hesum monn
um.
Fór á ránsveiðu
Í 1998 fær gamli Vesturvón navna
broyting til Rubin við heimstaði
í Murmansk. Í 2000 valdi Boyd
Line at selja skipið til eitt spanskt
felag. Tá verður gamli Vesturvón
umbygdur til garnaveiðu og bleiv
málaður reyður.
Tá gjørdist hann partur av
ránsveiðu eftir tannfiski, og hann
kom á svartalista í 2006. Tað var
eitt Panama skrásett felag við
loyniligum eigarum, sum stóð
aftanfyri. Teir fiskaðu í altjóða
sjógvi, tí var lítið ið kundi gerast,
men skipið varð skrásett sum
sjórænaraskip av einum altjóða
felagsskapi til verju av hóttum
fiskasløgum.
Frá 2006 til 2012 var skipið
áhaldandi at síggja í Suður Íshav
inum, har tað sigldi undir fimm
ymiskum fløggum. Tað sjáldsam
asta flagg var Mongolia, sum er
ein fjallastatur nærindis Kina 960
km frá sjógvi. Frá tí, Vesturvón
fór úr Føroyum hevði tað broytt
samleika heilar 29 ferðir.
Skipið varð jagstrað í fleiri ár
til manningin sjálv søkti tað í
2015. Seinasti partur av bókini eru
frásagnir frá hesi jagstran.
Tað kann skoytast upp í, at
hetta er ikki fyrsta føroyska skip,
sum er endað sum brotsmanna
skip. Línuskipið Grímur Kamban
hjá Poul Hansen var ein stoltleiki,
tá ið tað kom til Føroyar í 1959.
Hann fekk seinni kraftblokk og
varð upp aftur seinni seldur til
Hirtshals og var eitt tað fyrsta
kraftblokaskip har. Men tá teir í
Hirtshals fingu bygt egin skip til
hesa vinnu, varð Grímur Kamban
seldur. Tað seinasta, sum frættist
frá skipinum var, at tað varð tikið
fyri smugling av rúsevnum.
Tað kann eisini skoytast upp í,
at p/f Vesturvón fekk ein nýggjan
Vesturvón, og hann endaði inni á
Toftum í 2005.
Bókin er áhugaverd og er
so útgreinað, sum er sjáldsamt
í skipasøgu. Eisini eru nógvar
áhugaverdar myndir, sum lýsa
eitt framkomið skip tá í tíðini.
Hetta vóru so nakrar hugleið
ingar um Vesturvón við nøkrum
fáum brotum úr søguni. Men ta
fullu søguna og nakað væl afturat
fæst við at ogna sær bókina. Hon
fæst í bókhandlunum fyri 398
krónur. Í mun til síðutalið er hetta
bíligt.
Næsti Vesturvón var ein framkomin trolari.
Trolið er fult av fiski
Endin á Vesturvón