Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-30, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. desember 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. desember 2019 · Nr. 148 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MINNINGARORÐ Tað eru summar løtur i lívinum, har ið alt bara steðgar upp , ja nærmast fast­ frystir, tíðin og livið sum heild steðgar á eina løtu . Fyri meg var enn ein av hesum løt­ um tann 21. novembur seinnapartin, júst lendur i Kastrup úr Barcelona . Eg hevði ringt á fartelefonina hja vininum Thormann fyri at vita, hvussu støðan var hjá honum, men  ongin svaraði, telefonin var avbrotin,  “onki samband er við fartelefonina í løtuni “ varð sagt , - hetta var ikki van­ ligt fyri Thormann. Hansara telefon hevði aldrin verið sløkt øll árini, eg hevði kent hann, og eg føldi á mær, at okkurt ikki var sum tað átti at vera.  Ringdi tí til sonin, Mortan, og fekk feigdar­boðini um , at min góði vinur, Thor­mann var farin til ein stað, haðani ikki vendist aftur. Hann var slóknaður tiðliga hósmorgunin tann 21. novembur eftir einans 3 daga sjúkra­legu, við øllum sinum nærmastu kring seg. Hesa løtuna steðgaði alt upp hjá mær. Eg sat í Kastrup og læt bara tárini renna, ansaði ongan kring meg, hugsaði um, hvussu órættvíst hetta var, hvussu ótrúliga meiningsleyst tað var, og hvussu skjótt alt bara kundi vera yvirstaðið. Livið, sum  vit næstan taka fyri givið , má staðfestast, er bert ein lænt gáva, sum hevur  avmálda tíð, ein lítil løta i tiðarinnar havi, til tað aftur verður tikið frá okkum. Mangan heldur man, at  tað er so órættvist og meiningsleyst, og tað helt eg hesa løtu, eg fekk boðini um deyða vinmann mín. Hví skuldi Thormann doyggja, einans 66 ára gamal, hann sum sýntist at vera nærmast ódeyðiligur og hevur verið  sterkur, hart arbeiðandi maður i mong ár. Var júst blivin abbi aftur at tveimum abbabørnum við fáum daga millumbili, og annars komin hartil i lívinum, har hann kundi havt notið sitt otium  saman við sinum kæru. men soleiðis skuldi  ikki vera. Tíðin var komin, timaglasið var runnið, hóast alt ov tiðliga . Okkara seinasta samrøða var fríggja­kvødlið 15. novembur, tá vit høvdu eitt gott prát, men tú segði mær, at tú skuldi til kanningar á Lands­ sjúkrahúsinum mánadagin eftir , men annars vart tú sum tú plagar, frynt­ ligur og prátingarsamur. Eitt beit eg tó merki í, og sum eg síðan havi hugsað nógv um. Tað var tá ið  tú segði við meg : ” Tíðin vil vísa,  hvat er galið , men Johan, eg eri ikki bangin fyri at doyggja!”,  og eg minnist meg svara:  ”Ikki tvætla um at doyggja , nú verður tú kannaður, og so taka vit tað harfrá.”  Í bakspeglinum hugsi eg nú : ”Vinur mín, tú mást ivalyest sjálvur hava følt teg meira sjúkan enn tú vildi vísa!” Thorman og og komu at kennast i 1982, tá eg sum ungur stjóri á Gørð­ unum i Vági byrjaði samstarv um at gera sonevnda Suðuroyarhúsið. Í dag standa hundraðtals av hesum húsum  kring landið, smíðjað av Thormanni og hansara fólki. Siðan okkara felags verkætklan  byrjaði i 1982, hava vit verið bestu vin­ menn, okkara kemi  var sera góð, og hóast lond skiltu okkum í áravís, og sam­starvið eisini helt uppat so hildu vit sambandið og vinalagið viðlíka øll árini. Seinastu árini hava vit aftur arbeitt saman, ferðast saman og hugna okkum saman. Vit hava havt góðar løtur at minnast aftur á. Ætlanin var eisini, at vit skuldu  hittast í komandi ári men so skuldi ikki verða.Tað góða er, at minnini kann ongin taka frá einum, og tey hevur man eftir, eisini eftir, at deyðin skilir okkum. Gjøgnum árini hava vit havt nógv saman, og tað hava verið bæði góðar og minni góðar løtur, og ikki altið hevur verið lætt at drivið byggivirksemi. Tað hevur verið upp og niður sum alt annað, men Thormann  hevði tey góðu evnini til altið at siggja tað positiva í øllum, og altið at siggja nýggjar møguleikar. Hann var praktiskur og dugdi sera væl at leggja arbeiðið til rættis. Tað eru stóru verkætlanirnar saman við soninum, Mortani,  eisini gott dømi um. Byggiverkætlanir, sum hava verið framdar upp á rekordtíð. Tey bæði stóru Uppisjóvarvirkini, sum bygd eru , Varðin Pelagic á Tvøroyri og Pelagos i Fuglafirði, sum bæði blivu bygd upp á sera stutta tíð, ja neyvan hevði nakar annar gjørt tykkum hetta eftir. Tað sama var við at byggja uppaftur Varðan Pelagic, eftir ræðuliga eldsbrunan, sum legði virkið  i øsku.  Hetta virkið stendur nú a Tvøroyri sum ein rættur varði eisini fyri teg Thorman og tað tú megnaði. Ein týdandi býarmynd í virk­ seminum og umhvørvinum á Tvøroyri er ikki meira. Thormann er farin hagar vit øll einaferð skulu , um deyðans sýn , men tað tú útinti  i verki stendur eftir teg í Suðri og kring alt landið. Hesin fryntligi og vinsæli, kurluti, ljóshærdi froðbingurin var nakað serligt , og hevði evnir sum fáur. Fullur i orku og vitan, dugdi sera væl at fara við fólki. Hann fekk altið eitt smíl fram, og ein stuttligan bemerkning til øll hann samskifti við. Við sinum ljósa sinni og sínum máta at vera uppá, var hann ein góður samstarvsfelagi.  Vóru ósemjur i samband við arbeiðið ella avbjóðingar sum skuldu greiðast , so var hann eisini sera góður til at loysa slíkt, so at alt endaði sum tað skuldi.  Jú sannilga, hann hevði serlig evni til at duga væl at fara við fólki. Hann varð skilagóður, arbeiðssamur og altið ein, sum man kundi venda sær til, um á stóð. Hann hevði altið uppskot upp á loysnir , hvørt tað so hevði við arbeiðið ella sjalvan gerandisdagin ella ein sjálvan at gera. Thorman segðist verða djarvur sum fáur, og sum unglingi er mær sagt, at tað  stóð ikki á hjá honum at síga niður eftir seyði, sum var komin illa fyri i brattlendi, eins og tað at ganga í Froðbiarnípuni, var sum at ganga á sløttum hjá honum. Umframt sitt strævnað starv sum hand­ verks­meistari við mongum stórum byggiverkætlanum , so var hann eisini stórur jarðaeigari og hevði haga við nógvum áseydi at røkja . Hetta var hansara andarhol, hans­ ara frístað , sum hann hevði stóran alsk til. Djórini hevði stóran týdning fyri hann, og tú sá sjáldan Thorman i bili­ num uttan sinar seyðahundar. Eg minnist so sera væl, tá ið synirnir vóru yngri, og Thorman ofta var i Vági tá var altíð annar sonurin, Mortan ella Magnar við honum, og so  ein seyða­hundur við i bilinum , sum var ímyndin av hesum 3 kleyvara. At sleppa burtur i haga at røkta sin­ar seyðir gjørdi honum gott.  Bert fáar vikur ádrenn hann legðist sjúkur, ringdi hann meg upp ávegis nidan á Froðbiar­nakk at hyggja eftir seyði. Tá segði hann mær, hvussu vælsignað tað var at sleppa burtur frá stressinum og niðan til seyðin. Ja. ikki kann sigast annað enn, at tað fyri hann hevði tað nógv at siga at hava við djórini at gera. At koma í heimið hjá Thormanni og Herfríð úti á Bø hevur altið verið sum at koma heim til sín sjálvs , man følir seg væl , sum húsfólk, og altið vælkomnan, hóast man veit, at dag­ urin ofta hevur verið strævin, og tað takki eg fyri. Góði Thorman, eg kundi skriva so nógv meira um teg sum persón og menniskja og ikki minst sum vin, og eg vildi so innliga ynskt, at tær untist mong fleiri ár her á fold saman við tinum og okkum øllum vinum, sum sita eftir og syrgja og harmast um, at tú ikki ert ímillum okkum meira. Hallur Joensen syngur so vakurt : Livið er ein litil løta Alt tú eigur fánar her Gingin er hin evsta gøta Bara kærleikin tá eftir er. Og júst so er, livið er ein litil løta, tað mugu vit ásanna. Vit sum kendu teg fara at minnast teg við takksemi og kærleika og fara at goyma øll tey góðu minnini og løturnar i okkara hjørtum. Eg veit at har tú nú ert hevur tú tað gott og spreiðir gleði og smíl og vænti eg ,at vit siggjast aftur á ti eina degi. Góða Herfrið , Mortan, Magnar, Óluva, abbabørn og versynir og verdøtur, má Harrin geva tykkum styrki í hesi tungu tíð, sum liggur fyri framman. Við hesum fáu fátøku orðum lýsi eg frið yvir vinmannin Thormann Vang. Tórshavn , jólaaftan 2019 Johan Dahl Minningarorð um vinmannin Thormann M. Vang, á Bø i Froðba, sum andaðist 21. novembur, 66 ára gamal