Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. desember 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 30. desember 2019 · Nr. 148 TÍÐINDI ar­nar báðar – Jógvan Tróndarson og Tordar Dimon – er bakgrundin aftur á dekkið. Aftanfyri Avataq liggur Enniberg hjá Mortan Johannesen, sum hevur vunnið so nógv til Føroya úr Barents­havinum. Hvussu stórur er Avataq sammett við Enni­ berg, spyrja vit, og Jógvan svarar: - Rúmmetratalið í last­ ini á Avataq er umleið 2900. Tað er næstan tví­ falt so stórt, sum tað er á Ennibergi. Enniberg er 71,04 metrar langur og 13,8 metrar breiður. Avataq er 82,3 metrar langur og 18 metrar breiður. U p p i s j ó va r s k i p i ð Norð­borg er heilt øðrvísi inn­rættað enn Avataq, men mátini eru umleið tey somu. Norðborg er 83,5 metrar long og 18,4 metr­ar breið. Umframt at vera á rækju­veiðu er ætlanin, at Avataq skal royna eftir svartkalva. Tað rúmast 1000 tons av pakk­ aðum rækjum á platt­ um í lastini, sum tekur 2000 tons av svart­kalva. Umframt undir Grøn­ landi skal skip­ið royna í Barents­havni­num. Motorurin er 7500 KW MAN. Trolspølini, gilsar­ nir og trumlurnar er el­ drivið, so har eru eingi hydraulikrør og eingin larmur. Frystiorkan er 120 tons um samdøgrið. Skipið er projekterað hjá Skipsteknisk í Aalesund í Noregi. Rækjuveiða í hálva øld Ferðslan er nógv, og tey eru nógv, sum heilsa upp­á og ynskja til lukku við skipinum. Tá ið vit eru við at runda prátið við Jógvan Tróndarson av, er nýggjur gestur kom­in á brúnna. Tað er 83 ára gamli skiparin og vinnu­lívsmaðurin Árni Dam. Hann hevur verið partur av menningini av føroysku fiskivinnuni, og hann fylgdi við á fyrstu parkett, tá ið føroyingar fyrstu ferð royndu seg í rækjuvinnuni, sum eftir heilt fáum árum varð ógvuliga týdningarmikil sum inntøka hjá nógv­um fiskimonnum og reiðarí­ um og út­flutn­ings­vinna fyri Føroyar. Tí er tað so upplagt, at Jógvan Tróndarson og Árni Dam minnast aftur á, tá ið føroyska rækju­vinnan stetlaði síni fyrstu fet. Tað var beiggi Árna Dam, John Dam, sáli, sum fyri júst fimmti árum síðani var undan­ gongumaður og sló­ brótari. Hetta var í 1969, og næstu árini vaks før­oyski rækjuflotin skjótt. Fleiri rækjuskip vórðu bygd nógvu tey næstu árini. Føroyingar royndu í Grønlandi - bæði vestanfyri og eystanfyri – í Barentshavinum og við Svalbard og í Kanada og á Flemish Cap. Helgi Jacobsen skriv­ aði í 2003 bók um John Dam. Um fyrstu royndina í rækjuveiðini sigur hann millum annað soleiðis: John var heppin í rækju­vinnuni, tí hann hevði natúrgivna rákið við sær. Hitin í sjón­um í Grønlandi minkaði brád­liga sera nógv í 1968 og nøkur ár fram. Fiski­ frøðingar halda, at hesar hita­broyt­ingar gjørdu, at rækju­stovn­ur­in rættiliga kom fyri seg samstundis sum toskastovnurin mink­aði. Men John visti neyvan longu í 1969, at hetta hepnið virkaði við til, at rækjuveiðan gjørd­ ist størsta ævin­týr­vinna í føroysku fiski­vinnu­søgu­ ni.... Upprunaliga var ætlan­in, at skipið skuldi fiska laks og hemara, men tað skuldi byggjast so­leiðis, at tað eisini kundi leggja um at royna eftir rækjum. Vesturvarði var kortini ongantíð á hemaraveiðu og bara tríggjar laksatúrar. Eftir 1970 var hann á rækju­ veiðu burturav. Vestur­ varði var eitt fram­brot, eisini fyri teir, sum bygdu skipið á Sø­vik­nes skipasmiðjuni í Noreg. Tað vísti seg, at Vestur­ varði gjørdi, at norðmenn fóru at veiða rækjur á víð­um havi. Stórar broytingar Tølini um Vesturvarða siga eisini, at broyt­ing­ ar­nar hava verið stórar: Vesturvarði var 104 føtur langur, 24 føtur breiður og 12 føtur djúpur undir høvuðsdekkinum. Hann var yvirdekkaður, hevði frystilast og kundi taka 150 tons. Maskinan var ikki stór til ein trolara, góðar 460 hestar. Fyrsta túrin varð roynt í Diskovíkini, har grøn­lend­ingar royndu við smá­um bátum. Tað gekk illa, tí føroyingar vóru óroynd­ir. Trolið var fleiri ferðir í fillum, men John Dam og hansara menn vóru treiskir, og hann visti, at tað fór at bera til. Veið­an fyrsta túrin var 23 tons av rækjum og 10 tons av laksi. Rækjurnar kundu ikki seljast, tí tær vóru samanfrystar. Teir kendu einki til kóking og innfrysting. Teir vistu ikki, at øll vætan mátti fáast úr rækjunum, áðrenn tær vórðu settar í fryst­aran. Annars blivu tær ikki einkultfrystar. Hesin vantandi kunn­ leik­in gjørdi, at hvør eskja bleiv ein stórur ís- og rækjuklumpur, sum eingin prísur fekst fyri. Túrurin endaði við undir­ skoti fyri skip og reiðarí. Manningin fekk bara minstuløn. Men skjøtil var nú settur á eina nýggja før­ oyska vinnugrein, stað­ festir Helgi Jacobsen í bókini um John Dam, og John Dam og teir, sum komu aftaná, fingu tað at bera tað til og vunnu nógv í rækjuvinnuni. Síðani er nógv vatn runnið í ánna. Einaferð vóru fleiri enn fimtan før­oysk rækjuskip. Nú er Arctic Viking í Kolla­firði einasta skipið, sum troytir kvotuna, ið før­oy­ingar eiga í Barents­havi­num. At fiskimarkini vórðu flutt út er orsøkin til, at føroyingar ongar kvotur eiga á hinum oman­fyri nevndu leið­ unum. Men nógvir før­oy­ ing­ar eru framvegis í grønlendsku rækju­vinnu­ ni, sum teir hava verið við til at menna. Teir eru við til at manna skipini hjá privatu reiðaríunum og hjá Royal Greenland – eisini á brúgvunum og í maskinrúmunum. Í løtuni er Avataq, sum var áhugaverdur jóla­ gesur á Havnini, á veg til Grønlands. Tordar Dimon er á brúnni, og fleiri før­ oyingar eru umborð. Bein­an­vegin eftir nýggjár verður farið til fiskarí, og 18. januar verður skipið alment navngivið í Nuuk, har tað sama kvøldið, á mentanarnáttini, verður opið skip. Vit takka fyri gesta­ blídni og frágreiðing um­ borð og ynskja skiparum og manningum alt tað besta og Harrans signing við nýggja skipinum.