Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. desember 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. desember 2019 · Nr. 148 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Jóannes Hansen Fleiri hundrað fólk nýttu høvið undan jól­um og fram til síðsta leyg­ar­ dag at vitja um­borð á grønlendska rækju­ trolaranum Avataq. Hetta er spildurnýggjur rækju­trolari. Mánadagin 2. desember varð hann handaður Royal Green­ land. Hetta var á skipa­ smiðjuni Murueta í Bilbao í Spania. - Teir á skipasmiðjuni og ein rúgva av øðrum teknik­arum arbeiddu allan sólarkringin runt allar dagarnar aftaná, inn­ til vit fyrst í vikuni loystu við kós ímóti Før­oy­um. Tað sigur Jógvan Trónd­ar­son, sum er annar av skiparunum. Hin skiparin er Tordar Dimon úr Vági, sum er á brúnni, nú skipið er á veg til Grøn­lands. Tað eru tvær vaktir, sum hvørt tørn­ið eru umborð í átta vikur. Hvør manning telur 25. Umframt skipar­ ar­nar eru báðir yvir­ stýri­menn­in­ir, báðir 1. stýri­mennin­ir, báðir maskin­stjór­ar­nir og teir flestu maskin­menn­inir før­oy­ingar. Avataq kom á Havnina fríggjakvøldið 20. des­ em­ber. Hetta kvøldið og fram til leygardagin 28. desember, tá ið skip­ ið loysti og setti kós ímóti Nuuk, var tað ein stríður streymur av vitjandi umborð. Hetta vóru millum annað av­ varðandi hjá før­oy­ ingunum, sum eru við til at manna skipið, før­ oyskir sjómenn – ikki minst teir sum áður hava siglt við grønlendskum trolarum – og onnur, sum høvdu áhuga at síggja, hvussu mest nýmótans og størsti rækjutrolarin í Grønlandi, sær út og er rigg­aður til. - Tað var ikki ætlanin, at vit skuldu leggja at her í Havn. Ætlanin var at sigla beinleiðis til Grøn­ lands. Men sum tað so ofta er, so vísti tað seg at taka longri tíð at fáa skip­ið liðugt, enn tað framman­undan varð roknað við. Og so hildu vit tað vera skilabest at leggja at í Føroyum. Her ber tað til at avgreiða onkur viðurskifti, og tá ið skipið leggur at í Nuuk beinanvegin eftir nýggjár, eru teknik­ar­ ar­nir, sum koma ymsta staðni frá í Eu­ropa, úthvíldir og væl upp­ lagdir eftir, at teir hava hildið jól saman við sínum kæru, greiðir Jógv­ an Tróndarson frá. Hann er havnarmaður og sigldi við skipunum hjá Eiler Jacobsen, áðrenn hann fór til Grønlands. Pápin, Tróndur Tróndar­ son, var ættaður úr Skála­vík og vinmaður skipara­brøðurnar Eiler og Sámal Jacobsen. Hann var skipari á nótaskipum, og sonurin hevur gingið í fóta­sporum faðirsins í tí at vera skipari. Hann er gamal í garði hjá Royal Greenland, sum eigur Avataq: - Eg fylgdi við yvir til Grøn­lands, tá ið Eiler Jacob­sen, sáli, í 1986 seldi reyðu Sólborg til Grønlands, og eg havi hesi 33 árini ført rækju­trolara hjá Royal Green­land. Felag­ið hevur støðugt end­ur­nýggjað flotan. Sum í øllum øðr­um vinn­ um ræður tað um at effektivi­sera og rational­i­ sera. Talið av rækju­trolar­ um í Grøn­landi er nú bara ein brotpartur av tí, sum tað var, tá ið eg fór til Grønlands, greiðir Jógvan Tróndarson frá, og hann heldur fram: - Talið á teimum, sum manna rækjutrolararnar í Grønlandi, er nógv mink­að, men veiðuorkan er størri. Avataq hevur trý trol. Vit siga, at við tveimum trolum er møgu­leiki at fiska tvífalt so nógv sum við einum troli, og at við trimum trolum rokna vit við, at tað ber til at fiska 2,5 ferðir so nógv sum við ein­um troli. Hetta verður spenn­andi avbjóðing, tí vit hava ikki áður roynt við trimum trolum. Í røttu løtuni Avataq er sætti stóri nýbygningurin til Grønlands síðstu trý árini, og kjølurin er strekt­ur til ein trolara aftrat. Tað kann væl vera, at talan verður um upp­ aftur fleiri trolarar: - Nú eru tað meiri enn tvey ár síðani, at tað varð heitt á meg um at vera við í hesi verkætlanini. Tað hevur verið sera spenn­ andi og stórur forrættur ein stóran part av tíðini at vera í Spania og fylgja við í gongdini og verið partur av samanspælinum við veitarar kring allan heim­ in, og so at síggja úrslitið, sum vit nú skulu vinna inn­tøkur, so íløgan kann rindast. Millum veitararnar er trolvirkið Vónin. Sjey byngjur við trolútgerð vórðu sendar til Spania, og fleiri veitarar vóru um­borð, nú skipið lá á Havn­ini. Andreas Lava Olsen í Havn hevur áður verið stýrimaður hjá Jógva­ni Tróndarson. Nú er 41 ára gamli Andreas ábyrgd­ar­ maður á landi hjá Jógvani, og sambært skiparan er tað Andreas, sum hevur við manningarnar at gera, um­framt at hann hevur stóra ábyrgd í sambandi við skip og kvotur. - Vit báðir Tordar hava sein­astu tíðina verið nógv í Spania, og tað hava maskinstjórarnir eisini verið, og nú fram ímóti at skipið varð handað Royal Greenland, vóru fleiri av báð­um manningunum har niðri, tí tað er nógv at seta seg inní. Prísurin fyri Avataq er 350 milliónir krónur. Tað ljóðar av nógvum, men skiparin veit at siga, at byggiútreiðslurnar iva­ leyst vóru hægri enn so: - Fíggjarkreppan fyri nøkr­um árum síðani fór illa við Spania og spanska búskapinum. Arbeiðs­ loysið hevur verið ógvu­ liga stórt, og ES hevur fyri at fáa gongd á aftur veitt stuðul til eitt nú skipasmiðjurnar í Spania. Tað er orsøkin til, at prísurin er lægri, enn hann annars hevði havt verið, sigur Jógvan Trónd­ar­son. So stórur sum Norðborg Tá ið vit á stórslignu brún­ni, sum er útgjørd við øllum møguligum am­boðum og hentleikum, skulu avmynda skipar­ FØROYINGAR FØRA NÝGGJA RÆKJUTROLARAN Eina hálva øld eftir, at føroyingar fóru undir rækjuveiðu í grønlendskum sjógvi, vitjaði spildurnýggja grønlenska rækjuskipið Avataq á Havnini