mánadagur 30. desember 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. desember 2019
14
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Eg tók tey upp á orðið
Tá Fríðrikur krúnprinsur varð 50 ár, skipaði hann fyri
rennitiltakinum Royal Run, og tá luttóku 10 føroyskar
kvinnur. Til tiltakið bjóðaðu tær krúnprinsinum til
Klaksvíkar at renna.
Fríðrikur krúnprinsur sigur við danskar miðlar, at
hann tók føroyingarnar upp á orðið, sum heldur
leiðandi spurdu, um Royal Run ikki skuldi vera í
Føroyum í summar.
Framtakið Væntar sær
tvey umboð á ting
–Vit fara á val upp á eitt einasta
mál, og tað er, at kannabil skal vera
lógligt í Føroyum. Í øllum øðrum
málum fer flokkurin at taka støðu frá
mál til máli, siga høvuðsmennirnir
handan nýggja flokkin Framtakið fyri
rættinum at velja kannabis
Januar:
Nýggjárs
røða
løgmans:
Taktin er
vánalig
Løgmaður ruddar eisini upp heima og
hevur víst Kristini Michelsen úr flokkinum
og boðað frá, at hann ikki sleppur á
Javnaðarlistan til komandi val
Aksel V. Johannesen hevur fingið
atfinningar, tí hann í nýggjársrøðu
síni
var
heldur
bjartskygdur
og uttan kant. Men tey, sum
lurtaðu væl eftir, hvat løgmaður
og
samstundis
formaðurin
í
Javnaðarflokkinum søgdu, løgdu til
merkis, at løgmaður tók eitt sindur
í egnan barm, tá ið hann tosaði um
vánaligu taktina hjá samgonguni.
Nú hevur hann so gjørt nakað
við málið. Í einum skrivi í gjár boð
aði formaðurin í Javnaðarflokk
inum frá, at Kristin Michelsen
ikki longur er partur av tingbólk
inum hjá Javnaðarflokkinum, og
at starvsnevndin hjá flokkinum
hevur gjørt av, at borgarstjórin á
Tvøroyri ikki verður partur av list
anum hjá Javnaðarflokkinum til
komandi løgtingsval.
At løgmaður og flokkurin hava
tikið hetta stigið nú, kemur ikki
óvart á. Samgongan hevur fingið
samtykt fleiri av teimum stóru mál
unum, sum hon hevði sett sær fyri
og sum kravdu, at øll í samgonguni
atkvøddu fyri. Tí hevur samgongan
ikki longur so nógv brúk fyri
einstøku atkvøðuni hjá Kristini
Michelsen, sum hon hevur havt.
Misálitið Í tíðindaskrivinum vís
ir løgmaður á, at hann sum formað
ur í Javnaðarflokkinum ikki kann
góðtaka arbeiðslagið hjá Kristin
Michelsen. Løgmaður sipar heilt
greitt her til tey krøv, sum tingmað
urin av Tvøroyri hevur sett fyri at
brúka sína atkvøðu at atkvøða tey
stóru málini – og ikki minst fiski
vinnunýskipanina – ígjøgnum við.
Men so vítt okkum kunnugt,
so legði tingmaðurin av Tvøroyri
rættuliga hart trýst á løgmann og
floksformannin í Javnaðarflokk
inum, tá ið andstøðan hevði lagt eitt
misálitisuppskot á Rigmor Dam,
landsstýriskvinnu við mentamál
um, fram. Uttan iva meinar Aksel
V. Johannesen eisini við hetta, tá
ið hann sigur, at hann ikki kann
góðtaka arbeiðslagið hjá Kristini
Michelsen. Hóast hart trýst, so
vildi løgmaður ikki boyggja seg fyri
krøvunum frá Kristini Michelsen,
sum hóast tað atkvødddi ímóti mis
álitisuppskotinum.
Meldaði sjálvur út
Tað var annars fyri einum ári síð
ani, at Kristin Michelsen sjálvur
Løgtings
lønin er ikki
ov høg
–Tað er heilt ótrúliga undarligt at siga, at
fólk aftra seg við at stilla til løgtingsval,
tí lønin er ov lítil. Hjá einum verkafólki
er 40.000 krónur ikki ein vánalig
mánaðarløn, tí tað er næstan tvær ferðir
so nógv, eitt verkafólk vanliga tjenar,
sigur Hans Joensen, formaður í Havnar
Arbeiðarafelag. Hann undrast eisini á,
at tað ikki er eitt einasta verkafólk í
løgtinginum.
–Eg veit ikki, hvussu tað ber til. Tað kann
so ikki bara vera lønin, sum dregur, tí eitt
verkafólk, sum fer í løgtingið fer 100
prosent upp í løn, sigur hann.
Bryggja
sterkan løg
í Dímun
Tað var á summri 2007, at tey í Dímun
fingu norðurlendslu matvirðislønina
Embla í bólkinum rávøruframleiðarar.
Eftir tað fingu tey hugskotið at bryggja
okkurt sterkt burtur úr rótum. Síðani
hava tey arbeitt við, hvussu hvít mairót
og kálrabi rót kunnu brúkast sum rávøra
til rúsandi løg.
Føroyar á
heimskortið
innan
hárfríðkan
Fyri seks árum síðani bleiv Mariann Klein
Ivansdóttir, sum eigur salongina Royal
Intercoiffure í Havn, fyrsti og higartil
einasti limur í Intercoiffure.
– Fyri tveimum árum síðani bleiv eg eisini
Art Director í danska Intercoiffure, og tað
var um hesa tíðina, at tey fóru at tosa
um at skipa fyri onkrum í Føroyum, sigur
Mariann Klein Ivansdóttir.
Og nú tvey ár seinni er klárt hjá 80 av
fremstu fólkum innan hárfríðkan í øllum
Norðurlondum at koma til Føroya á
kongress.
Seinastu fimm árini er fólkatalið í
kommununi vaksið við umleið 10 prosentum, ið
er umleið 120 fólk. Og nú eru vit 1.325 fólk. Tað
vísir heilt ítøkiliga, hvat tunnilin hevur at siga
fyri okkum.
– Jóhannus Danielsen,
borgarstjóri í Nes kommunu
JAN
2019
Eg skilji ikki, at fólk við manglandi vitan
kalla løgtingsarbeiði eitt hálvtíðarstarv. Eg
setti mær fyri floksins vegna at registrera
umleið, hvat tímatal ein løgtingslimur arbeiðir
í miðal um árið. Vit komu upp á 2000 tímar. Um
tit ikki hava ánilsi av, hvat eitt løgtingsarbeiði
er, so skilji eg ikki, at tit tíma at gera tykkum til
serfrøðingar
–Kaj Leo Holm Johannesen á Facebook
Um kjakið um lønir hjá løgtingsfólki