mánadagur 30. desember 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 30. desember 2019
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Venjarafelagið umskipar VFF-Kup, sum
nú verður spælt yvir fleiri vikuskiftið í
eini “mini” landskapping. Nýggi leisturin
fær góða móttøku, tí við nýggja leistinum
liggja venjingardystirnir í fastari legu.
Serliga Skála fær eina góða byrjan, meðan
tað er rok í dystinum millum NSÍ og B36,
har bæði Jóhan Troest Davidsen (NSÍ) og
Árni Frederiksberg (B36) fáa reytt kort.
boðaði frá alment, at hann ikki long
ur kendi seg bundnan at Javnað
arflokkinum.
Hann segði, at hann ikki kendi seg
bundnan at atkvøða tað sama sum
Javnaðarflokkurin, men hann fór
at taka støðu frá máli til mál í ting
salinum.
Hetta er annar tingmaðurin, sum
er meira ella minni koyrdur ú Javn
aðarflokkinum, síðan Aksel V. Jo
hannesen gjørdist formaður.
Hin var Gerhard Lognberg, sum
var koyrdur úr flokkinum í seinasta
valskeiðnum og í staðin so valdi at
stilla upp fyri Sambandsflokkin, tó
uttan at verða valdur á ting.
Jóhan vinnur HM
Tað er við gleði og sorg, at føroyingar síggja Jóhan á Plógv
Hansen vinna HM við danska hondbóltslandsliðnum. Gleði
tí ein føroyskur hondbóltsspælari er komin á toppinum,
men við sorg tí hann kundi spælt við føroyska landsliðnum
Danmark vinnur HM-enda
spælið í Danmark og Týsklandi
í stórum stíli. Danmark spælir
tíggju dystir og vinnur allar.
Millum spælararnar í danska
hópinum er føroyski Jóhan á
Plógv Hansen. Hann er upp
vaksin í Kyndli og satsa alt upp
á hondbóltin.
Tað var ein fegin Jóhan á
Plógv Hansen, sum fær gull
heiðursmerki um hálsin, tá
Danmark vinnur sannførandi
31-22 í HM-finaluni móti Noreg.
Hóast hann sat uttanfyri, so
var føroyingurin á pallinum og
fekk gullheiðursmerki.
Havnarmaðurin kom við, tí
Hans Lindberg bleiv skaddur í
fyrsta dystinum. Danski lands
liðsvenjarin, Nikolaj Jacobsen,
valdi at skifta Hans Lindberg
inn aftur fyri føroyska vongin,
tá hann var klárur.
– Eg havi allatíð roknað við,
at um Hans Lindberg bleiv klár
ur aftur, so fór hann koma aftur
í hópin. At tað so hendir undan
HM-finaluni, tað er so tað, sigur
Jóhan á Plógv Hansen við TV2
og leggur afturat:
– Tað hevði eg eisini gjørt,
um eg var Nikolaj Jacobsen.
“That's the name of the game”
og soleiðis er tað. Tað eru teir
bestu spælararnir, ið skulu
spæla. Hans Lindberg er sera
dugnaligur og tað kanst tú ikki
taka frá honum, sigur havnar
maðurin á danska landsliðnum.
Jóhan á Plógv Hansen spæl
ir samanlagt í ein tíma og 52
minuttir í átta av dystunum til
HM-endaspælið.
– Eg havi notið hvørt sekund
eg havi verið á vøllinum og í
hópinum. Tað hevur verið av
bera stuttligt at vera við, sigur
Jóhan á Plógv Hansen.
Føroyar vinna
á Grønlandi
Undan
HM-endaspælinum
spælir føroyska manslandsliðið
tveir dystir móti Grønlandi,
sum hevur vestmenningin, Inga
Olsen, sum venjara. Føroyska
liðið vinnur tveir góðar sigrar.
Føroyska landsliðið vinnur 37-
22 og 29-19.
Tað er tó ikki bara gleði at
hóma í landsliðsleguni, tí Helgi
Hoydal fær ein rímuliga álvars
ligan skaða í knæið.
Odmar Færø
til HamKam
-Tað er eitt felag, ið ætlar
sær í bestu deildina innan
tvey ár. Tað eru komnir
tveir nýggir venjarar
til og tað henda fleiri
spennandi broytingar.
Teir meta, at eg skal
verða ein stórur partur
av tí og tað tími eg væl,
sigur Odmar Færø.
Eg meti tað ikki vera ein vanda fyri
føroyska málið, at børn og ung brúka ensk orð,
sum cool, fancy, crazy og mega. Tað eru jú ein
rúgva av lánorðum í málinum frammanundan,
og tað er einki dømi nakrastaðni um, at eitt mál
er gingið til grunda av, at lánorð koma inn í
málið
–Jógvan í Lon Jacobesn,
professari í føroyskum mál
Ítróttur
Sarah Mahfoud
IBF-vinnari
Hálva vestmannakvinnan,
Sarah Mahfoud, verður
IBF-interkontinentalur
vinnari í fjarðurvekt, tá
hon á Danish Fight Night í
Nykøbing Falster vinnur sín
dyst móti Bukiwe Nonina úr
Suðurafrika. – Eg tordi ikki
at trúgva tí, fyrr enn tey
søgdu mítt navn, sigur Sarah.