Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. desember 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. desember 2019 16 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Koks aðru stjørnuna Málið var ongantíð at fáa eina Michelin stjørnu. Tað trúðu vit ikki ordiliga uppá. Vit høvdu avgjørt onga ábending um, at vit fóru at fáa nakra stjørnu aftrat ella nakran annan prís, segði Johannes Jensen, stjóri á Koks, tá matstovan á øðrum sinni fekk stóra heiðurin at taka ímóti enn eini Michelin stjørnu Februar: Sólfríð flutti undan happing 27 ára gamla Sólfríð Poulsen er fødd og uppvaksin í Føroyum, men býr í dag í Danmark. Í barndómsárunum bleiv hon happað so mikið illa, at har var eingin annar útvegur enn at flyta úr Føroyum fyri at sleppa undan øllum áganginum, sum javnaldrar hennara útsettu hana fyri. Hon lýsir sín barndóm sum ræðuligan, og í dag vísa árinini av happingini seg í vaksna lívi hennara. Tá Sólfríð Poulsen var eitt hálvt ára gomul, doyði pápi hennara í einari arbeiðsvanlukku. Hálvt ár seinni valdi mamma hennara at flyta úr Havn og til Vestmannar fyri onkursvegna at byrja tilveruna á nýggjum. Hon vildi geva Sólfríð og systir hennara best møguligu byrj­ anina uppá lívið utt­an ein pápa. Sólfríð vaks upp og hevði nógv­ ar vinir í nærum­hvørv­inum í Vest­ manna. Men stokk­ut var gleð­ in, tí tá hon sum seks ára gom­ul skuldi byrja í skúla, broytt­ist alt. Í skúlanum varð hon frá næst­an fyrsta degi av útsett fyri happ­ ing av grovasta slag. Hon minn­ist ikki heilt, hvussu alt byrj­aði, tí ein stórur partur av barn­dóms­minnum hennara eru í dag svunn­in burtur. – Tá eg hugsi um míni barna­ár, minnist eg næstan bara happ­ing­ ina. Eg havi sjálvandi nøk­ur góð minni, men eg fái illa hugsað um mín barndóm uttan at blíva mint á tað ringa, sigur Sólfríð Poulsen. Lærarin legði einki í Mamma hennara royndi at gera alt, sum var í hennara makt, fyri at Sól­ fríð skuldi hava tað gott, men tað var ringt, tí happingin fylti meira. Hon setti seg eitt nú í samband við flokslæraran hjá Sólfríð við vón um, at skúlin fór at taka ábyrgd, men har var eingin hjálp at heinta. – Mamma bleiv nærmast vend í hurðini og fekk bara at vita frá lær­arinnuni, at eg manglaði eina ommu. Tað var tað einasta, sum var galið, eftir hennara tykki. Omma mín búði í Havn, so eg veit ikki, hvat lærarinnan meinti við, ella hvat tað yvirhøvur hevði við mín trupul­leika at gera – men eg fekk í øllum førum onga hjálp. Sólfríð Poul­sen heldur tað hava alstóran týdn­ing, at lærarar taka happing fyri fult, og tí heitir hon eisini á øll børn, sum eru fyri happing, um at boða frá. – Lærarar skulu altíð lurta eftir, tá foreldur og børn venda sær til teir í sambandi við happing, sigur hon. Angist Sólfríð Poulsen byrjaði at ganga til sálarfrøðing, og har fekk hon stað­ fest, at hon hevði sosiala angist, sum enn tann dag í dag kann ávirka hana. – Um eg eri saman við ov nógv­ um fólkum í senn, fái eg hjarta­ bankan og klári ikki at anda. Eg blívi heilt fjált­urstungin. Eg havi til dømis ikki fingið mær eina útbúgving, tí eg veit, at so hevði eg aftur skulað sitið í einum skúlaflokki saman við fleiri øðrum. Tankin um kanska at blíva happað aftur ræðir meg. Annars hevur hon verið í bólka­ Tannlæknar síggja ágang móti børnum Tannlæknar og tannrøktarar í Føroyum hava oftari illgruna um børn og ung, sum eru útsett fyri ágangi ella umsorganartroti, enn tannheilsufólk í øðrum londum hava. Mátin føroysku starvsfólkini uppfata og handfara støðuna er ivaleyst ávirkaður av, at okkara samfelag er so lítið. Hetta er ein av niðurstøðunum í nýggjari kanning, sum Unn Jakobsen, tannlækni, hevur gjørt saman við Føroya Tannlæknafelag. Heiðrun 1. violinistur – Tílíkir møguleikar stinga seg sjáldan upp. Tað er langt ímillum, at nakað pláss verður leyst í teimum góðu orkestrunum, tí tey flestu fara ikki frá aftur fyrrenn á pensjónsaldri. Umframt at tú verður partur av einum stórum felagsskapi og sleppur at vera við til at menna tónleikin í orkestrinum, so liggur eisini ein tryggleiki í at hava fast starv, serliga sum tónleikari. Hetta starvið merkir sostatt sera nógv fyri meg, sigur Heiðrun Petersen, sum hevur fingið fast pláss sum 1. violinistur í symfoniorkestrinum Copenhagen Phil, sum um summarið gongur undir navninum Tivolis Symfoniorkester. Øssur er Ársins Føroyingur Eg takki fyri heiðurin, eg havi fingið. Men um eg kann nevna ein persón, ið hevur betri uppiborið hesa viðurkenning, er tað kona mín Susan, sum er ættað úr Onglandi, men hevur gjørt fólk mítt til fólk sítt, segði Øssur Berghamar og nýtti høvi at takka konuni fyri hennara trúskap í tænastuni millum føroyingar í Keypmannahavn í takkarrøðu síni, eftir at hann varð kosin ársins føroyingur hjá lesarunum hjá Sosialinum FEB 2019 Tað skuldi hvørji verið loyvt at innflutt ella framleitt triviellar vørur, sum hava ein so stóran fjaldan umhvørvisligan kostnað –Sjúrður Hammer, lívfrøðingur, eftir at hava fingið boð um føroyska fløsku, sum er skolað upp á land í Orknoyggjum, – Eg fagni mær sjálvum og mítt navn, líkamikið hvat øll hini hugsa. Tað vil eg ráða øllum til at gera. Sigmund Tróndheim Útlendingar vilja keypa hús í Føroyum At útlendingar keypa hús í Føroyum er ein tendensur, sum vindur meira og meira uppá seg. Ferðavinnan er í stórari menning, og í trá við at áhugin fyri at ferðast til Føroya veksur, so veksur áhugin fyri at keypa hús í Føroyum eisini. – Útlendingarnir keypa ofta tey smærru eldru føroysku sethúsini heldur enn stór dýr hús í høvuðsstaðnum. Vit hava eitt nú selt hús í bygdum sum Kvívík og Elduvík, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heimi.