Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. desember 2019síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 30. desember 2019 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Landsliðsarbeiðið hjá Hond­bólts­ sambandnum er í vanda, tí nógvar eyka útreiðslur eru av at spæla heimadystirnir á útivølli. Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, sigur at tey mugu niðurraðfesta landsliðsarbeiði, um tey ikki fáa játtað pengar. Áleið ein millión krónur resta í. Havnin fór avstað við steypunum Kyndilskvinnur og neistamenn fóru avstað við steypagullinum, tá finalurnar í føroyskum steypahondbólti vóru í høllini á Hálsi Tað var dramatikkur og hend­ ingar fyri allar pengarnar, tá steypafinalurnar í hondbólti vóru í nýggju høllini á Hálsi. Av­bjóðingar við klokkuni og lýsing­arskeltunum á vøllinum settu sín dám á finaluna hjá kvinn­um, sum var í millum Kyndil og VÍF. Tað vóru fleiri steðgir í fyrra hálvleiki, sum eisini ávirk­aðu bæði spælið og steypa­stemningin í høllini. Ein spælari, sum ikki bleiv ávirk­ aður av støðuni var mál­verjin hjá Kyndli, Jovana Stranja­nac. Hon stóð sum ein brand­ur í finaluni og fekk eitt 10-tal í spælarametingunum. Tað er tað hægsta, sum tú kanst fáa. Hartil fingu Súna Kross­teig Hansen og Turið Arge Samuel­ sen eitt 9-tal. Einasti spælarin hjá VÍF, sum ordliga megnar at spæla upp til sítt vanliga besta er Durita Jojic, men tað er ikki nokk og Kyndil vinnur 31-24. Rasmus í andglettinum Rasmus Søby gjørdist stóra steypahetjan hjá Neista­ num, sum vann í evstu løtu á grannunum og arva­fígg­inda­ num úr Kyndli. Tað vóru annars teir grønu úr Kyndli, sum vóru omaná tað mesta av finaluni. Tað er ikki fyrr enn seint í seinna hálvleiki, at teir bláu úr Neistainum at vísa tenn. Tá farið verður í gongd við sein­ astu minuttirnar er púra javnt millum liðini. Alt endar við einum máli til Neistan í evstu. Eitt mál sum Rasmus Søby skorar og eftirfylgjandi jublar frammanfyri kyndils­áskoðar­ unum. Hann dugur at provokera, men so sanniliga eisini at spæla hondbólt, tí hann er av­ger­andi fyri at Neistin vinnur steypa­ gull. Stríðsval í FSF Telvingin hjá stóru feløgunum miseydnaðist til stríðsvalið á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandinum. Kristmund Johannessen, Jógvan Páll Joensen og Fróði Danielsen blivu allir afturvaldir, meðan millum annað Steinfinnur Mittelstein bleiv vrakaður, eftir at verða uppstillaður av HB, B36 og hinum stóru. HB vinnur VFF-Kup Í nógvum kulda á Tórsvølli vinnur HB VFF- Kup við sigri á Skála í finaluni. Tey flestu síggja Skála sum ein avbjóðara til topp-fimm plássini, eftir fleiri góð avrik í VFF-Kup. Við nýggja leistinum hevur kappingin fingið nýtt lív. viðgerð, har hon hevur lært, hvussu hon á bestan hátt kann handfara sína angist fyri at hava ein so van­ ligan gerandisdag sum gjørligt. – Men mín angist liggur enn og lúrir undir yvirflatuni, og nakrar dag­ ar ávirkar tað meg meira enn aðrar dagar. Mín angist fer ongantíð heilt burtur, men vit menniskju kunnu læra at góðtaka, at tað er ein partur av okkum, og uppá tann mátan kann mann dempa tað. Ítróttur Í fjølmiðlaarbeiðnum hjá okkum er tað av alstórum týdningi, at vit hava eina góða søgu at fortelja. Koks er ein forvitnislig søga, sum samantvinnar so nógv: rávøru, ferðavinnu, mentan og design, – Guðri Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands, sum fegnast um, at Koks fekk eigur tvær stjørnur í Michelin-guidini