mánadagur 30. desember 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. desember 2019
18
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Tørvur á fleiri bústaðarmøguleikum
Føroyska samfelagið hevur ment og flutt seg við risafetum síðstu
øldina, og sæst hendan broyting eisini aftur í búsetingarmynstrinum
í landinum. Tíverri fyri útoyggjarnar hevur tað merkt, at fólkatalið er
munandi minkað, og eru tað í dag rættiliga fá, ið kalla útoyggjarnar
fyri sín heimstað. 1. januar 2019 búðu í alt 51.371 fólk í Føroyum.
Av hesum búðu einans 216 av teimum á einum av útoyggjunum. Tað
er 0,42 prosent av fólkatalinum. Av teimum 216 íbúgvunum hava
75 av teimum bústað í einum av teimum fýra bygdunum á
Kalsoynni, harav 33 á Húsum, ið er størsta bygd á útoyggj.
Vit kunnu øll siga
okkara meining
– Eg hugsaði, at um eingin annar vildi gera nakað
við tað, so mátti eg. Tí sum mamma eri eg stúrin
fyri at míni børn skulu vaksa upp í einum samfelag,
har tey alt døgnið eru umringað av strálum, ið tey
ikki kunnu flýggja undan. Tað haldi eg ikki er rætt.
Tað sigur Torgunn á Løgmansbø, ið er stigtakarin til
undirskriftsinnsavnanina Vit ynskja IKKI 5G NET í
Føroyum!
Mars:
Teknaði
ístaðin fyri
at fylgja við
Gjøgnum fleiri ár hevur 43 ára gamli
havnarmaðurin Janus á Húsagarði
ríkað føroyska list við sínum originalu,
litríku og stuttligu tekningum av
øllum tí, sum er livandi og rørir seg í
náttúruni – og til tíðir hugaheimi. Men
hansara yrkisleið sum teknari hevur
ikki bara verið ein dansur á rósum.
Blýanturin hevur verið í Janusa
hond so leingi, hann kann minnast.
Longu í barnagarðinum sat hann
sum negldur í stólinum og teknaði,
og sama vanan tók hann við sær,
tá hann byrjaði í fólkaskúlanum. Í
skúlanum tímdi hann hvørki at lesa
ella rokna, og í staðin fyri at fylgja
við í tímanum, sat hann og teknaði
í lesi– og roknibøkurnar fyri so at
viska tekningarnar út aftur, tá
tímin var liðugur.
– Eg fann slett ikki út av at
lesa. Tað smittaði so av á hugin at
rokna, og so tímdi eg ikki at fylgja
við í nøkrum faki yvirhøvur. Tí sat
eg bara og teknaði alt møguligt í
tær ymsu skúlabøkurnar, meðan
lærarin undirvísti. Eg gleddi meg
bara til fríkorterið, so eg kundi
sleppa út at spæla, fortelur Janus á
Húsagarði, sum altíð plagdi at sita
pinnastillur í einum horni uttan at
gera nøkrum fortreð, meðan hann
teknaði.
– Eg vænti ikki, lærararnir tímdu
at brúka so nógva orku upp á meg,
tí so skjótt teir hjálptu mær við
onkrum fakligum, so setti eg meg
aftur at tekna. Lærararnir og hini
børnini hava sikkurt bara hildið, at
eg var ein tolli, sigur Janus skemt
andi.
03 í skúlanum – topp
karakter sum snikkari
Janus á Húsagarði var sannførdur
um, at tað ikki var nakað fyri hann
at sita á skúlabonki og lesa bøkur.
Tí fór hann at læra til snikkara, har
hann slapp at arbeiða við hond
unum – og tað var munur á at ar
beiða við timbri og at ganga í skúla,
minnist hann aftur á.
– Eg haldi, eg fekk 03 í miðal í øll
um fakunum í skúlanum. Men tá
eg fór at læra til snikkara, fekk eg
hægsta karakter í rokning í flokk
inum. So mann er ikki skítbýttur
allíkavæl, flennir hann.
– Tá eg var mitt í tretivunum, var
eitt átak í Norðurlandahúsinum
um orðblindni. Eg hoyrdi eina sam
røðu í útvarpinum, har ein serfrøð
ingur fortaldi um øll eyðkennini
fyri orðblindni. Eg kendi meg aftur
í øllum hesum eyðkenninum, hugs
aði eg við mær sjálvum. Nústani tá
fann eg út av, at eg var orðblindur,
fortelur Janus á Húsagarði
Satsaði alt uppá tekningina
Janus arbeiddi í fleiri ár sum
timburmaður, men fyri níggju ár
um síðani valdi hann at siga starvið
frá sær fyri at arbeiða við tekning
ini burturav. Hetta hevur ført við
sær eina rúgvu av tekningum og
málningum, sum hava gjørt strik
urnar hjá Janusi kendar millum
Bústaðar
marknað
urin trongur
– Eg elski Føroyar. Álvara, eg ELSKI
Føroyar. Tó eru tað ikki nóg nógvar
ábendingar um, at tað eru rúm fyri
slíkum sum mær og mongum øðrum, ið
ikki ynskja at taka eitt stórt lán og keypa
eini hús. Um tað ikki gongur skjótari við
at gera bústaðarmarknaðin fjølbroyttari,
kann eg ikki búgva í tí landinum, eg
elski, sigur Elin Hentze, ið varðar
av vælumtókta Facebook bólkinum
“Fjølbroyttari bústaðarmøguleikar í
Føroyum”.
Sjúklingar
eiga at fáa
kannabis
– Støðan er púra burturvið og tí gera vit
enn eina roynd at gera tað lættari hjá
føroyskum sjúklingum at fáa viðgerð
við Kannabis, sigur Jesis av Rana, nú
eitt umstrítt uppskot aftur er lagt fyri
Løgtingið um at gera tað lættari hjá
føroyskum sjúklingum at fáa viðgerð við
kannabis
Grindadráp
besta
umrøðan
– Taktikkurin hjá føroyingum ímóti
teimum, sum mótmæla grindadrápi,
hevur riggað væl. Tað sigur Páll Nolsøe,
kunningarráðgevari hjá Landsstýrinum,
har hann eisini hevur ábyrgdina av at
verja okkara rætt til at drepa grind.
Og hann hevur nokk at takast við, tí
hann sigur, at tað vísir seg, at tað er
hvørki Koks ella fótbóltur, sum gevur
Føroyum mest umrøðu uttanlands. Tað
er nevniliga grindadráp, sum hevur tann
ivasama heiðurin.
MAR
2019
– Viðvíkjandi teimum frekvensum, ið
ætlanin er at brúka til 5G, duga vit ikki at
síggja nakran vanda, tí tað eru frekvensir, ið
longu eru í brúk. Tann víðkanin, ið fer fram,
eru innan tær frekvensur, ið longu verða
brúkar í samband við WiFi.
Jógvan Thomsen
Stjóri í Fjarskiftiseftirlitinum
– Longu sum 10 ára gamal visti eg, at eg
var til menn. Fyrstu ferð eg var saman við
einum manni, var eg 12 ella 13 ár, og tað kendist
rætt. Tað var bara tann kenslan eg hevði, men
eg visti ikki, um man kundi liva opið sum
samkyndur. Tá hevði man ikki sjónvarp, og
kundi ikki lesa um tað nakrastaðni.
Óli Gynvar Poulsen