Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-30, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. desember 2019síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 30. desember 2019 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Føroyska A-landsliðið er fyri sínum mest eyðmýkjandi tapi í nýggjari tíð. Á Malta tapa vit 2-1, eftir at heimaliðið hevur fingið ein spælara útvístan ein hálvan tíma fyri tíð. Tá er 1-0, men Malta skorar til 2-0, áðrenn vit í evstu løtu minka um munin til 2-1. Jákup Thomsen skorar sítt fyrsta mál fyri landsliðið. Landsliðið tapur síðani 4-1 í Rumenia, har Viljormur Davidsen skorar føroyska málið. SÍ og Mjølnir vinna steypakappingarnar Kvinnurnar hjá SÍ vunnu ótrúliga steypafinalu, eftir at hava verið aftanfyri 2-0 í settum. Menninir hjá Mjølni greiddu sín setning og vunnu 3-0 á Fleyr Fleyr var á odda 2-0 í settum, men so funnu sørvágskvinnur stríðsøksina fram, og tað endaði við, at SÍ var omaná og vann 3-2. Eftir eina spennandi og dramatiska finalu eydnaðist SÍ at vinna javnbrótaran 15-12 og harvið steypið til Sørvágs. Fleyr koma best frá byrjan og vann tey bæði fyrstu settini, men hetta helt ikki á mál, tí SÍ í sínum grønu blusum vunnu tey næstu trý settini. -Hetta var ein javur og góður dystur. Tað vísti seg, at SÍ hevði meiri at koma við móti endanum. Tað er lítil munur á liðunum, men eg haldi at SÍ ger færri feilir enn Fleyr. SÍ er nokk tað betra liðið og tað sæst kanska eisini í hvussu stórt tær vinna síni sett, sigur Helen á Lakjuni, sum var viðmekrjari hjá FM1. Dagsins spælarar hjá SÍ var Janna Falkvard, meðan Súsanna Sólrunardóttir Ludvig bleiv kosin til dagsins spælara fyri Fleyr. Mjølnir vann sum væntað Mjølnir var stórfavorittur at vinna mansfinaluna. Klaksvíkingar vísti eisini hví teir vóru favorittar. Tað var spennandi eina løtu í fyrsta setti, men tá Mjølnir smekkaði bóltin í gólvið til 25-22, so var fyrsta settið heima. Í øðrum setti setti Mjølnir seg av álvara á dystin vinnur 25-20. Í triðja setti helt gongdin fram og Mjølnir vinnur settið 25-19 uttan stórvegis trupulleikar. Eitt sindur sigandi fyri enda á dystnum er, at ein spælari hjá Fleyr sendi bóltin útav vøllinum í seinasta bóltinum. Mjølnir hevur eisini verið nógv tað besta liðið í landskappingini. -Tað er langtsíðani, at vit hava havt eitt so sterkt lið í føroysku kappingini. Eg havi gott nokk verið burtur í nøkur ár, men eg haldi at vit skulu aftur til ár 2000, fyri at finna eitt líka sterkt lið, sigur John Syderbø, sum var viðmekrjari á FM1. Dagsins spælari hjá vinnandi liðnum var Thorvard Danielsen, meðan Slavica Tomic bleiv kosin til dagsins spælara hjá Fleyr. Judo gullregn í Odense Fýra føroyskir judoleikarar gera innrás í Odense. Búgvi Poulsen, Petur Sigurð Johannesen, Jógvan Páll Kristiansen og Sigmundur Johansen vinna sjey heiðursmerki fyri veteranar, sum er bólkurin yvir 30 ár. manna í dag. Hann hevur haft hóp­ in av framsýningum bæði í Før­oy­ um, Íslandi og í Dan­mark. Har­aftr­at eigur hann pensla­strok­ini til fleiri føroyskar barna­bøk­ur. Søgur um trøll – Vit eru heppin at hava søgur um trøll Í Føroyum er tað siðvenja at fortelja søgur um trøll, og nettupp hesum er Janus á Húsagarði serliga hugtikin av – tí teknar hann trøllini. – Vit eru heppin at hava so nógvar søgur um trøll, og hetta er ein skattur, sum eg haldi, vit skulu virðismeta og duga at gagnnýta. Tað er so nógv, mann kann tekna út frá søgunum um til dømis huldufólk, og tí er tað fyri meg upplagt at tekna hesi ymsu trøllini, greiðir Janus á Húsagarði frá og vísir á írsku siðvenjuna við trøllum í listini. – Í Írlandi hava tey nógv sløg av trøllum, og tað er øgiliga populert hjá írskum listafólkum at tekna trøll. Men her í Føroyum er tað meira sum, at mann heldur seg aftur við hesum motivunum. Eg skilji ikki, hví tað ikki eru nógv fleiri føroyingar, ið tekna trøll, sigur hann. Ítróttur – Stuðulin og herðaklappini frá mínum landsmonnum og landi hevur havt ótrúliga stóran týdning fyri meg á míni leið, og eg eri djúpt takksom. Takk John Lunn og Marjun Kjælnes fyri at hava formað hesa útgávu saman við mær og takk Føroyar. Sendi kærleika heim frá míni skandinavisku konsertferð. Eivør Pálsdóttir, eftir at hava vunnið tríggjar FMA virðislønir Signa Vár í stórum stíli Signa Vár Dávadóttir vinnur trý heiðursmerki í Special Olympics World Games í Abu Dhabi. Hon vinnur silvur í 200m blandað svimjing, bronsu í 200m frí og silvur í 100m firvald. Meiken Olsen og Rúni Jacobsen luttaka í 200m renning og blíva nummar fýra og fimm