Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. desember 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. desember 2019 20 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Kári Post er eitt kelinavn – Tað er eitt kelinavn og tað er púra natúrligt, at navnið er knýtt at tí virkseminum, ið man hevur havt. Eg havi verið kallaður tað so langt aftur, sum eg minnist og stavar tað frá tíðini, tá eg gekk við posti sum skúladrongur. Eg eiti Kári Páll, men tað eru nógv, ið halda at p stendur fyri Post, tí tað verður so nógv brúkt. Nú er tað eitt sindur longri ímillum, at eg hoyri tað, tí tey ungu kenna meg ikki sum postboð, men millum eldra ættarliðið er tað vanligt at kalla meg Kára Post, sigur Kári P. Højgaard, sum hevur skrivað síðsta kapittul í 18 ára langa skeiðinum á tingi Vaksandi mongd av rúsevni – Vit hava varhugan av, at tað vindur upp á seg, at rúsevni verður smuglað til Føroya. Tað sigur Jan Johannesen, leiðari hjá narkoløgregluni í Føroyum. Løgregla og tollarar hjá Taks hava, tilsamans lagt hald á sløk níggju kilo av hassji í fjør, umframt á nógv onnur rúsevni. Jan Johannesen sigur, at Føroyar eru lítlar, so tølini sveiggja nógv frá ári til ár, men sum heild hava tey ein illgruna um, at tað vindur upp á seg, at rúsevni verða smuglað til Føroya. Apríl: Vit liva í einari tíð har fake news ger um seg Mánadagin 1. apríl vóru 50 ár liðin, síðan Býarbókasavnið á fyrsta sinni lat dyrnar upp í miðbýnum í Havn. Síðan tá er býurin nógv broyttur, tøknin er kollvelt og samfelagið hevur flutt seg við risafetum, men øll hesi árini hevur Býarbókasavnið megnað at hildið fast um sína støðu sum ein mentanardepil í hjartanum í høvuðsstaðnum. Tá Býarbókasavnið á fyrsta sinni lat upp, var tað í einari tíð, tá einki sjónvarp ella internet var og einans 12.000 fólk búðu í Havn. – Tað var rættiliga stórur grav­ gangur eftir bókum, nógv til­tøk vóru í hølunum, so sum films­sýn­ ingar, tónleikatiltøk og annað, ið ein stór rúgva av fólkum komu til. Man skal hava í huga, at 12.000 fólk búðu um hetta mundi í Havnini og har var ikki tað stóra at fara til tá, sigur Vónbjørt Vang, býarbókavørður um fyrstu árini hjá stovninum. Tann stóri spurningurin Síðan hevur tøkniliga menningin í stóran mun broytt, hvussu borgarar ogna sær vitan. Ikki bara hevur sjón­varpið gjørt innrás í føroysku heim­ini hesa hálvu øldina, síðan Býar­bókasavnið lat dyrnar upp, men hevur internetið seinnu árini gjørt tað munandi lættari at fáa hend­ur á alskyns upplýsingum, ið áður vóru at finna í bókasøvnum. Tosað hevur verið um, at tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn tann fysiska bókin doyr út, og verður avloyst av e-bókum og øðr­ um talgildum miðlum. Sambært Vón­bjørt Vang er støðan tó ikki heilt so døpur. – Síðstu 30 árini hevur man róð uppundir, at tann fysiska bókin fer at doyggja, men vit síggja júst tað øvugta. Hon stendur enn øgiliga sterk, og er tað enn tann fysiska bók­in, ið verður mest framleidd, keypt, lánt, lisin og skrivað. Tað merk­ir ikki, at man fer burtur frá tí tal­gilda, men verður tað enn møgu­ ligt at lána e-bøkur, ljóðbøkur og stroyma filmar. Tað er bara aftrat tí fysisku bókini, sigur hon. Tøkniliga menningin verður javn­an eisini nevnd sum byrjanin til endan av bókasøvnum. Spurn­ing­ ur er settur við, um tað yvirhøvur er neyðugt við einum bókasavni, nú vitan er vorðin so atkomulig á Google og aðrastaðni á netinum. – Tað er ein góður spurningur, ið vit alla tíðina seta okkum sjálvum. Svarið er, at tað er heilt vist tørvur á bókasøvnum, tí vit hava brúk fyri ser­kønari vegleiðing og kunning. Kanska enn meira enn vit hava havt áður, sigur Vónbjørt Vang. Í hesum sambandi vísir hon til eitt orðafelli hjá rithøvundanum Neil Gaiman um tørvin á bóka­ søvn­um. – Hann skrivaði, at Google kann geva tær 100.000 svar, men ein bóka­ vørður kann geva tær tað rætta svarið, sigur Vónbjørt Vang. Fake news og bókasøvn Og í einari tíð, tá fake news vindur upp á seg, spurningar verða sett við alt og fólk hava alsamt minni álit á teimum miðlum og stovnum, ið man fyrr festi álit á, eru bókasøvn ein glotti í myrkrinum. – Vit liva í einari tíð, har fake news ger um seg, og man missur álitið á nógvar aðrar miðlar og stovnar, ið man fyrr hevði áliti á. Har er tað so bókasavnið, ið enn stendur eftir sum garantur fyri tað álitið. Man veit, at tá man kemur í eitt bókasavn og spyr eftir onkrum, Films­fram­ leiðari sikt­ ar høgt – Ein kann lættliga undirmeta samfelagsliga týdningin av eini slíkari filmsverkætlan, hvørs ágóðar breiða seg sum ringar í vatni út í samfelagið. Við hesi røðini vilja vit varpa ljós á, at tað ber til at hugsa størri og út um brimgarðarnar. Eydnast hon, kann henda røðin og fleiri slíkar kasta fleiri milliónir av sær aftur í landskassan til frama fyri alt føroyska samfelagið, sigur Torfinnur Jákupsson, sum arbeiðir við at gera eina nýggja føroyska krimirøð. Hann væntar og vónar, at TROM kann seta Føroyar á filmiska heimskortið. Heilsuverkið skal hava meir fígging Pál Weihe, formaður í Føroya Læknafelag, sigur, at lutfalsliga lága játtanin til heilsuverkið í Føroyum er ein vandamikil gongd. Ein heilsufaklig fyrisiting er ein gongd leið, meinar hann Læknafelag Føroya hevur ta greiðu niðurstøðu, at um føroyska heilsuverkið skal vera á sama støði sum heilsuverk í okkara grannalondum, skulu útreiðslurnar til heilsuverkið hækka munandi, tí í løtuni nýta vit færri krónur fyri hvønn íbúgva enn hini Norðurlondini. Samstundis skulu vit hava eitt lutfalsliga stórt tal av serlæknum og kommunulæknum aftrat teimum, vit hava í dag. Haraftrat er tað umráðandi at fáa eitt nýtt heilsustýrið sett á stovn. Eurovison kann eisini haldast í Føroyum Nú ætlar Kringvarp Føroya at gera álvara av at kanna møguleikarnar hjá Føroyum at luttaka í Eurovision sangkappingini, sum flest øll onnur lond í Evropa luttaka í; enntá lond uttan fyri Evropa. –it fara at kanna, um vit kunnu blíva limir í EBU á ein slíkan hátt, sum loyvir okkum at luttaka í Eurovision sangkappingini, sigur Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpi Føroya. APR 2019 – Týr spælir ikki bert tónleik. Teir stuðla alment grindadrápi, og sangarin Heri Joensen luttekur sjálvur í grindadrápi. Paul Watson – Eg frøist um, at hóast harða kapping, ferðaðust fleiri ferðafólk við Atlantic Airways í 2018 enn nakrantíð áður Jóhanna á Bergi. Stjóri á Atlantic Airways