mánadagur 30. desember 2019síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 30. desember 2019
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
HB gongur illa – Skála á odda
Føroyska landskappingin í fótbólti er
við at taka skap. Størsta frávikið frá
kappingarárinum í fjør eru meistarnir úr
HB og topp-fimm avbjóðarnir úr Skála.
HB liggur mitt á stigatalvuni og spælið
gongur illa, meðan Skála liggur á fyrsta
plássi og bjóðar av.
so eru teir upplýsingar, ið man fær,
rættir og eftirkannaðir. Tað síggja vit
sum eina rættiliga stóra uppgávu hjá
okkum, sigur Vónbjørt Vang.
Hartil metir býarbókavørðurin
eisini, at tað er ein fyrimunur hjá
bókasøvnum, at tey bjóða ein møgu
leika, ið kann tykjast at vera ein
mangulvøra í dagsins samfelag.
– Alt gongur so skjótt fyriseg í
dag. Man hevur næstan ikki tíð til
tað, ið øll droyma um, nevniliga at
hava tíð. Tíð at kava niður í eina bók
og bara sita eina løtu við onkrum.
Bókasavnið er akkurát tað staðið,
ið leggur upp til tað. Tá tú kemur
inn í eitt bókasavn, roynir eingin
at fortelja tær um nakað, sannføra
teg um nakað og eingin roynir at
brúka tína tíð. Tú sleppur sjálvur at
granska, at víðka sjónarringin og at
møta onkrum í bókunum, ið tú ikki
hevði væntað at møtt, sigur Vónbjørt
Vang.
Fantastiskar
hondbóltsfinalur
Kyndilskvinnur og menninir hjá hoyvíkingum vinna
FM í hondbólti, eftir nakrar fantastiskar FM-finalur
Hondbóltssambandið
roynir
seg við nýggjum leisti til hond
bóltsfinalurnar.
Kvinnurnar
spæla best av trimum, meðan
tað hjá monnum verður spælt
best av fimm í finalunum.
Í báðum førum verður talan
um eina avgerandi finalu. Hjá
kvinnunum verður enntá farið
til longda leiktíð í finaluni,
áðrenn Kyndil vinnur á VÍF.
Hjá
monnunum
er
dramatikkur í fýra teimum
fyrstu finalunum, men í fimtu
og avgerandi finaluni er H71
rímiliga greitt omaná.
Hjá kvinnunum var tað
annars
vestmannakvinnur,
sum komu best frá byrjan. Tær
vunnu fyrstu finaluna á Hálsi
sannførandi, men megnaðu
ikki at hála gullið heim í tveim
um dystum í Vestmanna.
Við bara 22 tímum av hvíld
millum aðru og triðju finaluna,
hevði Kyndil eitt sindur meir
av orku, hóast spælskiparin
Bára K. Hansen lá eftir heima
við sjúku.
Tað sendur nógv á hoyvík
ingum í finaluni móti neista
monnum, men í fimtu og av
gernadi finaluni endar tað við
at H71 vinnur samanlagt 3-2 av
teimum fimm FM-finalunum.
Neistin var væl við í fýra teim
um fyrstu FM-finalunum, men
í seinastu finaluni í Hoyvík
hevði H71 munin.
Ári E. Dam spældi væl í
málinum hjá hoyvíkingum og
hetta bleiv samstundis seinasti
dysturin hjá Sonni Larsen sum
venjara hjá H71.
Føroyska
manslandsliðið
spælir eisini tveir dystir móti
Ukraina, har Føroyar eru nær
við at taka hondbóltsheimin
á bóli í seinna dystinum, sum
Ukraina vinnur 27-26. Her er
ónøgd við dømingina í seinastu
minuttunum.
Hegga koyrdur
ÍF er fyrsta liðið, sum
velur at koyra venjaran,
tá Jógvan Hendrik
“Hegga” Samuelsen
verður koyrdur. Í
hansara stað koma
Hans Jørgen
Djurhuus og Kári
Reynheim. Liðið
vinnur fyrsta
dystin, men síðani
gongur einki serligt.
Teitur er meistari
í Danmark
15 ára gamli
føroyski boksarin,
Teitur Jákupsson
vinnur danska
byrjunarmeistaraheitið
í U17-árganginum.
Hetta er fyrstu ferð, at
eitt føroyskt boksifelag
luttekur í danskari
meistarastevnu.
Ítróttur
– Tá navnið stendur á koppinum, eigur tú
ábyrgdina!
Skúlaflokkur við Magn, eftir at tey
høvdu verið og ruddað og funnið nógvar
Magnkoppar í náttúruni