Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-30, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. desember 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. desember 2019 22 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Vígdis fantastisk í spælifilmi – Vígdis Hentze Eliesersdóttir Bjørck hevur verið fantastisk í høvuðsleiklutinum sum Johanna (í filminum Fågelfångarens Son: Red). Hon er sera dugnalig og kann saktans fara víðari sjónleikaravegin. Hinir leikararnir hava eisini gjørt tað sera væl,sigur Richard Hobert, svenskur leikstjóri Mark fyri ferðavinnu – Vit mugu ansa sera væl eftir, tí vit eru eitt lítið land – vit eru ikki Ísland. Vit mugu skipa okkum væl, og nú mugu skipanir gerast, so vit kunnu varðveita okkara sál, men kortini ikki stagnera. Ferðavinnan verður nevnd, sum eitt bein afturat at standa á. Ferðafólk geva inntøkur, so vit kunnu reka okkara samfelag. – Men hetta má stýrast væl, so vit ikki missa okkum sjálvi burtur í øllum meldrinum, sigur Johannes Jensen, stjóri á Gist og Vist-samtakinum, sum rindaði 63 milliónir í lønum í fjør. Mai: Sernám steðgar Karlstad tilboði: Familja slept upp á fjáll Seinastu vikurnar hava verið tungar hjá familjuni Sunder í Saltangará, ið telur foreldrini Godwin og Linda Sunder og synirnir Benjamin á tíggju ár, Levi á seks ár og Micah á tvey ár. 8. apríl var barnafamiljan á Skála­ fjørði­num ein av mongu familjum kring landið, ið fekk eitt bræv frá Sernám um, at samstarvið við Karlstad-modellinum, ið millum annað fevndi um 10 ára gamla sonin Benjamin, ið hevur Down Syndrom, steðgaði frá degi til dags. – Tað var sum at fáa nevan frammaná. Eg sat eftir við einari djúpari kenslu av sorg, skuffilsi og vreiði. Ikki bara steðgaði samstarvið, men einki kom í staðin. Vit blivu bara slept upp á fjall, lýsir Linda Sunder løtuna, tá hon læs brævið. Avgerðin var serliga tung at taka, tí hóast Benjamin í dag er 10 ára gamal, so er Karlstad-modellin, ið hann hevur fylgt í tvey ár, eitt av teimum fáu amboðum, ið tey hava fingið frá Sernám, ið riggar, vísir hon á. – Eg skilti ikki hvussu ein stovnur, ið skal hjálpa okkum, kundi taka tilboðið burtur, ið endiliga hevði givið okkum friðskjól. Sum endiliga hevði sæð okkara barn sum virðismikið nokk til at menna hansara mál, sigur hon og leggur afturat. – Tí gjøgnum øll hesi ár hava vit javnan møtt fólki, faklærd og ófaklærd, ið hava ta hugsan um okkara son, at hann hevur Down Syndrom og er tí mark fyri, hvussu nógv hann kann mennast. At hann aldrin verður professari, og tí nýtist hann ikki at læra meira enn eitt vist. Vit hava aldrin verið samd í hesum, tí vit duga at síggja, at hann kann so nógv meira enn teir kassarnar, ið hann verður settur í. Og endiliga bleiv hesin kassin sprongdur av Karlstad, men nú er hann smoygdur niður yvir okkum aftur. Karlstad Ein dagin fyri tveimum árum kom brádliga eitt tilboð frá Sernám. Benjamin fekk bjóðað tænastuna Karlstad-modellina. Fyri Lindu Sunder var tað at síggja til heilt øðrvísi tilboð enn tað, ið hevði verið áður. – Fyri fyrstu ferð í 9 ár kom eitt fólk frá Sernám, ið skal vera tann stovnurin í Føroyum við ser­vit­an innan málmenning av børn­um við serligum tørvi, og hevði røttu amboðini, eina ætlan og týdningarmest av øllum, ein hugburð um, at okkara sonur kann koma langt. Hann fekk endiliga nøkur mál at arbeiða móti. Tað høvdu vit ongantíð upplivað áður. Fyri familjuna á Skálafjørðinum ar tilboðið júst tað, ið tey høvdu eftir­lýst øll árini og tóktist alt endi­liga at rigga. Samstundis fingu for­eldrini í lag eina avtalu um ergo­ tera­pi og samstarv við ein ergo­ terapeut, ið arbeiddi við at styrkja vøddarnar í kjálkabeinum, varrum og tungu. – Um vit gjørdu hesa samrøðuna fyri tveimum mánaðum síðan, hevði eg sagt, at alt gongur væl og vit eru nøgd. At Karlstad-ráðgevin er ein eingil sendur av himli. Men tað er alt farið nú, sigur Linda, áðrenn hon leggur afturat. Framstig Fyri Lindu Sunder og familjuna var Karlstad-modellið eitt stórt fram­ stig, tí endiliga byrjaði Ben­ja­min at læra at tosa. Tí sum mamm­an vísir á, so er mál rættiliga grund­ Kioskin hjá Astu upp á pláss aftur Síðani 1935 hevur Kioskin hjá Astu – ella Kioskin hjá G, sum tey gomlu søgdu – staðið á Vaglinum. Men seinastu mánaðirnar hevur hon verið til umvælingar, og í næstu viku stendur hon aftur á Vaglinum – stásiligari enn nakrantíð. Sálarsjúkur kunnu elva til kropsligar sjúkur – Um tú mistrívist sálarliga og sosialt, hevur tú nógv minni yvirskot til at liva heilsugott. Persónar við tunglyndi og angist eru í nógv størri vanda fyri at fáa nakrar av teimum vanligu lívsstílssjúkunum. Tað sigur Magni Mohr, ph.d. í ítróttarfysiologi og stovnsleiðari í Fólkaheilsuráðnum. – Tey hava lyndi til at fáa hjartasjúkur, sukursjúku og aðrar kropsligar lívsstílssjúkur áðrenn tey, sum ikki hava tunglyndi og angist. – Tey, sum hava angist, hava lyndi til at isolera seg sosialt, og tað gongur út yvir sosialu heilsuna. Menniskjað er ein sosial vera, sum hevur tørv á at vera saman við øðrum menniskjum. Men hevur mann trupult við at fara út millum fólk, tí mann er óttafullur, so kemur mann inn í eina ringrás, har mann hevur trupult við at taka tær betru avgerðirnar. Tað sama, tá mann hevur tunglyndi, sigur hann. Føroyingur í Game of Thrones Tað eru lutfalsliga fá, ið kunnu erpa sær við, at tey hava spælt við í stórfingnu sendirøðini Game of Thrones. Men tað kann Jóhannes Haukur Jóhannesson, sum er hálvur føroyingur og hálvur íslendingur. Hóast talan ikki er um ein stóran leiklut, so kann ikki sigast annað, enn at tað er rættiliga kul og sermerkt, at ein við føroyskum blóði er við í heimsins víðagitnastu og mest umrøddu sendirøð. MAI 2019 – Í hesum aldrinum plagar man ikki at fara í holt við nakað so garvilt sum at fara til sjós. Men tað er ongantíð ov seint at royna nakað nýtt. Elisabeth Nybo, sum stongdi sína matstovu á Viðareiði fyri at fara til skips – Um tú fórt 30 ár aftur í tíðina og segði, at tú hevði etið vaflur í døgurðasteðginum, høvdu fólk rist við høvdinum eftir tær. Tá for man til hús at eta døgurða. Men nú er tað vanligt, at fólk eta matvaflur hjá Katrinu Christiansen. Martin Restorff